leygardagur 24. juli 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
7
2
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
HUGLEIÐINGAR
Niels Uni Dam
Í mínari verð hevur orðið festi-
valur merkt Roskilde festival-
urin. Tað síðan 1996 tá eg fyrstu
ferð vitjaði stóra danska festi-
valin. Tey næstu seks árini vitjaði
eg trúfastur Dyreskuepladsen í
Roskilde, men síðan 2001 havi
eg ikki verið á festival - ikki fyrr
enn í ár.
Í 2002 var eg á G. Ja, eg
spældi á G. Tað var ein fín
konsert, men tað var ikki ein
festivalur. Ein festivalur er so
nógv meira enn tónleikur. Ein
festivalur er ein heildaruppliving.
Tað sum ger ein festival til ein
festival er kenslan, og tað at man
livur og andar festivalin, og tað
er eisini fólkini, ið vitja festi-
valin.
Heldur ikki í ár var eg á
Roskilde festivalinum, men eg
var á G. G var vorðin ein veru-
ligur festivalur, kenslan var har,
andin og alt hitt. Gøtufólk hava
skapt ein festival, sum setur
Gøtu á heimskortið.
Jaligur glansur
Eg pakki tveir barnavognar,
matpakkar, drekkivørur, heit
klæði, tvey børn og eina konu í
okkara vanliga so lítla gula bil.
Eg eri nokkso glaður fyri at vit
ikki skulu tjalda, havi ikki pláss
fyri einum tjaldi í bilinum. Tað
er eisini hopleyst at skula tjalda
við tveimum so lítlum børnum.
Seti lykilin í bilin og tendri. Ha
ha ha ha ha ha ha ha ha ha,
Barometrið er í luftini og Heri
flennir at sær sjálvum. Havi
yvirskot til ikki at sløkkja, tí vit
skulu á G, og Barometrið er á G.
Hálvanannan tíma og nakrar
steðgir seinni eru vit endiliga í
Syðrugøtu, hava funnið
parkeringspláss, sett barnavogn-
arnar saman, latið børnini í og
pakka matpakkar og
annað í vognarnar. Vit
fáa endiliga arm-
bondini á armin,
Mikkjal brølar uppi á
spæliplássininum og
vit trilla í móti ljóðin-
um av Føroya ivaleyst
harðasta rokkbólki
Sic. Vit eru á festival,
har er eingin ivi.
Festivalkenslan
lýsur úr eygunum
á vaktunum og
hjálparfólkunum.
Øll bygdin hevur
ein jaligan glans.
Øll eru her:
vanligu familjur-
nar, politikarar-
nir, næstan øll
mentanarfólk-
ini, øll tey ungu
sminkaðu fólkini
við ringum í
nøsini, tunguni
og eygna-
brúnum, øll tey
sum ganga í
húgvum frá
Sirri og Pau
(og ommu síni
og Blákross-
búðini), tey
sum ganga í
kappróðrar-
jakkum, tey
gudiligu og tey sum bara
vilja ballast. Hetta er
akkurát sum tað eigur at
vera á einum festivali. At so
nógv ymisk fólk kunnu
finna saman um tónleik, og
bara hugna sær.
Ein reinur festivalur
Løtu seinni pissi eg í eina
reina pissirennu í einum reinum
vesiskúri, og undrist á hvussu
reint alt er. Vaski hendur, har er
bæði sápa og pappírshandklæði.
Her luktar einki illa. Men eg eri
á festival, Mikkjal brølar enn.
Roskilde festivalurin hevur sín
egna lukt, eina blanding av landi,
sveitta, lorti, runu, gomlum mati,
sigarettum, hasj, øl og ringum
anda. Lukturin kemur sníkjandi,
spakuliga og er á ein undarligan
hátt sjarmerandi. Helt at tað var
soleiðis festivalar lukta. Men G-
festivalurin luktar sum sagt einki
illa. Leygarkvøldið, tá eg pissi í
somu rennu í sama vesiskúri, eru
vesini enn líka rein. Óalmindi-
liga væl fyriskipað reingerðing;
at sjálvboðin fólk megna at halda
vesiskúrðar á einum festivali væl
reinari enn vesini á summum
matstovum er ótrúligt.
Á sandinum fer fyrsti bólkur á
stóra pallinum at spæla, fólk
leggja ikki so nógv í at góðskan
kundi verið betur, vit vita, at tær
góðu tónleikaupplivingarnar
nokk skulu koma, og har er so
nógv annað at ganga upp í.
Tombola
og hoppiborg
G-festivalurin hevur
nógv sølutelt, flestu teltini
hava tann vanliga føroyska
stevnudámin: pylsuvognar og
skjótitelt, tombola og 21 spæl, ja
har er sjálvt eini bani til elek-
triskar bilar og ein hoppiborg.
Men har eru eisini sølutelt:
klædnasøla, fløgusøla, og mat-
búðir sum selja veruligan væl-
smakkandi og spennandi
mat. Har er eisini ein festi-
valkirkja, hvítusunnusam-
koman í Filadelfia er flutt
inn á festivalin
við leður-
sofum,
kaffi, tón-
leiki og kær-
leiksboðskapi.
Váttligur
festivalur
Ein bátur
kemur stim-
andi inneftir,
ein maður
stendur oman á
stýrhúsinum
við berum yvir-
kroppi og rópar
á ein annan.
Hesin letur seg
úr, fólk á Sand-
inum ýla tá teir
báðir loypa útí og
svimja inn. Eg
hugsi, at teir munnu
vera ótrúliga kaldir.
Eg leyp sjálvur á
sjógv á G-2002, og
eg minnist hvussu
kalt tað var. Hví
tramin lótu teir seg
ikki úr buksunum
áðrenn teir lupu útí.
Eg minnist aftur á
tiltikna regnfestivalin Roskilde
1997. Eg vaknaði kaldur og
dýggjvátur í einum dýggjvátum
soviposa í einum dýggjvátum
telti, og tók tokið inn til Roskilde
fyri at leiga mær ein turkitrumlu
til soviposan og øll klæðini.
Einki myntvask er í Gøtu, og teir
standa har og ristast av kulda.
Men so forbarmar onkur seg og
gevur teimum turt at fara í.
Festivalurin í túninum
Tað, at halda ein festival inni í
eini bygd har fólk búgva, er
løgið og krevur nógv av teimum
sum búgva har. Hugsa tær at
skula hava armband fyri at
sleppa til hús. Í Syðrugøtu tykist
tað slett ikki løgið, bygdin tykist
sum tann fullkomna festival
bygdin.
Sandurin er kanska heimsins
vakrasta spælistað. Spæliplássið
er karmur um kanska heimsins
mest barnavinarliga spælistað.
Hoyggjhúsið er kanska heimsins
hugnaligasta vertshús, og í
Køstinum er framsýning við
tveimum av teimum mest serligu
listamonnunum í Føroyum. Alt
hetta styrkir um kensluna, alt
hetta er við til at gera G til nógv
meira enn bara ein bókstav.
Ein fantastiskur festivalur
Náttin leggur seg um bygdina.
Báðir dreingirnir liggja væl
ballaðir í vogninum og hava
longu sovið í fleiri tímar. 200
spælir ein sang, sum eitur "Tað
sum man sigur, er man næstan
altíð sjálvur", hann handlar um
Jenis. Eg standi aftarliga,
soleiðis at dreingirnir ikki skulu
vakna. Konan er farin fram til
pallin, og eg standi heilt einsa-
mallur, og smílist. Í morgin
klokkan 14.00 skulu vit aftur á
festival, Hannibal og Angela fara
at undirhalda á spæliplássinum.
Hetta er ein fantastiskur festi-
valur fyri familjur, Guð havi lov
fyri teimum eldsálum sum hava
skipað fyri.
Í Gøtu
ein dag ella
báðar tveir
C
M
Y
K
19
18