hósdagur 30. juli 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
16
B36 er aftur oddalið í Effo-deildini.
Tað staðfestu teir ólavsøkuaftan,
tá teir sannførandi vunnu 4-0 móti
ÍF. B36 var gjøgnumgangandi greitt
omaná, har nýggi danski áleyparin,
Philip Lund, fekk eina dreyma debut
fyri teir svørtu og hvítu.
B36 avgjørdi aftaná
fimm minuttir
B36 legði út sum eitt ódnarveður ólav
søkuaftan. Longu aftaná eini tjúgu
sekund var nýggi áleyparin í and
glettinum, tá hann varð feldur nakað
uttanfyri ÍF brotssteigin. Philip Lund
fekk fríspark, sum Róaldur Jakobsen
tók sær av. Hann gjørdi ikki mætari
enn at smekka bóltin uttanum múrin,
soleiðis at hann fór beinleiðis í málið,
uttan at Hallgrím Gregersen Hansen
í ÍF málinum hevði stórvegis møgu
leika at verja fyri.
Sum heild var talan um lívliga
byrjan í dystinum, tí longu í álopinum
aftaná var ÍF um reppið at fáa tað
útjavnandi málið. Kristoffur Jakob
sen slapp avstað í høgru síðu, og
smekkaði bóltin innfyri, har vinstri
bakkurin, Jan Ellingsgaard, var komin
framvið. Jan slapp at skalla púra
einsamallur móti Tórði Thomsen
í B36 málinum, men Tórður vardi
meistarliga fyri.
Tveir minuttir seinni var tað aftur
vandamikið í álopsspælinum hjá ÍF.
Kristoffur Jakobsen slapp at renna
frá verjuni hjá B36, og komin inn í
brotssteigin, varð hann feldur. Út
frá reaktióini hjá Kristoffur, ivaðist
hann ikki í, at hann átti brotsspark,
men floytan hjá dómaranum, Peturi
Reinert, tagdi.
Og longu í álopinum aftaná, revs
aði B36 enn einaferð. Hans Pauli
Samuelsen fekk bóltin nakað úti í
vinstru síðu, har hann slapp at trekkja
inn í vøllin. Hann sá at nýggi áleyp
arin, Philip Lund var farin avstað í
mótsattari síðu, og fann nýggja áleyp
aran við einari meistarligari sending.
Philip Lund rann frá ÍF verjuni, og
kom einsamallur móti ÍF málverja
num. Í fyrstu syftu brendi Philip
Lund kjansin, sum tó sprakk útaftur
fyri føturnar á Philip Lund, sum
lættliga skoraði til 2-0. Tá vóru fimm
minuttir farnir, og nýggi áleyparin
hjá B36 hevði longu lagt upp til eitt
mál, og skorað eitt sjálvur.
Perlumál frá B36
Ta næstu løtuna dovnaði tempo’ið
í dystinum eitt vet. ÍF skuldi fram
at skapa dystin, men teir megnaðu
ongantíð av álvara at seta B36 liðið
undir stórvegis trýst. Heldur var tað
B36, ið var vandamiklari, tá teir slup
pu fram í skjótálop.
Og tað var eisini B36 sum skoraði
tað triðja málið í dystinum. Málið
kom eftir eitt mynstur álop, har trígg
ir leikarar spældu ÍF liðið sundur og
saman. Philip Lund tók eina renning
afturum ÍF verjuna, og fekk bóltin
nakað úti í vinstru síðu. Hann spældi
stutt til Lukasz Cieslewicz, ið hevði
sæð Hans Paula Samuelsen inni í
feltinum hjá ÍF. Lukasz spældi bóltin
niðan á Hans Paula, sum síðani legði
hann av aftur til Lukasz, har Lukasz
smekkaði bóltin út við handaru stong
til 3-0 til B36. Eitt frálíkt mál, ið vísti
hvussu lætt tað kann gerast í fótbólti.
Málið meira ella minni punkteraði
dystin, tí tað sum eftir var av dysti
num, hevði B36 fult tamarhald á.
H E S A V I K U N A
4
Tórður ThomsenHevði eina
meistarliga bjarging í fyrra hálvleiki,
og var sum heild tryggur í øllum tí hann
fyritók sær. Mátti tó av vøllinum við
skaða miðskeiðis í seinna hálvleiki.
3
Høgni Eysturoy
Hevði sum heild fult tamarhald
á í verjupartinum, har ÍF leikararnir
ongantíð megnaðu at leggja trýst á. Var
kanska ikki eins eyðsýndur frameftir,
sum hann onkuntíð hevur verið
3
Andrias Eriksen 3
Fangaði væl Kristoffur Jakobsen
aftur í fyrra hálvleiki, tá hann slapp
leysur. Hevði eisini gott tamarhald á í
verjupartinum
4
Odmar Færø
Var mest eyðsýndi B36 leikarin
í verjupartinum ólavsøkuaftan.
Breyt ofta spælið hjá ÍF, tá hann við
sínum góða fysikki vann nærum allar
takklingarnar, ið hann fór inn í.
3
Gestur Bogason Dam
Var um reppið at fáa brotsspark í
fyrra hálvleiki, tá hann slapp avstað.
Spældi sum heild ein fínan dyst, tó
uttan at vera eyðsýndur
4
Eli Falkvard Nielsen
Lá væl í maskinrúminum á B36
liðnum. Deildi spælið væl runt, og lá
rætt plaseraður tað mesta av tíðini.
Noyddist av vøllinum við skaða í seinna
hálvleiki
4
Róaldur Jakobsen
Var saman við Eli Falkvardi Nielsen
og Lukasz Cieslewicz við yvirlutan á
miðvøllinum móti ÍF. Spældi sum heild
ein góðan dyst, har hann tók nógvar
skilagóðar avgerðir. Skoraði eisini eitt
mál
3
Hanus Thorleifsson
Arbeiddi eisini væl, og var nógv í
teimum góðu álopunum hjá B36. Átti tó
einki upplegg ella mál ólavsøkuaftan
4
Hans Pauli Samuelsen
Er ein garantur fyri málgevandi
avleveringum, og legði upp til tvey mál
ólavsøkuaftan. Spældi sum heild ein
góðan dyst
5
Lukasz Cieslewicz
Ein frálíkur leikari, ið eisini
skoraði eitt frálíkt mál. Er við í øllum
tí skapandi spælinum hjá B36, har
hann bæði skoraði og legði upp til mál
ólavsøkuaftan
5
Philip Lund
Fekk eina dreyma debut
ólavsøkuaftan. Átti lut í øllum fýra
málunum, har hann skoraði tvey, legði
upp til eitt, og var við í einum øðrum
málið. B36 hevur gjørt ein góðan handil
við nýggja áleyparanum
3
Trygvi Askham
Avloysti Tórð Thomsen seinasta
hálva tíman. Var ongantíð av álvara
settur undir trýst, tí B36 hevði fult
tamarhald á dystinum við 4-0 leiðsluni.
3
Jákup á Borg
Kom inn seinastu tjúgu minuttirnar,
og var um reppið beinavegin at leggja
upp til Lukasz Cieslewicz, sum tó
brendi. Kom fínt inn í dystin, men var
ongantíð veruliga eyðsýndur
3
Jónas Tór Næs
Var eftir langan skaðasteðg
aftur á B36 liðnum. Kann vera ein
týdningarmikil leikari at fáa innaftur á
B36 liðið í royndini eftir at endurvinna
FM
spælarameting
Lærkrikin argaði Tórð B36 málverjin noyddist av vøllinum
tíðliga í seinna hálvleiki. Tað var ein skaði, ið argaði B36
málverjan. Tórður hevur seinastu vikurnar havt trupulleikar
við lærkrikanum, og tí fór Tórður av vøllinum ólavsøkuaftan.
1 til 6
ítróttur
fótbóltur Við einum sannførandi 4-0 sigri
á ÍF ólavsøkuaftan, staðfesti B36 oddasessin
í Effo-deildini. Og ein nýggjur áleypari á
B36 liðnum fekk eina dreyma byrjan
B36
bukaði
ÍF