Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. juli 2015 sosialurin 86 26 Óli Jacobsen Tróndur Eysturstein: Tá ið menn av Kirkju lógu veður­fastir í Urðini í Fugloy Tað eru fleiri kendar frásagnir um hvalbingar, sum hava ligið veðurfastir i Lítlu Dímun. Men tað er minni kent, at hetta er eisini hent í Fugloy Fyri kortum var nokk so nógv frammi áhuga­ verdu frásagnirnar um tær ferðir hvalbingar hava ligið veðurfastir í Lítlu Dímun. Men tað er ein onnur minni kend søga um, at tað sama er hent úti í Fugloy fyri umleið 140 árum síðani. Hesa frásøgn hava vit fingið frá Tróndi Eysturstein í Leirvík, sum er ættaður úr Hattarvík. Tróndur hevur fingið frásøgnina frá ommu síni, Ata Zachariassen, sum var ættað av Kirkju, fødd 1863. Hon hevði eitt so sera gott minni. Ata gjørdist meira enn 80 ár, og Tróndur plagdi at lurta, tá ið hon greiddi frá tí, hon mintist. Ata var av eini kendari ætt í Fugloy. Ein beiggi var Símun Mikal, sum var ein kendur lærari. Ein annar beiggi var Søren Pram, sum var pápi teir kendu Sørensen brøðurnar Eliesar, Líggjas, Mourits, Pætur Franklin og Zacharias, sum var kendur fyrstilærari í Havn. Systrarnar vóru Sigga, Signa og Sunneva. Ata giftist í 1890 til Hattarvíkar við Johan Fr. Petersen. Hann var uttan av Oyri og kom til Fugloyar sum húskallur umleið 1885. Teirra næstyngsta barn var Axel f. 1898, sum giftist við Miu av Eiði, sum var komin út til Hattarvíkar at vera arbeiðskona. Pápi hennara var Andrass í Pállstovu, sum var ein kendur undangongumaður í útróðri til lands á Eysturlandinum í Íslandi. Hann er fyrr um­ røddur í hesi røð. Mia og Axel fingu børnini: Johan f. 1920. Búsettist í Norðdepli, kendur sum Bella Johan. Solveig f. 1922, giftist til Svínoyar Elias (Líggjas) Vágslíð,f. 1924, giftist til Klaks­ víkar Mikkjal Miðalberg f. 1926, búsettist í Norð­ depil. Í 1996 varð givin út bókin Staðarnøvn í Fugl­oy, sum vóru savnað av Mikkjali. Tað vóru ikki færri enn 1.000 staðarnøvn, sum síggjast á myndum í bókini. Hetta er ikki hissini avrik. Í somu bók er eisini Kvøða til Hattarvíkar, sum Mikkjal hevur yrkt, og sum Dánjal Eystur­ stein, sonur Trónd, hevur gjørt lagið til. Malena Frederikke f. 1927, giftist til Hvanna­ sunds Andreas í Pállstovu f. 1929, ógiftur Tróndur f. 1931 Signy f. 1935, giftist til Vágs. Tað eru bara Tróndur og Signi enn á lívi. Veðurfastir í Urðini Henda frásøgnin er frá 1870-unum, tá ið menn av Kirkju lógu veðurfastir í Urðini, norðantil á oynni. Hetta hevur verið í fleygatíð á sumri. Tað liggur fast, at hetta hendi frá ein týsdag til tann komandi sunnudagin. Frá gamlari tíð hevur tað verið so, at menn av Kirkju og úr Hattarvík hava »átt urðina« annaðhvørt ár. Tá ið menn fóru í urðina var tað vanligt at liggja nátt ella kanska tvær. Teir vóru førdir við báti, og í hesum førinum skuldi bátur koma aftur eftir teimum mikudag. Men mikudagin var ruskveður og brim í Urðini. Tað var tí ikki hugsandi hjá teimum at fara eftir monnunum. Tað bar heldur ikki til at síga eftir teimum frá landi av. Teir vóru 8 mans, men tann einasti Tróndur veit um, er ommubeiggi sín, Elias, sum var nakað veikur. Menninir vórðu sjálvsagt ikki gloymdir av fólkinum í bygdini. Gingið var hvønn dag norð í bergið oman fyri Urðina, har matur og heit klæði vórðu blakað til teirra. Hetta var um ein tími at ganga hvønn vegin. Tey føroysku klæðini eru komin heilt væl vil. Menninir høvdu eingi hús ella skýli at halda til í. Teir máttu finna sær lívd sum frægast undir berginum. Fyri at halda hitanum plagdu teir at dansa og kvøða. Onkuntíð kundu teir eisini berjast fyri at halda hitanum. Sunnudagin batnaði veðrið. Hetta merkti, at kirkjugongdin varð avlýst hendan dagin, nú ráddi um at fáa bjargað monnunum. Hetta gekk eisini av besta slag og menninir komu heim í øllum góðum. Ein ringur túrur hjá Jóhan abba Tróndur veit eisini frá øðrum hendingum. Jóhan, abbi hansara, plagdi at siga frá einum serliga ringum útróðrartúri. Teir vóru farnir til útróðrar sunnanfyri, tá ið hann brast á við illveðri av lágætt. So ringt var í sjónum, at teir fingu ongantíð vent bátinum undan ættini. Teir máttu tí halda bátin upp í móti brotunum og skjóta á inn móti landi. Soleiðis komu teir til lands í øllum góðum, men hetta var ringasti túrur, hann hevði verið á sjónum. Drama í torvi Tróndur kann eisini greiða frá eini dramatiskari hending, hann sjálvur var partur av. Hetta var eina ferð tey fóru Yvir á Dal í Svínoy at arbeiða torv. Fugloyingar skóru nógv torv í Svínoy, tí her var torvið nógv betri enn í Fugloynni. Her mátti farast millum oyggjarnar við báti. Tey nógvu fyrstu árini vóru árarnar álitið. Tí var tað eitt stórt framstig, tá ið teir fingu pá­ hangsmotor. Henda dagin, tey skuldu í torv, vóru menn­ inir burtur til skips, sum vanligt var hesa ársins tíð. Við í bátinum vóru fleiri børn umframt konufólk og tveir eldri menn. Tá ið tey skuldu fara avstað úr Hattarvík fekst motorurin ikki at starta, so tey róðu Yvir á Dal. Her varð báturin drigin uppá land, meðan arbeitt varð. Tað vísti seg, at orsøkin til, at motorurin ikki startaði, var, at ein ventilur var skitin. Hann varð reinsaður, áðrenn farið varð aftur til Fugl­ oyar. Báturin var drigin á sjógv aftur, og fólkið kom í bátin. Tá ið komið var frá landi, vísti tað seg, at ventilurin lak bensin, og knappliga festi eldur í. Her mátti berast skjótt at. Tróndur, sum var 14 ár, loysti motorin og helt hann undir í sjógv, inntil eldurin var sløktur. Tað vísti seg, at eldur eisini var komin í kjølin. Tað eydnaðist at sløkkja hann, áðrenn motorurin var tikin inn aftur í bátin. Tey máttu so rógva aftur til Hattarvíkar. Hetta tók um ein tíma. Men her kundi verið stórskaði. Hóast tað var opið hav millum Fugloy og Svínoy, so hendi ongantíð nakar mannskaði í hesum torvarbeiði og -flutningi, hóast tað onkuntíð kundi standa á. Menn dugdu væl at nýta vit og skil. Siðsøga Elisabeth og Tróndur saman við børnunum v.f. Axel, Maria, Olga og Dánjal