Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. juli 2015 sosialurin 86 18 Í 18. leikumfari var sermerkt, at trý tey ovastu liðini í deildini, B36, NSÍ og Víkingur, øll vunnu sínar dystir og løgdu sjógv ímillum seg og HB, ið eftir javnleikin ímóti FC Suðuroy er dragnað so nógv í FM-stríðnum, at sera nógv skal ganga teirra veg, um havnafelagið skal gera sær nakra vón um yvirhøvur at luttaka í kapprenningini um føroyameistaraheitið. Heili átta stig eru upp til grannarnar úr B36, og tað eru sera nógv stig at innheinta upp á bara níggju dystir. Nú er 19. leikumfar fyri framman. Sostatt er tað síðsti triðingurin av Effodeildini, ið fer av bakkastokki sunnudagin, og tað verður nú, at eyka spennandi verður at fylgja við í landskappingini. Ymsu lagnurnar skulu avgerast og serliga er tað tann eini dysturin sunnudagin, sum verður spældur á Skála, ið er sera spennandi og týdningarmikil fyri lagnuna hjá báðum liðunum. Bara ein sigur er góðtikin Sunnudagin klokkan 15:00: EB/ Streymur-AB Dómari: Rúni Gaardbo Lagnudysturin, ið sipað verður til, er botnbrakið á Skála, har EB/ Streymur og AB bresta saman. EB/ Streymur er enn einaferð noytt at hava heimavøll á uttanveltaðum vølli, tí at graslíkið við Margáir verður skift. Liðini bæði hava ávíkavist átta og seks stig upp til FC Suðuroy, ið er røttu megin niðurflytingarstrikuna, og tí kann ikki hugsast annað enn, at fyri báðar partar er galdandi, at bara ein sigur er góðtikin. Mánadagin fekk EB/Streymur sítt fyrsta stig í heili sjey dystum. Sjálvsálitið hjá leikarunum hjá EB/Streymi hevur alla orsøk at vera gott í løtuni, tí at hóast EB/ Streymur var aftanfyri heili 1-4 ímóti KÍ, so megnaði felagsliðið úr sundalagnum onkursvegna at hála øll málini innaftur, so at dysturin endaði 4-4. Ongantíð fyrr í ár hava sundalagsmenninir skorað fýra mál í einum dysti. Málskjótingin hevur serliga soltin á heimavølli, og mánadagin var fyrstu ferð síðani 12. apríl, at EB/Streymur yvirhøvur skoraði mál á heimavølli. Gestirnir úr AB hava framvegis sín fyrsta landskappingarsigur tilgóðar. Mánakvøldið miseydnaðist royndin at vinna fyrsta sigurin enn einaferð, tá ið NSÍ vann 1-2 á Argjum. Spælið hjá AB var tó betri enn tað hevur verið í øðrum dystum, og tí er als ikki óhugsandi, at fyrsti sigurin kemur nú sunnudagin. Ein freistast eisini at spyrja, at um AB ikki vinnur ímóti aftasta liðnum í deildini, nær vinnur AB so? Áhugavert er eisini at nevna, at AB er einasta liðið, sum EB/Streymur ikki hevur tapt ímóti í landskappingini í ár. Bæði liðini skulu reisa seg Sunnudagin klokkan 14:30: HB-TB Dómari: Eiler Rasmussen Bæði HB og B36 hava heimavøll í Gundadali sunnudagin. HB er fyrra heimaliðið, sum sleppur framat á nýggja graslíkinum í Gundadali, tá ið gamli klassikarin ímóti TB verður spældur sunnudagin klokkan 14.30. Felags fyri bæði liðini er, at tey leita eftir uppreisn. HB fekk bara eitt stig á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og hóast reyðsvarta havnaliðið var í undirtali í næstan ein heilan hálvleik, so var eitt stig ímóti triðaftasta liðnum alt annað enn góðtikið. Javnleikurin merkti tað, at HB dragnaði nógv í FM-stríðnum, og tí er ein sigur ímóti TB eitt krav. Fyri HB er tað ein smeitur, at vanligi høgri bakkurin, Jógvan Rói Davidsen, ikki fær verið við. Hann var maðurin, ið fekk reyða kortið ímóti FC Suðuroy, og tískil hevur hann leikbann. TB hevur ikki góð minnir úr seinasta leikumfari. Tvørámenninir fingu stutt og greitt bank á útivølli ímóti Víkingi og tapti heili 7-2. Hetta er uttan iva ein blettur, ið TB-leikararnir ætla at vaska av sær sunnudagin. Í løtuni er TB í einum sonevndum ongamannalandi á stigatalvuni, tí at stigafrástøðan til niðurflytingarstrikuna er so lang, at tað tykist óhugsandi, at TB av álvara verður blandað inn í botnstríðið, og samstundis er frástøðan til evropeisku plássini eisini so lang, at TB neyvan ger seg galdandi har. HB og TB hava spælt einaferð fyrr í ár í Gundadali. Tann dysturin varð spældur hin 22. mars, og endaði hann 0-0. FC Suðuroy aftur í Gundadal Sunnudagin klokkan 17.00: B36-FC Suðuroy Dómari: Valgeir Valgeirsson Talan er av álvara um eitt slag ímillum Havnina og suðuroynna sunnudagin, tí at klokkan 17 er tað aftur eitt havnalið og eitt lið úr sunnastu oynni, ið spæla ímóti hvørjum øðrum. B36 tekur ímóti FC Suðuroy, og felags fyri hesi liðini er, at tey bæði eisini spældu í Gundadali á Ólavsøku og fingu góð úrslit. Tískil eru tað eisini tvey lið, sum bæði eru ósigrað á nýggja graslíkinum í Gundadali, sum bresta saman. Ólavsøkan gekk upp á stás hjá B36. Árstalsfelagið staðfesti við sjeytummaseymi, at teir ætla at endurvinna FM-heitið, tá ið ÍF bleiv bukað heili 4-0. Harafturat skoraði nýggi áleyparin hjá teimum hvítu, Philip Lund, heili tvey mál í sínum fyrsta dysti fyri felagið. Ímóti FC Suðuroy er ein sigur eitt treytaleyst krav, so at liðið kann varðveita oddasessin og taka enn eitt fet ímóti FM-heitinum. FC Suðuroy hava alla orsøk at hava dirvi og sjálvsálit, tá ið teir fyri aðru ferð upp á fimm dagar trína inn í Gundadal. Leikliga og úrslitarliga avrikið í ólavsøkudystinum ímóti HB, sum endaði 0-0, var sera gott, og um væl hevði virðað, so kundu suðuroyingarnir eisini verið farnir avstað við øllum trimum stigunum, tá ið brenda brotssparkið hjá Jón Krosslá Poulsen verður havt í huganum. Eitt stig kom tó eisini væl við skilt á tann hátt, at stigafrástøðan til AB varð økt til seks stig. Hóast tað gekst FC Suðuroy væl í Gundadali mikudagin, so má B36 kortini metast at vera greiður favorittur í dystinum. Men avrikið hjá FC Suðuroy ímóti HB er eisini ein ávaring til B36 um, at dugur er í teimum bláu úr suðuroynni. Tað verður íslendski Valgeir Valgeirsson, ið dømir dystin. Nú fer Víkingur eftir FM Sunnudagin klokkan 15.00: Víkingur- KÍ Dómari: Páll Augustinussen Við knúsandi 7-2 sigrinum ímóti TB staðfesti Víkingur, at í ár ætlar liðið sær veruliga fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins. Í komandi dysti spæla teir ljósabláu enn einaferð á heimavølli, tá ið KÍ kemur á vitjan. Gongdin hjá Víkingi seinastu tíðina hevur verið framúr. Liðið hevur vunnið heili fimm Fótbóltur Síðsti triðingurin av Effodeildini byrjar sunnudagin. Fýra dystir verða spældir sunnudagin, meðan tann seinasti verður spældur mánadagin. Serliga spennandi verður at fylgja botnbrakinum á Skála, har tey bæði niðastu liðini í deildini bresta saman Lagnu­ dystur á Skála ítróttur