hósdagur 30. juli 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
20
Barnsburðartunglyndi
Barnsburðar
tunglyndi: Hjálpin
skal koma fyrr
Tá ein mamma verður rakt av barnsburðartunglyndi, er tað ikki
bara hon sjálv, ið verður rakt av sjúkuni. Barnsburðartunglyndi
rakar eisini barnið, makan og restina av familjuni. Tí hevur Sanne
Storm sett sær fyri at granska í evninum við at seta gongd á eina
granskingarverkætlan, ið hevur til endamáls at komu mammuni
fyrr til hjálpar. Helst meðan hon gongur við barninum.
Eilen Anthoniussen
E
in kvinna, ið gongur við
barni, ber boð um lív. Og
fyri flestu kvinnur, er
tíðin, mamman gongur við
barninum, merkt av vón og gleði
yvir at seta nýtt lív í verðina. Men
soleiðis er tíverri ikki altíð. Tøl frá
Gigni vísa, at føroyskar mammur,
sum á hvørjum ári verða staðfestar
við barnsburðartunglyndi, eru
í hægra endanum. Heilar 60-70
mammur verða á hvørjum ári
staðfestar við barnsburðartunglyndi,
ið krevur viðgerð. Ein av teimum,
ið hevur fingist nógv við at linna
um barnsburðartunglyndi, er
musikkterapeutur Sanne Storm, sum
starvast á Psykiatriska Deplinum á
Landssjúkrahúsinum.
Tá ein mamma verður rakt av
barnsburðartunglyndi, er tað ikki
bert hon sjálv, ið verður rakt, men
eisini barnið, makin, ja øll familjan
verður rakt av sjúkuni. Tí meta vit
tað at vera umráðandi at seta inn
við hjálp so tíðliga sum gjørligt, sigur
Sanne Storm.
Sanne greiðir frá, at fleiri av
mammunum, ið koma til viðgerð hjá
henni, siga seg merkja sjúkueyð
kennini, longu meðan tær ganga við
barninum. Samanborið við tølini frá
altjóða granskingini á økinum, eru
tað líka nógvar mammur, ið kenna
seg tunglyntar undir sjálvum
barnsburðinum, sum eftir at barnið
er komið í verðina.
– Tað, at mamman hevur angist
og tunglyndi at dragast við undir
barnsburðinum, spælir ein týðandi
leiklut fyri, hvussu mamman upplivir
barnsburðin, um barnið verður føtt til
tíðina, og um barnið trívist og tekur
uppá í vekt sum tað skal.
Tann stóra broytingin
Sum musikkterapeutur við drúgv
um royndum við mammum, ið
tørva hjálp til at koma seg frá
barnsburðartunglyndi,
kennir
Sanne Storm alt til mekanismurnar
handan sálarligar kreppur, sum
barnsburðartunglyndi jú er.
– Tað verður so týðiligt í júst hesum
málbólkinum, hvussu kroppur og
sinn spæla saman, og hvønn týdning
eitt gott netverk hevur fyri okkara
trivnað. Tey typisku sjúkueyðkennini
fyri barnsburðartunglyndi er kenslan
av angist, og tað stressar jú kroppin,
um tú í longri tíð gongur við angist.
Sum er, ber ikki til at siga, um ein
serligur bólkur av kvinnum er meir
útsettur fyri at fáa barnsburðar
tunglyndi enn annar, og tað er júst
hetta, ið granskingarverkætlanin hjá
Sanne hevur til endamáls at kanna.
Men tað er greitt, at tað eru ymisk
viðurskifti, ið kunnu spæla ein leiklut.
Eitt nú sosialar umstøður sum
bústaðarviðurskifti, fíggjarliga
støðan og netverkið við familju og
vinir.
– Summar mammur kenna
seg øgiliga einsamallar um tær
gerandisligu uppgávurnar, ið fylgja
við at hava fingið eitt barn. Í heila
tikið er tað ymiskt, hvussu vit eru
rustað til at taka ímóti so stórum
broytingum í lívinum, sum tað er at
fáa eitt barn.
Hon greiðir frá, at tað at gerast
foreldur hevur nógvar broytingar við
sær, sum byrja langt áðrenn barnið
kemur í verðina.
– Fyrst skalt tú fyrireika teg bæði
Sanne Storm
Ofta skilir mamman ikki
sjálv, hvat tað er, sum
hendir við henni og er
plágað av skuldarkenslu
Sum er, ber ikki
til at siga, um ein
serligur bólkur av
kvinnum er meir
útsettur fyri at
fáa barnsburðar
tunglyndi enn
annar, og tað
er júst hetta, ið
granskingar
verkætlanin hjá
Sanne hevur
til endamáls at
kanna.