hósdagur 30. juli 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
22
Hvussu smakka Føroyar?
Vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vóru so heppin at sleppa uppí part, tá ið
umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar Kommunu var latin fyrr í ár. Spurningurin
Hvussu kunnu Føroyar smakka? kann sigast at vera grundin í arbeiðinum.
Tjóðhild Patursson
E
Eitt tað stuttligasta, fyri meg,
við hesi verkætlanini eru
tey nógvu góðu hugskotini
og viðmerkingarnar vit fáa
frá fólki. Nógv av viðskiftafólkunum
á Kunningarstovuni her í Nólsoy
vita eina rúgvu um plantur, nógv
meira enn eg, og geva okkum nógv
góð ráð; og samrøðurnar okkara
millum snúgva seg meira og meira
um plantur. Deiligt. Blívið endiliga
við. Hitt seinast var kjakið um hvar
bótarurtin veksur best. Bótarurtin
er vanliga ógvuliga løtt at hava í
havanum. Hon veksur væl og gerst
ógvuliga stór, men eg setti bótarurt
niður í fjørð og hóast tað var eitt
gott summar, so vaks hon einki
serligt, og í ár stendur enn verri
til. Samandrátturin frá teimum
ráðunum eg havi fingið man vera, at
hon veksur væl, men má hava lívd.
Eg fari at flyta mína á eitt betur vart
stað - at hon stendur í skugga ein
part av degnum sigst ikki at vera
ein trupuleiki, men vindin leggur
hon einki; og hann er nógvur av
her í Krákuni í Nólsoy. Eg gleði meg
at fáa meira bótarurt í næsta ár, tí
vit brúka eina rúgvu í matgerðini á
Kunnungarstovuni, so nógv at eg ofta
má fáa bótarúrt frá pápa úr Havn við
Ternuni. Takk pápi.
VIÐMERKING:
Eg veit at summar misskijingar hava verið um hvør ger uppskriftirnar vit seta í blaðið. Onkur heldur at
eg havi gjørt alt, og tað er púra skeivt. Anna Malan Jógvansdóttur, verkætlanarleiðari á
Plantuverkætlanini, eigur flestu uppskriftirnar; eg eigi nakrar, og nógvar hava vit øll á
Kunningarstovuni verið við til at skapað. Vit eru ógvuliga glað fyri at sleppa at deila hugskotini við
tykkum, og vit vóna at tað sum einaferð byrjaði sum ein tanki í einum høvdi, kann geva íblástur til nógva
góða matgerð og nógv nýggj góð hugskot. Og tit eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin at senda okkum á
Kunningarstovuni í Nólsoy hugskot og viðerkingar um plantur í Føroyum; ella tit støkka inn á gólvið.
BÓTARURT
Myndir:Tjóðhild Patursson
Bótarurt hevur, sum navnið bendir á, verið
brúkt nógv í bót - at bøta um smakkin, kann man
kanska siga. Eg ímyndi mær at føroyskur matur
einaferð hevur smakka nógv meira av bótarurt,
nógv meira enn nú. Eg havi ikki sæð bótarurt
vaksa vilt í Føroyum, men hon er ógvuliga vanlig
í urtagarðunum. Eg veit hvussu leingi bótarurtin
hevur verið brúkt í Føroyum, og eg kenni einki til
søguna um nær og hví hon er komin til Føroya, og
hvør man upprunaliga hava tikið hana við sær?
Kanska onkur vitjandi í Nólsoy fer at fortelja mær
eittsindur um tað seinni í sumar. Tað vóni eg.
Bótarurtin smakkar eittsindur sum kardemumma,
men meira urtakent. Eg ímyndir mær at bollar
við bótarurt høvdu smakkað væl, eittsindur sum
kardamummu-bollar, men ‘grønari’. Kanska eg
fari at royn tað til næsta føðingardagin. Eg trúgvi
eisini at hon hevði hóska seg væl í dessertum
- í smáum mongdum. Tað ætli eg mær eisini at
royna. Einaferð í framtíðini. So nógvar ætlanir
og so nógvir dreymir. Gott at lívið er langt.