Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. juli 2015 sosialurin 86 27 Komandi partur Í komandi viku kemur 10. og seinasti partur av frásøgnini hjá Øssur Debes. Her er hann m.a. á haruveiðu Útróðrarmenn settu upp Annars kundi tað hava sínar trupulleikar at rógva út í Fugloy. Tað var ikki altíð, at møguleiki var at koma at landi í heimbygdini, tá komið var heim aftur. Var ikki komandi at landi í Hattar­ vík, so varð roynt á Kirkju. Men tað var heldur ikki altíð, at tað bar til. So kundi ein møguleiki vera á Skarðsvík norðantil á Fugloynni. Men tað var heldur ikki altíð, at hetta var so lætt. Í 1870 hendi ein vanlukka á Skarðsvík, tá ið teir royndu at seta upp har. Tá kom eitt óløgi, sum holvdi bátin. Tann 13 ára gamli Jógvan í Innistovu var farin til gongu til Skarðsvíkar ímóti teimum. Tá ið hann er komin so langt, at hann sær oman í víkina, sær hann, at báturin koppar, tá teir skulu draga hann. Har var urð fyri og ringt at lenda. Jógvan fer rennandi til hús. Hann var so skakaður, at hann kom rennandi inn í roykstovuna og blakaði seg upp í seingina. Men so fæst úr honum, at báturin er hálvdur. So fóru tey at vita, hvussu vorðið var. Beiggi Jógvan, Mikkjal Petur, kom undir bátin. Hann kom ikki fyri seg aftur, og hildið var, at hann fekk deyðamein av hesum tilburði. Annars plagdu teir at blaka fisk upp á land í Skarðsvík á einum stað, sum varð rópt Lendingsskor. Kirkjumenn og hattarvíkingar høvdu neyst og hjallar í Skarðsvík, og her varð fiskur eisini turkaður í gamlari tíð. Men tað var ikki hissini stríð at fáa fiskin til hús. Tað vóru eisini 2-3 tímar at ganga. Jólaskipið Ein ógvuslig hending í barndóminum hjá Tróndi var, tá ið jólaskipið gekk burtur í Fugloyarfirði 7. desember 1941. Hendingin sást ikki úr Hattarvík, men tað var skjótt, at hesi ófrættatíðindi frættust. Malan, systir Trónd, var tá stødd á Kirkju. Hon sá alla tilgongdina. Har sóu tey, tá ið manningin fór fram á bógvin. Síðan fór hon á tveir flakar, men eingin maður slapp undan við lívinum. Hetta var so óhugnaligt, at tey eldru í bygdini á Kirkju vildu ikki lata børnini síggja hetta, sum gekk fyri seg. Brøðrasamkoman í Fugloy Foreldrini hjá Tróndi gjørdist partur av brøðra­ samkomuni í Fugloy. Á Kirkju vóru tey eisini fleiri. Tey vóru so mikið mong, at sam­komu­ salur varð bygdur á Kirkju. Tað var so gingið úr Hattarvík til Kirkju á møti. Hetta tók um ein hálvan tíma hvønn vegin eftir bakkanum. Tað plagdu at koma fremmandir prædiku­ menn út til Fugloyar. Eisini plagdi báturin Sendiboðið at koma við Klaksvíkingum út at halda møti. Serliga minnist Tróndur eina ferð, at Sendiboðið var komið út á Kirkju. Tá fóru nakrir teirra til gongu til Hattarvíkar at halda møti har. Tróndur minnist Essa Johannesen, John Høj og Torbjørn Marstein. Aftaná komu teir inn til teirra at fáa ein bita. Hetta var ein forkunnug og vælkomin vitjan. Nú er salurin ikki í brúki longur, men fleiri fugloyingar hava gjørt vart við seg í Brøðra­ samkomuni aðra staðni í Føroyum. Eitt minni er um gamla Sloan í Hattarvík. Hetta er Sloanssteinur, sum er í kirkjugarðinum. Her setti Sloan seg eina ferð, hann var til eina jarð­ar­ferð í Hattar­vík. Og steinurin hevði fingið sítt navn! Samskifti millum bygdirnar Annars var nógv samskifti millum bygdirnar báðar. Á jólum komu fólk av Kirkju til Hattar­ víkar, og á trettandu fóru hattarvíkingar yvir til Kirkju. Tróndur fór ikki til skips, men 15 ára gamal fór hann til Havnar. Hann fór at læra til timb­ ur­mann hjá Lamhauge & Waagstein. Hetta var ein ring tíð í Føroyum í 1950-unum og kanska serliga í Havn. Tróndur minnist til dømis, at tá Tjaldrið og onnur skip komu, møttu kanska einir 150 mans upp á keiini í vón um at sleppa at lossa. Men tá tað bert var brúk fyri 30 monnum, máttu allir hinir fara til húsa aftur. Summir teirra høvdu tó tráðu við sær. Teir fóru so á seiðaberg fyri at kunna fáa til døgurðan tann dagin. Hesar trongu tíðir merktust eisini hjá eini byggifyritøku sum Lamhauge & Waagstein. Har vóru átta mans í arbeiði, men tað var bara bara brúk fyri fýra. Tískil skiftust teir um at arbeiða aðra hvørja viku. Skómakarin sum bleiv langabbi abbabørnini Í Havn kom Tróndur at ganga á møti í Ebe­ nezer. Har kom hann at kenna ymisk fólk, mill­um onnur Pola skómakaran, sum var pápi Háberg brøðurnar. Tí var tað so rímiligt at fara til hansara, tá ið skógvar skuldu umvælast. Gingið var ofta í skónum, til teir vóru heilt slitnir. Tess meira var at gera við teir hjá skómakaranum. Tróndur fór eina ferð til Pola við skónum og fekk at vita, nær hann skuldi koma eftir teimum. Tá hann kom aftur, mátti hann við­ ganga, at hann hevði ikki pengar við sær, men hann skuldi koma aftur, tá ið hann hevði nóg mikið. Poli spurdi so Trónd, hvussu nógv hann átti. Jú, 5 krónur. »Jú, men so fært tú tað fyri 5 krónur«. Hetta var munandi minni enn prísurin var. Hetta gloymdi Tróndur ikki Pola. Men Poli var kendur sum eitt gott menniskja. Hann gjørdi fyrst skógvarnar hjá teimum, sum ikki áttu aðrar skógvar. Hann tók eisini minni enn vanligan prís frá teimum, har ráðini ikki vóru so góð! Lítið ánaði Tróndur tá, at Poli seinni í tíðini skuldi gerast langabbi til tvey av hansara egnu abbabørnum, Knút og Sunnevu! Hava verið gift í 60 ár Tróndur gjørdist leirvíkingur. Meðan hann arbeiddi í Havn hitti hann Elisabeth, sum tá gekk á háskúlanum. Tey komu at kennast, men trupulleikin var tann, at genturnar á há­ skúlanum skuldu vera inni kl. 23. Men so kom ólavsøkan, og tá kundu tey vera úti alla náttina. Tá var skjótt, at tað var leyst og liðugt! Tey giftust 2. august 1955. Tróndur hevur ar­ beitt sum timburmaður alla sína tíð. Tey fingu fýra børn: Dánjal f. 1956, Axel f. 1959, Maria f. 1965 og Olga f. 1975. Abba- og ommubørnini eru Knút, Sunneva, Karolina, Lena, Tróndur, Bruno, Dina, Ester, Jan, Bjarni og Sámal Petur. Langabba- og langommusonurin Dánjal var føddur 7. juli. Sunnudagin hava Elisabeth og Tróndur 60 ára brúdleypsdag diamantbrúdleyp. Vit takka Trónd fyri frásøgnina og ynskja teimum hjartaliga tillukku við hesum stóra degi. Ata saman við verdóttrini Miu, ættað av Eiði, og ommudøtrunum Solveig, standandi v.m., og Maluni Fugloy. Á kortunum sæst norðan til Urðin Mikla og Skarðsvík Urðin Mikla. Nummar 7 á myndini er Nýggjurð, á leið har menninir av Kirkju lógu veðurfastir