hósdagur 30. juli 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
21
kropsliga og sálarliga uppá at vera við
barn, síðani koma fyrireikingarnar til
sjálva føðingina, og at enda skalt tú
venja teg við at hava ábyrgdina av
tínum barni. Alt hetta kann ávirka
mammuna kensluliga. Tey flestu
av okkum kenna til ella hava hoyrt
um tann stóra ’grátidagin’, sum
kemur stutt aftaná føðingina. Tað
er púra natúrligt. Tað er serstakliga
kensluborið fyri eina kvinnu at eiga
eitt barn. Men um hon ikki kemur
burtur úr hesum stóru kensluligu
túrunum, kann tað fáa álvarsligar
avleiðingar fyri hana og í síðsta enda
eisini barnið.
Barnið hevur størst týdning
Tíbetur er tað soleiðis, at tað er langt
millum tær mammurnar, ið enda við
psykosum og mugu skiljast frá sínum
børnum. Nógv tær flestu fáa viðgerð,
ið inniber samtalur og møguliga við
psykofarmaka. Nýggja verkætlanin
hjá Sanne skal gera tað enn lættari
og skjótari at hjálpa mammum í
neyð. Sanne greiðir frá, at tá kvinnur
við barnsburðartunglyndi koma á
Psykiatriska depilin, eru tær ofta illa
fyri. Men við røttu hjálpini kunnu
mammurnar koma seg skjótari, væl
at merkja um aðrir trupulleikar ikki
eru í spæli. Sum er, bjóðar Gigni seg
til at kanna allar nýggjar mammur
fyri barnsburðartunglyndi, og til
tað hevur Gigni nøkur serlig amboð
til at spyrja mammurnar um teirra
trivnað. Her verður spurt um ymisk
viðurskifti í samband við trivnaðin
hjá barninum. Eitt nú um mamman
gevur bróst, og hvussu upplivir hon
at geva bróst? Hvussu er samskifti
millum móðir og barn?
– Her vil eg siga, at yvirskotið
til barnið er tað mest umráðandi
av øllum. Er mamman stressað og
kennir, at barnið tekur alla orku frá
henni, og at barnið alla tíðina hevur
tørv á henni, kann tað koma eitt
paradoks í spæl, har mamman kennir
tað sum tvang at vera um sítt barn, og
tað kann enda við, at hon slettis ikki
vil vera um tað.
At missa fótafestið
Sanne vísir á, at barnsburðartunglyndi
kann vera trupult at staðfesta. Tað
kann vera ringt at skilja í millum,
um talan er um tunglyndi orsaka av
traumatiskari uppliving í samband
við føðingina ella um talan er um
veruligt barnsburðartunglyndi.
Eyðkennini við angist, møði og
manglandi orku til at taka sær
av gerandistingum og ikki minst
barninum kunnu eisini standast av
øðrum traumatiskum upplivingum.
– Ofta skilir mamman ikki sjálv,
hvat tað er, sum hendir við henni og
er plágað av skuldarkenslu. Kanska
plagar hon at vera sosial og ein glaður
persónur, og nú knappliga orkar hon
ikki at vera saman við øðrum fólki.
Hon leggur afturat, at sálarligar
sjúkur sum barnsburðartunglyndi
eisini kunnu vera av arvaligum
slag, men so er tað ofta í samband
við, at man hevur aðrar sálarligar
trupulleikar at stríðast við. Tí er
tað eisini umráðandi at staðfesta so
tíðliga sum gjørligt, hvør trupulleikin
hjá einstøku mammuni er.
– Einhvør mamma er ymisk, og
tørvurin kann vera líka ymiskur. Men
tað sum vit gera her, er at vit royna
at fáa hjálpina út til mammuna so
tíðliga sum gjørligt, í staðin fyri at
kvinnurnar skulu bíða við at fáa
hjálp, til barnið er komið, og tær hava
hendurnar fullar við tí.
Eitt, sum er gjøgnumgangandi
fyri kvinnur, ið dragast við
barnsburðartunglyndi, er, at tær hava
eina kenslu av at hava mist fótafestið.
Og fyri Sanne er tað umráðandi at
endurskapa kensluna hjá mammuni
av at hava tak á støðuni, og hennara
royndir við musikkterapi hava víst, at
hetta kann loysast við at gera nakrar
sera einfaldar venjingar fyri kropp og
rødd.
– Til dømis havi eg í míni egnu
terapi arbeitt nógv við røddini, og
hvussu vit kunnu arbeiða við henni
fyri at fáa tað betri við kroppinum.
Her síggi eg ofta, hvussu stóran mun
tað kann gera bara at sleppa at suffa
og at siga ’aaaaah-ljóð’ ella bara at
syngja sangir. Ljóð kann hava eina
ótrúliga positiva effekt á kroppin.
Tað er ein máti at biðja kroppin um
at taka tað róligt.
Sanne hevur fingið 1,5 milliónir
krónur til sína verkætlan. Hesir
pengarnir skulu býtast millum
luttakandi partarnir í verkætlanini,
tvs. heilsusystrina, jarðarmóðrina
og hana sjálva. Hon vónar, at
verkætlanin kann enda við at siga
nakað um føroysku viðurskiftini
kring barnsburðartunglyndi.
– Vit kenna til dømis ikki lang
tíðarárinini av barnsburðartunglyndi,
og vit vita ikki, hvør fær barns
burðartunglyndi. Men í gjøgnum
hesa verkætlanina kann eg kanna
økið nærri, og vónandi kann
kanningin siga nakað um, hvussu vit
á bestan hátt kunnu hjálpa
føroyskum kvinnum, bæði undir
barnsburðinum og í tíðini eftir
føðingina.
FAKTA:
Granskari: Sanne Storm
Heiti: cand.mag. í musikterapi, Ph.D.
Starv: Musikkterapeutur á Psykiatriska Deplinum
Stuðul: 1.500.000 krónur frá Sjúkrakassagrunninum
Hvørjum granskar tú í?
Í summar fara vit at seta fokus á gransking í Vikuskiftissosialinum. Komandi seks vikurnar fært tú soleiðis innlit í, hvat klóku
heilarnir í landinum sita og arbeiða við. Evnini spenna víða, heilt frá gøtunøvnum til barnsburðartunglyndi, men felags fyri
allar seks granskarar er, at teir hava fingið føroyskar granskingarpengar frá Granskingarráðnum. Góðan lesihug!
Fleiri av
mammunum, ið
koma til viðgerð hjá
henni, siga seg merkja
sjúkueyðkennini, longu
meðan tær ganga við
barninum
– Ofta skilir mamman ikki sjálv, hvat tað er, sum hendir við henni og er plágað
av skuldarkenslu. Kanska plagar hon at vera sosial og ein glaður persónur,
og nú knappliga orkar hon ikki at vera saman við øðrum fólki.
Myndir: Álvur Haraldsen