hósdagur 30. juli 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
19
landskappingardystir á rað, og hóast
fleiri av leikarunum, ið vanliga byrja
inni, ikki vóru við, so prógvaðu teir,
sum komu inn ístaðin, at maður
kemur í mans stað, og at hópurin
er breiður. Tað tykist ikki sum, at
nakað lið klárar at steðga Víkingi í
løtuni, og tí má Víkingur metast at
vera favorittur til dystin í Sarpugerði
sunnudagin.
Fyri KÍ var tað ein sonn
vanlukka, at tað ikki eydnaðist at
vinna undanfarna dyst ímóti EB/
Streymi. 4-1 er ein leiðsla, sum ikki
eigur at verða blakað burtur, men
nógvar villur í verjupartinum vóru
ein av orsøkunum til, at KÍ søplaði
leiðsluna burtur og bert fekk ein
javnleik burturúr stríðnum. Málið
hjá klaksvíkingum er at røkka einum
fjórða plássi, ið gevur atgongd til
evropeiskan fótbólt komandi ár, og
tí er trýst á klaksvíkingum at fáa stig
burturúr sera trupla útidystinum.
Undan hesum leikumfarinum eru
fimm stig upp til HB, sum í løtuni er
nummar fýra á stigatalvuni.
Langt síðani seinasta
heimasigur hjá NSÍ
Mánadagin: NSÍ-ÍF (Klokkutíð ikki
staðfest í skrivandi løtu)
Dómari: Petur Reinert
Síðsti dysturin hetta leikumfarið
verður spældur mánakvøldið, tá ið
nummar tvey á stigatalvuni, NSÍ,
tekur ímóti nummar seks, ÍF.
NSÍ hevur verið oddalið í
Effodeildini næstan alt kappingarárið,
men í seinastu vikunum undan
summarsteðginum kom stígur í
hjá teimum gulu vespunum. Tað
eydnaðist ikki at vinna nakran av
fýra teimum seinastu dystinum
undan summarsteðginum, men
mánakvøldið fann NSÍ sigursleiðina
aftur, tá ið runavíkingarnir vunnu
1-2 á útivølli ímóti AB. Sunnudagin
skal NSÍ royna at vinna sín fyrsta
dyst á heimavølli síðani 3. mai, tá
ið vespurnar vunnu 3-0 ímóti KÍ.
Síðani hendan dystin hevur NSÍ
spælt tríggjar heimadystir, har tað
ikki hevur eydnast liðnum at standa
eftir sum sigursharri.
ÍF hevur veruliga nakað at
prógva eftir 4-0 tapið ímóti B36
ólavsøkuaftan. Leikliga avrikið
var als ikki nóg gott, og tað skulu
aðrir bollar í súpanina, um ÍF skal
gera sær nakrar vónir um at fáa
stig við Løkin. Vit skulu aftur til
tann 31. mai fyri at finna seinasta
sigurin hjá fuglfirðingum, tá ið ÍF
vann 3-1 ímóti TB. Síðani hendan
dystin hava fuglfirðingar spælt fýra
landskappingardystir, har tað ikki
hevur eydnast teimum at vunnið.