Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. juli 2015 sosialurin 86 24 NØVN Føðingar Dánjal Norðberg, 90 ár Tann 31. juli fyllir ein kendur hval­ bingur í Havn, Dánjal Norðberg, 90 ár. Dánjal er sonur Niels Paula og Mikkalinu Norðberg. Tey fingu 11 børn, 9 dreingir og 2 gentur. Tey vóru upp til sekstan fólki í húsi. Har búðu eisini omman og abbin umframt ein arbeiðsgenta. Við øllum sínum systkjum hevur Dánjal upplivað eitt ríkt heim við einum góðum saman­ haldi, men eisini eitt heim, har tað var neyðugt at duga at húsast. Systkini vórðu vand at arbeiða. Genturnar hjálptu til í húsinum, og dreingirnir vórðu koyrdir oman í kjallaran at bøta trol. Hetta er ikki tað ringasta at hava í førninginum. Dánjal er ein maður, sum er lættur at koma at kenna. Tann, sum fyrst er komin í prát við hann, kemur eisini at kenna hann. Hann er jú sera prátingarsamur og vinsælur maður. Dánjal er eisini ein fróðarmaður, sum veit nógv at siga frá. Hetta sóu okkara lesarar fyrr í ár í greinarøðini um skaðagrindina í Sandvík í 1915. Tá mistu bæði foreldrini hjá Dánjali hvønn sín beiggja. Dánjal kennir tí væl hesa søgu, og hann átti sín fittliga part í umrøddu frásøgn. Skraddarin fór í kolið Sum ungur fór Dánjal at læra til skraddara, hetta arbeiddi hann í mong ár. At vera skraddari var ikki bert at bøta einar buksur. Nei, her vórðu seymaðir klædningar og frakk­ ar og annað, sum hoyrdi til. Hann hevði fleiri fólk í arbeiði. Seinni kom hann at arbeiða í fleiri ár sum formaður í kolinum í Hvalba. Hann umboðar her eina ment­an og eina søgu, sum eigur at verða varðveitt. Í hansara tíð vóru 9 minur, og tað arbeiddu upp til 20 mans í hvørji minu. Tað valdaðist nakað, hvussu nógvir mans vóru til skips. Lønirnar vóru eitt slag av akkord, so nógv valdaðist m.a. av hvussu tjúkk kolalindin var. Lønarlagið var eisini ymiskt frá minu til minu. Fyri summar varð rindað fulla úrtøkan av framleiðsluni fyri hvørja viku, meðan aðrar javnaðu inntøkuna yvir eitt longri tíðarskeið. Aftaná eitt omanlop í minuni fekk Dánjal ein slíkan skelk, at hann gavst. Veit alt um grind Dánjal var í 12 ár ein av grindaf­ ormonnum í Hvalba, og er tað nakar, sum veit alt um grind, so er tað Dánjal. Hann er serfrøðingur í at fáa grind og spik til sættis. Hann er eisini meira enn fegin um at læra frá sær til tey ungu. Tað kann okkara húski skriva undir upp á! Pápin var kendur trolaramaður, og beiggjarnir komu at gerast fiskimenn og fiskivinnumenn, og hetta hevur eisini sett síni spor í Hvalba. Dánjal gjørdist tó »bert« skraddari, og hetta píndi hann, tá hann hevur hoyrt beiggjarnar reypa um sína tíð á sjónum. Tá kundi hann ikki rættuliga leggja uppí kjakið! Men Dánjal slapp sær til skips í sínum eldru døgum. Hann var nakrar túrir við trolaranum Mýlingi. Og tað var eftir, at brøðurnir vóru givnir á sjónum. Nú hevði hann hetta fram um beiggjarnar tá ið tosað var um sjólívið! Men Dánjal hevur verið nógv í báti, og her eru ikki nógvir sum taka hann. Serliga er ein hending, sum er verd at nevna. Ein dagin ringir ein granni í Hvalba til hansara og sigur, at ein sonur hansara saman við einum svági vóru farnir út við einum 8 manna­fari. Tað var blivin nógvur vindur av landsynningi, og báturin var uppstoppaður. Teir royndu at kasta varp út, men tað hjálpti einki, tí har var sandbotnur. So nú róku teir móti landi, og tað kundi enda við øllum. Dánjal reyk avstað oman til sítt fýramannafar, loysti og setti kós móti rekandi bátinum. Her var væl manøvrerað, tí tað eydnaðist øðrum av monnunum at leypa umborð til Dánjal við einum enda, og teir fingu togað hin bátin til lands. Hetta var eitt avrik, sum eisini varð virðismett av tryggingini. Dánjal fekk eina fittliga bjargingarløn, hóast hetta als ikki hevði verið í huganum hjá honum. Kúgvin mátti gista í Havn Ein stuttlig søga hjá Dánjali er, tá ið hann umleið 1950 keypti eina kúgv í Kollafirði. Hetta var ikki bara sum at siga tað. At koma til Kollafjarðar við Smirli og báti hjá mjólkaforsýningini var sínar sakir. So skuldi farast úr Kolla­firði til Havnar við kúnni. Men tað slapst ikki til Suðuroyar sama dag. So nú var at fáa innivist í Havn, eisini fyri kúnna. Rubek, av­ greiðslumaðurin í Vágsbotni, helt, at kúgvin kundi saktans »gista« hjá Heina Kjøt, sum hevði sláturvirki! Dagin eftir fingu Dánjal og kúgvin fart til Tvøroyri, og so fóru tey bæði, Dánjal og kúgvin, til gongu um fjøll til Hvalbiar. Hetta mann vera ein søga, sum er heilt óskiljandi hjá abba­børn­ unum eins og hjá øðrum í teirra aldri! Dánjal hevur eisini allar sínar dag­ ar verið trúgvur i Brøðrasamkomuni, fyrst í Hvalba og síðani í Havn. Familjan Dánjal giftist við Marnu, sum var ættað úr Porkeri. Tey fingu fýra døtur. Malan, doyði 4 ára gomul av van­lukku. Hinar eru Jórun og Malan, sum búgva í Havn, og Ella, sum býr í Klaksvík. Marna doyði í 1993, og í 1995 giftist Dánjal við Sólgerð, og hann flutti til Havnar. Hetta skuldi verið hart hjá einum slíkum bygdarmanni, men væl hevur borið til. Í dag er Dánjal ein býarmynd í Havn, men framvegis og er hann ein rættur hvalbingur! Sólgerð er kanska tann meira friðarliga og jarðbundna av teimum báðum. Men væl riggar, og tey hava eitt sera hugnaligt og gott heim. Her skal høvið verða nýtt at ynskja báðum hjartaliga tillukku. Tað er stuttligt at kenna tykkum bæði! ó. 14. juli fingu Osla Lydersen og Arngrím Witt Falkvard, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3360 gr. 17. juli fingu Rakul og Høgni eina lítlasystur. Hon var 51 cm long og vigaði 3560 gr. Foreldrini eru Rannvá á Steig og Jónleif Johannesen, Klaksvík. 22. juli fingu Morten og Petra Petersen, Kvívík, eina dóttur, sum var 49 cm long og vigaði 3260 gr. Her er Dánjal við at sýna sínar grindlykkjur