hósdagur 30. juli 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
23
FISKAPAKKAR
VIÐ BÓTARURT
Vit hava leingi arbeitt
við eini bíligari og meira
gerandisligari útgávu av
vælumtóktu fiskapakkunum
vit servera til døgurðar
á Kunningarstovuni í
Nólsoy. Hugskotið til
fiskapakkarnar við eplum
og bótarurt er sprottin úr
kærleikanum hjá Onnu
Maluni fyri eplum. Vit vóna
at kunna at byrja at servera
pakkarnar fyri nólsoyar-
vitjandi seinni í summar.
Men, sum vit so ofta taka
til her í summar: So nógvar
ætlanir og so nógvir dreymir.
Gott at lívið er langt. Verður
tað ikki í ár, so verður tað í
næstaár.
Til fýra pakkar:
1 kg av saltsprongdum
toskaflaki við skræðu.
8 stór epli
4 hvítleyksfet
2 stórir nevar av hakkaðari
bótarurt
2 stórir nevar av hakkaðum
turkaðum ella feskum
hvannbløðum
Olja
Sker fiskin í fýra pettir. Legg fiskapattini á hvør sítt
bakipappír. Hakka eplini og hvítleykin smátt. Vend við
olju, hakkaðu bótarurtini og hvonnini (onkuntíð koyra
vit eisini arva í, fyri at fáa meira grønt). Bind band um
fiskapakkarnar og grilla á grillini í ca 15-20 min. Ella í
ovninum, tað tekur eittsindur longri tíð.
Serverað við súróma (kanska við enn meira hakkaðari
bótarurt?). Smakkar óiva væl við eittisndur av sitrón eisini.
BÓTARURTASALT
Tað ber væl til at turka bótarurt, men eg haldi at ein partur av
smakkinum hvørvur, sum við so nógvum øðrum urtum. Anna
Malan hevur gjørt okkum á Kunningarstovuni bótarurtasalt,
og eg haldi at smakkurin verður nógv betur varveittur
soleiðis. Koyr salt og bótarurt í hvirluna. Nógv salt og nógva
bótarurt. Hvirla til grønt salt. Um tað er ógvuliga vátt er gott
at turka tað eina løtu. Í einum tummum lagi á eini bakiplátu. Á
borðinum ella við lágum hita í ovninum.
BÓTARURTAPOPPKORN
Ger poppkorn sum vanligt. Í eini grýtu. Ella í mikroovni - tá við
einum pakka uttan salt.
Kór bótarurtasalt útyvir poppkornini. Mær dámar væl at
koyra eittsindur eyka av turkari bótarurt omanyvir. So
smakkar tað enn meira av bótarurt.
Eg vóni at vit fáa høvi at servera bótarurtapoppkorn á ovastevnu, og
kanska eisini við hvonn. Men vit fáa at síggja um orkan strekkjur til.
Annars verður tað í næstaár. Ja, tað er gott at lívið er langt.
TIPS: Eg havi hoyrt (Aftur frá einum av okkara viðskiftafólkum.
Takk!) at bótarurta-te við sitrón smakkar væl, og at tað er gott ímóti
forkølilsi. Eg havi enn ikki roynt tað, tí eg havi verið so heppin at
sleppa undan forkølilsunum í summar, men tað fari eg heilt víst at
royna í vetur.