Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 • leygardagur • 24. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Umstøðurnar hjá áskoðarunum undir kappróðrinum á Ólavsøku eru væl betri, enn tær hava verið, men formaðurin í HR heldur, at tað hevði verið hugaligt, um tað hevði borið til hjá áskoðarunum at fylgt við á øllum teininum ÓLAVSØKU- KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað er stórur spenningur hjá áskoðarunum, tá ið teir fara at hyggja eftir ólav- søkukappróðrinum. Men tað er eingin loyna, at um- støðurnar kundu verið betri at fylgt við kappingunum, hóast tær eru munandi batnaðar seinnu árni, og hóast tær á Ólavsøku kanska eru betri, enn tær eru nakra aðra staðni. Umstøðurnar eru batn- aðar á tann hátt, at tað nú ber til at standa í fleiri røð- um og fylgja við síðsta endaspurtinum í hesum róðrarárinum. Havnar Róðrarfelag hevur seinastu árini bygt áskoðarapláss burturúr plattum á Molan- um. Tað fara teir eisini at gera í ár. Longdin er umleið hálvt hundrað metrar ella meiri enn tað, og tað ber til hjá einari rúgvu av fólki at standa her og fylgja við. Men tað er framvegis soleiðis, at áskoðararnir bara eru eygnavitni til ein lítlan part av róðrinum. Størsti parturin av tíðini fer til at fylgja við í útvarp- inum, og so er tað hugnin at standa saman við øðrum kappróðrarhugaðum. Hann er ikki minst treytaður av, hvussu veðrið er. Tað møta altíð nógv upp til ólavsøku- kappróðurin, men tað er munur á, at fjøldin er størri, tá ið veðrið er gott, enn tá ið tað er minni gott. Dreymurin Tey seinnu árini er tað vorðið alt meiri vanligt, at stórskíggi verður nýttur. Á stóru fótbóltsvøllunum kring Europa eru heilt stór- ir stórskíggjar, har tað ber til hjá áskoðarunum at endursíggja spentu støð- urnar á sama hátt, sum tað ber til hjá teimum, sum sita heima í stovuni og framm- anfyri sjónvarpið. Enn er hetta ikki aktuelt í kappróðrinum í Føroyum, og tað er ivaleyst fyrst og fremst ein spurningur um pengar, tí tekniskt ber so nógv til í dag, sum var óhugsandi fyri ikki so lang- ari tíð síðani. Men formað- urin í Havnar Róðrarfelag, Heðin Hansen, er við uppá tað, tá ið vit bera hugskotið frá einum sera áhugaðum áskoðara á bygd víðari til hansara: – Tað hevði verið fantast- iskt, um vit kundu havt stórskíggjar ymsa staðni kring kappróðrarøkið, har tað bar til at fylgja við í øll- um róðrinum. Men so skuldi tað bara borið til at fylgt við hjá teimum, sum frammanundan høvdu goldið fyri at síggja kapp- róður, er formaðurin í HR skjótur at leggja afturat. Hann droymir um, hvussu hugaligt tað verið, um stór- skíggjar vóru á Molanum, undir Skipafelagnum, í Tinganesi, á ískeiini, har alt fleiri hava savnast seinastu árini og kanska eisini á Argjahøvda, har nógv argjafólk plaga at savnast fyri at geva teirra bátum ein kikkstart, sum tað plagar at verða tikið til. Gongdin higartil í ár leggur upp til, at tey á Argjahøvda verða ikki færri hesa ferð, enn tey hava verið hini árini. Men hetta er veruleika- fjart? – Í dag er hetta veruleika- fjart. Men tað hevur so ofta víst seg, at tað, sum er veruleikafjart so skjótt kann gerast veruleiki. Havnar Róðrarfelag hevur mann umborð á útvarps- bátinum, sum tekur allar róðrarnar upp á video. Millum róðrarfólk er sera stórur áhugi fyri at fáa eitt kopi av hesum við sær til hús aftur, og eg havi skilt, at tað verður nógv hugt eftir hesum upptøkunum. Jú, vit mugu ásanna, at beinleiðis varping av øllum róðrunum frá Argjahøvda og inn undir Skipafelagið á stórskíggja er dreymur og ikki veruleiki. Men tað hevði verið optimalt, um tað gjørdist til veruleika, droymir Heðin Hansen saman við bygdarmannin- um, sum í vikuni ringdi til okkara við hesum hugskot- inum. Ymsir mátar Tað tykist vera eitt sindur ymiskt, nær manningarnar halda, at síðsta venjingin skal vera undan ólavsøku- róðrinum. Onkrir flota longu í dag bátin til síðstu venjingina í hesum kapp- ingarárinum, og aðrir fara eisini at venja í morgin. Ólavsøkuaftan er ikki fyrrenn mikudagin, og vit hava hoyrt frá onkrari manning, at teir ætla sær eisini at venja mánadagin. Tá ið tað fyrr í summar hevur verið kappast leygar- dagin, hava flestu manning- ar vant síðstu ferð hós- kvøld, men onkur hevur eisini vant fríggjakvøld. Dreymurin er at fylgja øllum róðrunum beinleiðis á stórskíggja Dreymurin er, at tað skal bera til at fylgja við kappingini á øllum róðrarteinunum 15 14 Nr. 140 - 24. juli 2004 KÍ-smádreingir á altjóða fótbóltfestival Hesa seinastu tíðina hava nakrir sera spentir KÍ-smá- dreingir verið at sæð á fótbóltsvøllinum í Klaksvík tíðliga hvønn morgun. Nú ræður nevniliga um at fínpussa taktikk og annað, tí sunnumorg- unin fara teir til År- hus at luttaka í eini stórari altjóða fót- bóltskapping FÓTBÓLTUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Teir hava summarfrí og høvdu annars ivaleyst ligið í songini hesa tíðina á døgninum. Men sjálvt um klokkan bara er 10 henda fyrrapartin, og tað oysregn- ar, hómast nakrir KÍ-smá- dreingir á vøllinum gjøgn- um allan mjørkan. Nú er ikki at sova, tí hetta er ein av seinastu møguleikunum, teir hava, at fínpussa spæl- ið, áðrenn farið verður á al- tjóða Football-Festival í År- hus. Støðið á venjingini er høgt, og tað er alt hitt eis- ini. Spildurnýggju fótbólts- búnarnir eru klárir, og er nakað, teir ivast í, er bara at fara inn á heimasíðuna www.football-festival.dk, har kappingarskráin longu eru at síggja, og øll onnur tíðindi allatíðina verða dag- førd. »Komið og spælið!« KÍ-smádreingirnir eru sum vera man ógvuliga spentir. Teir hava klárað seg rætti- liga væl í ár og gjørdust vinnarar av steypakapping- ini, so sjálvsálitið er í topp. Og tað fáa teir eisini brúk fyri, so teir ikki hvørva millum hini umleið 100 lið- ini úr allari verðini, sum verða við í fótbóltskapping- ini í Århus. Ongin ivi er um, at tað er fótbóltur, hendan altjóða Football-Festival fyrst av øllum snýr seg um. Um- framt sjálva kappingina kunnu dreingirnir nevniliga eisini gleða seg til at síggja ein uppvísingardyst millum tvey altjóða oddalið og at hitta onkrar av teimum heilt kendu fótbóltshetjunum. Men luttakarnir sleppa eisini at verða saman um annað enn fótbólt hesar dagarnar í Århus. Undir heitinum »Komið og spæl- ið!« eru dagarnir nevniliga skipaðir sum ein festivalur við konsertum, diskotekum og øðrum undirhaldi um kvøldarnar, har teir fleiri túsund luttakarnir kunnu taka sær av løttum og fáa møguleika at knýta nýggj vinarbond. Eldhugaður foreldrabólkur Í ferðalagnum verða trý foreldraumboð við, sum mugu sigast at hava ein sera virknan og ágrýtnan for- eldrabólk aftanfyri seg. Longu tíðiliga í ár fóru tey holt við at savna pening inn til ferðina við tiltøkum sum tombola og stuðulsrenning, og beint fyri Norðoya- stevnu vóru foreldur og dreingir at síggja í gøtunum í Klaksvík við trillibørum og kustum, tá tey hjálptu at rudda býin fyri kommun- una. – Stuðulin frá foreldr- unum hevur gjørt okkara arbeiði ómetaliga nógv lættari, sigur Finn Johan- nessen, sum saman við Hans Jacob Heinesen er venjari hjá KÍ-smádreingj- unum. – Vit eru sloppnir at brúka alla okara orku uppá venjingina, og nú vit fara avstað, nýtist okkum ikki at hugsa um nakað annað enn spælið og sjálva kapping- ina. Tað hevur ótrúliga nógv at siga, at venjarnir ikki skulu ganga og hugsa um, um klæðini nú eru vaskaði ella um dreingirnir nú fáa okkurt ordiligt at eta, sigur Finn. Alt slíkt taka tey trý for- eldraumboðini sær av. Tey hava býtt liðið í trý, soleiðis at tey hava ábyrgdina av 5- 6 dreingjum hvør. Tey fara at halda eyga við øllum frá songartíðum til pengarnar hjá dreingjunum, so for- eldrini, sum verða eftir heima, heldur ikki nýtast at hugsa um nakað. Leygar- morgunin verða tey boðin til seinasta felags foreldra- fundin, og eftir at dreingir- nir eru farnir, kunnu tey og onnur fram- vegis fylgja teimum á heima- síðuni www.finneverton- .com, har úrslitini av kapp- ingini verða dagførd hvønn dag. KÍ-smádreingirnir skulu spæla sín fyrsta dyst mána- dagin kl. 16.50, og síðani verður spælt næstan uttan steðg restina av vikuni. Teir koma aftur næsta leygar- dag, uttan iva móðir og troyttir, men heilt vist eina stóra uppliving ríkari. Vit á Sosialinum ynskja KÍ-smádreingjunum góðan túr og góða eydnu i kapp- ingini. Mikukvøldið koma Skálaberg aftur á Klaksvík við knøppum 1000 tonsum av skráskornum kongafiski. Í løtuni liggur hann á Kósini og leggur veiðuna upp. Ar- beiðið gongur skjótt og væl, siga landar- arnir, sum fríggjamorgunun høvdu fingið umleið helvtina av lastini í land. Kongafiskurin verður útfluttur til Japan og Kina, har prísurin plagar at vera heilt hampiligur. Hanus Hansen, reiðari, hevur ikki tey heilt neyvu tølini enn, men sigur, at prísurin eru betri, enn hann var í fjør. Skálaberg fór í Irmingarhavið 10. mei, og burtursæð frá onkrum smávegis trup- ulleikum við spælinum, hevur alt riggað, sum tað skal. Steðgurin heima verður stuttur hesuferð. Eftir ætlan fer Skálaberg longu avstað aftur 27. juli. – Vit kundu sjálvandi allir hugsað okk- um at verið heima á Ólavsøku, men vit hava tíverri ikki tíð at bíða longur, sigur Hanus, sum sjálvur verður við ein part av næsta túri, tá leiðin gongur í Barentshavið eftir toski. -ave- Skálaberg heim við 1000 tonsum av kongafiski Tey umleið 1000 tonsini av kongafiski, sum Skálaberg í løtuni leggur upp á Kósini í Klaksvík, verða útflutt til Japan og Kina, har prísurin er heilt hampiligur KÍ-smádreingirnir. Aftast frá vinstru: Bárður Heinesen, Andrias Ellingsgaard, Páll A. Kletts- garð, Árni Petersen, Hjalti Heðinsson, Eli Simonsen, Jógvan Isaksen og Bogi Jacobsen. Fremst frá vinstru: Pól J. Poulsen, Sámal Olsen, Daniel Hákunsson Dam, Óli Jacobsen, Eilif Arge, Eli Andreasen, Jan Elmar Søren- sen og Teitur Fles Mjørki og regn hava ikki forðað KÍ-smádreingjunum at møta upp til venjing tíðliga hvønn morgun seinastu dagarnar Venjarnir Finn Johanessen og Hans Jacob Heinesen við steypinum, sum KÍ-smá- dreingirnir vunnu í steypa- kappingini í ár C M Y K 14