leygardagur 24. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 140 - 24. juli 2004
Í dag fer FCK at vera
við til at seta sjøtul á
nýggja kappingar-
árið, og týskvøldið
skulu teir spæla í
Slovenia
ÚTISETA FELAG
Jóannes Hansen
Í dag verður farið undir eitt
nýtt kappingarár í super-
liguni. Setningurin hjá
FCK og Toda Jónsson
verður at verja fremsta
plássið bæði í steypakapp-
ingini og landskappingini.
Fyrsta takið á tí leiðina
skulu teir taka longu
seinnapartin í dag. Tá fer
FCK at spæla í Silkeborg.
Heimaliðið hevur verið eitt
ár í næstbestu deildini og
vent.
Todi skal við FCK til
Silkeborg. Um hann verður
millum teir fyrstu ellivu er
meiri ivasamt. Á heima-
síðu síni skrivaði hann eftir
Super Cup uppgerðina
ímóti AaB týskvøldið, at
eingin av teimum, sum
vóru millum teir fyrstu
ellivu ta ferðina, hevði
spælt seg av. Sum vit søgdu
fyrr í vikuni, so hevur FCK
venjarin nevnt, at hann
ætlar at skifta meiri út, og
harvið at geva fleiri møgu-
leikan millum teir fyrstu
ellivu, enn hann gjørdi í
fjør.
Um Todi kemur á vøllin í
Silkeborg seinnapartin í
dag, so verður talan um
jubileum. Talan verður um
dyst nummar tvey hundrað
fyri FCK hjá honum. Todi
hevur verið í FCK síðani á
sumri í 1997.
Í sær sjálvum er tað
stórur biti hjá FCK at skula
verja gullið í steypakapp-
ingini og landskappingini.
Men tað, sum liggur fremst
í huganum hjá FCK leiðsl-
uni og spælarunum, er, at
standa seg betri í europe-
isku meistarakappingini,
enn tað higartil hevur
eydnast. Tað vil við øðrum
orðum siga, at FCK ætlar
sær upp í part í bólkaspæl-
inum í meistarakappingini.
Fyrsta stigið á tí leiðini
verður tikið nú týskvøldið.
Tá skal FCK spæla í Slo-
venia ímóti NK Gorica á
útivølli. Fyrr í vikuni ljóð-
aði, at dysturin skuldi
spælast
Ólavsøkuaftan,
men nú er tað greitt, at
hann verður týskvøldið 27.
juli kl. 19.15.
Dysturin seinnapartin í
dag ímóti Silkeborg verður
vístur á TV3+ rásini.
Dysturin á Nova Goricas
stadion í Slovenia týs-
kvøldið fer tað at bera til at
síggja á TV5 ella tí, sum
fyrr nevndist TV Danmark.
Í morgin fer ÍA við
Juliani Johnsson á
liðnum at taka ímóti
botnliðnum Fram,
sum hevur tveir
føroyingar á sínum
liði
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Akranes hevur ikki nóg
nógvar álopsspælarar. Tað
hevur ljóðað síðstu vikurn-
ar. Fyrr í vikuni ljóðaði í
íslendsku fjølmiðlunum, at
felagið hjá Juliani Johnsson
leitaði niðri á Balkan eftir
møguligum styrki til álop-
ið, og nú hava teir funnið
ein mann, sum kanska
verður tann, sum skal
skjóta ÍA heilt fram í topp-
in.
At kanska verður skotið
inn ímillum kemst av, at tað
ikki enn er víst, at hesin
Dragan Simovic er rætti
maðurin. 27 ára gamli ser-
bin er á Akranesi og roynd-
arvenur. ÍA hevur fyri stutt-
um mist tveir álopspælarar.
Teir siga seg bara hava ein
skikkaðan álopsspælara, og
nú vóna teir, at hesin serbin
skal økja um úrvalið í
fremstu røð.
Í annaðkvøld verður før-
oysk uppgerð á Akranesi.
Julian Johnsson og liðfel-
agarnir hjá honum í ÍA fáa
vitjan av Fram og Fróða
Benjaminsen
og
Hans
Fróða Hansen.
Setningurin hjá ÍA er at
fáa fulla úrtøku og harvið
styrkja um sína støðu í
oddastríðnum. Teir í Fram
vera ivaleyst nøgdir, um
teir fáa eitt stig í viðførið, tá
ið teir fara aftur undir Hval-
fjørðin.
Julian Johnsson er fastur
maður á miðvøllinum hjá
ÍA. Føroyingarnir í Fram
hava higartil verið millum
teir fyrstu ellivu. Undan-
takið var, tá ið Fram í síðsta
umfarinum tapti 2-1 á
heimavølli ímóti ÍBV. Tá
var Hans Fróði Hansen ikki
á liðnum, og Fróði Benja-
minsen varð skiftur út mið-
skeiðis í 2. hálvleiki.
Fram hevur nýliga skift
venjara, og í morgin fæst at
síggja, hvussu stóran leik-
lut nýggi maðurin ætlar, at
føroysku spælararnir skulu
eiga, nú Fram fer at stríðast
fyri at sleppa so mikið upp-
eftir støðutalvuni, at teir
eisini næsta ár kunnu spæla
í bestu deildini.
FCK tvær ferðir í sjónvarpinum
Serbi royndarvenur í ÍA
FCK verður næstu tveir dagarnar tvær ferðir at síggja í sjónvarpinum
Hans Fróði Hansen sum er
annar av føroyingunum í
Fram Reykjavík
C
M
Y
K
16
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
– Hetta er nógv tað størsta, sum
vit hava verið í nánd av.
Tað sigur gittarspælarin og
sangarin í rockbólkinum Týr um
sambandið, sum bólkurin hevur
fingið við týsku deildina hjá
altjóða plátufelagnum Road-
runner Records.
Her er ikki talan um kurteis-
ligan áhuga í forbífartinum, men
um ein so veruligan áhuga, at
týski stjórin í felagnum kemur til
Føroya at uppliva Týr á konsert.
Týr er ein av bólkunum, sum
skal spæla á Summar Festival-
inum í Klaksvík miðskeiðis í
august mánaði, og tá koma tvey
umborð fyri plátufelagið til
Klaksvíkar at lurta.
– Vit hava havt samband við
teir í eina tíð, og tað var millum
annað tí, at vit vóru í Týsklandi
og spældu herfyri. Nú vilja teir
gjarna uppliva okkum einaferð
afturat, og teir koma til Føroya at
gera tað, sigur Heri Joensen.
Ein fløga endaði hjá
plátufelagnum
Roadrunner Records gevur
harðan rocktónleik út, og teir
hava kend nøvn sum Slipknot,
Nickelback og Machine Head í
sínari legu. Felagið hevur deildir
í USA, Japan, Australia, Spania,
Italia og øðrum europeiskum
londum, so talan er veruliga um
eitt altjóða plátufelag.
– Tá ið vit sendu okkara fløgur
til ummælarar, útvarpsstøðir og
onnur, endaði ein av fløgunum
hjá hesum plátufelagnum, tí ein
umboðsmaður fyri felagið hoyrdi
fløguna og helt, at tað var nakað
fyri teir, greiðir Heri Joensen frá.
Síðani hevur samband verið
millum Týr og Roadrunner, og
nú er tað sambandið blivið so
gott, at tosað hevur verið um ein
møguligan sáttmála millum
partarnar.
– Vit vóna, at tað fer at
eydnast okkum at fáa ein
sáttmála, og so kann tað blíva
eitt stórt gjøgnumbrot fyri
okkum, sigur Heri Joensen.
Heilt serligur tónleikur
Týr hevur seinnu árini verið ein
tann virknasti føroyski tón-
leikabólkurin í útlandinum, og
málið hjá teimum hevur alla-
tíðina verið, at teir skuldu gerast
yrkistónleikarar.
Týr er kent í Íslandi, og teir
hava eisini spælt í Russlandi,
Týsklandi, Noregi og í fleiri
øðrum londum.
Teir hava verið treiskir og hava
ikki givið upp. Onkrar útskift-
ingar hava verið í bólkinum, men
kjarnin í Týr hevur hildið áfram.
Áhaldandi arbeiðið og stóri
hugurin at spæla er nú við at
bera frukt, og tað kemst fyrst og
fremst av, at Týr hevur funnið sín
samleika sum rockbólkur.
Samanblandingin av klassiskum
rocktónleiki á la Black Sabbath
og teir sermerktu norrønu
tónarnir og føroysku kvæðini
hava gjørt Týr til nakað heilt
serligt.
– Tað, sum hetta plátufelagið
er áhuga í, er okkara serligi
tónleikur, og tað eru ikki minst
kvæðini, sum gera tað. Teir siga
seg ikki hava hoyrt slíkan rock-
tónleik áður, og tí hava teir sýnt
okkum so stóran áhuga, sigur
Heri Joensen.
Týr vónar nú, at áhugin hjá
týska plátufelagnum verður ikki
minni, eftir at teir hava upplivað
Týr í Føroyum.
– Vit vóna sjálvandi, at vit fáa
møguleikan at geva okkara
tónleik út í so nógvum londum
sum gjørligt, sigur Heri Joensen.
Og møguleikin er nú avgjørt
fyri, at Ormurin Langi kann náa
enn longur út í heim.
Nr. 140 • leygardagur • 24. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Í Gøtu ein dag
ella báðar tveir
Niels Uni Dam hugleiðir
síða 2–3
Altjóða plátufelag til Føroya at lurta eftir Týr
Plátufelagið Roadrunner Records er áhuga í at gera ein sáttmála við
føroyska rockbólkinum Týr, og í august mánaði kemur stjórin fyri týsku
deildina hjá felagnum til Klaksvíkar at lurta eftir Týr á palli
Kári Streymoy og hinir í Týr hava nú ein týskan plátufelagsstjóra í hølunum á sær. Teir vóna, at tað kann hava við
sær ein plátusáttmála um útgávu í fleiri londum
Mynd: Jens Kristian Vang
Heri Joensen – gittar og sang.
Ótto P. Arnarson - gittar
Gunnar Thomsen – bass
Kári Streymoy – trummur
Bólkurin kom rættiliga fram í
Prix Føroyum í 2001, tá ið
Ormurin Langi rungaði um allar
geilar. Fólk tóku sera væl ímóti
bólkinum, sum eisini kom í
finaluna í Prix Føroyum hetta
árið. Har fingu teir kjansin at
spæla á Jelling Festivalinum, og
bólkurin hevði ársins hitt í
føroyskum útvarpi tað árið.
Síðani hevur bólkurin gjørt
nógv um seg. Hann hevur givið
tvær fløgur út, hevur verið á
konsertferð ymsastaðni í
Norðurlondum og var millum
annað eitt heitt navn í Íslandi í
farna ári. Aftur í ár hava teir
spælt í Íslandi.
Týr
17