Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. juli 2015 sosialurin 86 Nógvu áskoðararnir, ið høvdu leitað sær niðan aftaná kappróðurin. Ólavsøka varð, og tað sást aftur. Harafturat var nýggi áleyparin hjá B36, Philip Lund, eisini eitt stórt pluss í dystinum. At dysturin ikki hevði størri spenning fyri tey uttanveltaðu. B36 avgjørdi longu dystin aftaná fimm minuttir, og koyrdi tað trygt heim, tað sum eftir var av dystinum. B36 legði seg eisini á odda 4-0 longu fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Lukasz Cieslewicz slapp at bjóða av í vinstru síðu, har hann síðani fann ein leysan Philip Lund inni í feltinum. Philip smekkaði til við vinstra beinið, utt­an at Hallgrím Gregersen Hansen í ÍF málinum hevði nakran møguleika, so­leið­is at støðan bleiv 4-0 til B36. B36 hevði cruise control tað sum eft­ir var av dystinum, og B36 var tætt­ ari uppá at økja til 5-0, enn hvat ÍF var at svara aftur til 4-1. Hanus Thor­ leifs­son og Lukasz Cieslewicz høvdu báð­ir risa møguleikar til at økja mið­ skeiðis í seinna hálvleiki, men í báð­ um førunum fóru skotini beint fram­ við ÍF málinum. Størsta møguleikan hjá ÍF átti Ari Ellings­gaard, tá lítil tíð av dystinum var eftir. Hann skeyt tó framvið B36 máli­num. Nýggi áleyparin ein fongur Við sigrinum, er B36 aftur á fremsta plássi­num í Effo-deildini. Tað er tó ein hørð kapping um fyrsta plássið, tí heili fýra lið hava í løtuni góðan møgu­leika at vinna FM heitið. B36, NSÍ, Víkingur og HB eru øll í hørðum stríð­ið um ovasta plássið í Effo-deild­ ini. Møguleikin fyri at B36 endur­ vinn­ur FM er tó stórur. B36 hevur í alt ár verið leitandi eftir einum av­ loys­ara fyri Adeshina Lawal, sum far­na kappingarár var ársins leikari í før­oyskum fótbólti. Ólavsøkuaftan sá tann trupulleikin tó út til at vera loyst­ur, tí nýggi áleyparin hjá B36, Philip Lund, fall inn í spælið sum fót­ ur í hosu. Hann fall beinavegin inn í góða smáspælið sum Lukasz Ciesle­ wicz, Róaldur Jakobsen og Hans Pauli Samuel­sen altíð borgað fyri. Tað er eingin ivi um, at kann nýggi áleyp­arin halda fram við lovandi taktu­ num sum hann vísti í fyrsta dysti­num, kann hann vera ein lyklil í roynd­ini hjá B36 at endurvinna FM heit­ið. Harafturat er tað eisini ein styrkur fyri B36, at fleiri leikarar nú eru um at vera klárir aftur. Landsliðsleikarin Jónas Tór Næs, sum í nærum alt ár hev­ur verið úti við skaða, var aftur at síggja á B36 liðnum ólavsøkuaftan, um­framt at Alex Mellemgaard, sum eisini hevur verið skaddur tað mesta av árinum, aftur var í hópinum hjá B36. ÍF er framvegis leitandi Avrikið hjá ÍF ólavsøkuaftan var hin­ veg­in ikki nakað at reypa av. ÍF hevur í alt ár verið leitandi eftir einari fastari upp­stilling, og aftur í Gundadali ólav­ søku­aft­an, vóru fleiri broytingar á ÍF liðnum. ÍF fekk undan kappingini góðan styrk, har teir millum annað fingu fatur á ársins leikara frá farna kapp­ingar­árið, Adeshina Lawal. Tað hev­ur tó ongantíð rigga heilt so væl, sum flestu fuglfirðingar høvdu vón­ að undan kappingini. ÍF hevur hes­ar seinastu mánaðirnar ligið í ein­um ongamanna landið í deildini, har teir bæði eru langt frá oddinum og langt frá botninum. Hetta ger, at avrikini hjá liðnum kunnu vera nak­að skift­ andi. Nakað sum vit eisini hava sæð fleiri dømir uppá. Millum annað tá ÍF fyrr í ár vann ímóti B36 á heimavølli, og eisini tá ÍF á heimavølli tapti móti FC Suðuroy. Alt bendir eisini á, at ÍF kemur at vera verandi í hesum sama onga­ man­na landinum, tað sum eftir er av kapp­ing­ini. 2 Hallgrím Gregersen Hansen Hevði úr at gera, har ÍF allan dystin var við undirlutan. Hevði onkrar góðar bjarginar, men læt fýra mál ígjøgnum 2 Leivur Joensen Hevði tað trupult týsdagin, har hann spældi yvirfyri Hans Paula Samuelsen. Er altíð góður frameftir vøllinum, men slapp ongantíð av álvara at vísa tað týsdagin 2 Bogi Reinert Petersen Var aftur at síggja á ÍF liðnum. Spældi fyrra hálvleik sum miðverji og seinna mitt á miðvøllinum. Kemur uppá sikt at vera ein fongur fyri ÍF, men var ikki eyðsýndur týsdagin 2 Poul Nolsøe Mikkelsen Fekk gult kort longu aftaná 20 sekund, tá hann feldi Philip Lund. Hevði sum heild úr at gera við offensivu leikarunum hjá B36. 2 Jan Ellingsgaard Var um reppið at javna til 1-1 longu tá 3 minuttir vóru spældir. Var kanska einasti ÍF leikarin, ið spældi nøkunlunda upp til støðið ólavsøkuaftan. 2 Karl Løkin ÍF var við undirlutan á miðvøllinum mestsum allan dystin ólavsøkuaftan. Slapp ongantíð veruliga til sín rætt, og hevur áður leikt betri dystir 2 Frank Poulsen Var nær við at skora fyri ÍF í fyrra hálvleiki, tá hann við góðum skotið skeyt framvið málinum. Hevði tað tó trupult í dystinum, og var tikin út í hálvleikinum 2 Ari Ellingsgaard Brendi ein risa møguleika ímóti endanum. Er ein tekniskt sterkur leikari, men fekk tað ongantíð at rigga orduliga ólavsøkuaftan 2 Nenad Saric Eisini ein tekniskt sterkur leikari, ið ongantíð kom til sín rætt ólavsøkuaftan. 2 Kristoffur Jakobsen Kendi seg snýttan fyri brotsspark tíðliga í dystinum, tá hann rann frá verjuni hjá B36. Legði eisini upp til stóran møguleika til Jan Ellingsgaard, men var tikin út í hálvleikinum 3 Clayton Soares Var saman við Jan Ellingsgaard einasti ÍF leikari, ið spældi upp til støðið. Varðveitti bóltin væl ofta, men var alt ov einsamallur í álopspartinum á ÍF liðnum 2 Bartal Eliasen Byrjaði uttanfyri, men kom inn í hálvleikinum, tá ÍF var aftanfyri 3-0. Tað kom bara eitt mál ígjøgnum í seinna hálvleiki, men B36 hevði møguleikar til fleiri 2 Andy Olsen Kom eisini inn í hálvleikinum, og royndi fleiri ferðir okkurt fram eftir vøllinum. Tað eydnaðist tó ikki heilt so væl sum onkuntíð áður. 2 Sjúrður Jacobsen Kom inn tað seinasta korterið. Spældi skilagott, men var tó inni ov stutt til at gera ein mun spælarameting Ikki so álvarsamt hjá Eli B36 mátti seinastu løtuna spæla við 10 móti 11. Orsøkin var, at miðvallarin Eli Falkvard Nielsen mátti berast av vøllinum við børu, eftir harða takkling frá Ari Ellingsgaard. Fyribils sær tó út til at einki er brotið hjá Eli, sum neyvan situr uttanfyri serliga leingi B36-ÍF 4-0 (3-0) 1-0 Róaldur Jakobsen, 1. 2-0 Philip Lund, 5. 3-0 Lukasz Cieslewicz, 34. 4-0 Philip Lund, 51. B36: Tórður Thomsen (Trygvi Askham, 64) – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur Bogason Dam – Róaldur Jakobsen (Jónas Tór Næs, 78), Eli Falkvard Nielsen – Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Philip Lund (Jákup á Borg, 68) GUL KORT B36: Philip Lund, Tórður Thomsen ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen, Poul N. Mikkelsen, Jan Ellingsgaard – Frank Poulsen (Bartal Eliasen, 46), Karl Løkin, Ari Ellingsgaard, Nenad Saric (Sjúrður Jacobsen, 73) – Kristoffur Jakobsen (Andy Olsen, 46), Clayton Soares GUL KORT ÍF: Poul N. Mikkelsen, Ari Ellingsgaard