leygardagur 24. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
5
4
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
kvinna, tí á tann hátt var leiðin
longu slóðað fyri, at tað eru
ymsir mátar at fylla hetta
embætið, sigur Birgit.
Andsøgn
Onkusvegna tykist Amtmans-
borgin at vera ein andsøgn í sær
sjálvum. Tí meðan sjálvt húsið
eru nærum áleypandi stórbært,
eru uppgávurnar, sum verða
loystar har, stórt sæð ósjónligar í
restini av samfelagnum. Tað er
eisini ein sannroynd, at ríkisum-
boðið fær færri og færri upp-
gávur um hendi. Eitt av teimum
fáu størru økjunum, sum fram-
vegis liggur hjá ríkisumboðnum,
er familjumál, men undir sein-
astu samgongu sá tað eitt skifti
út til, at eisini hetta málsøkið fór
at verða yvirtikið heilt skjótt.
– Tingingarnar um familjumál
góvu okkum nakað heilt ítøkiligt
at hugsa um, tí varð økið yvir-
tikið, hevði tað havt stóra
ávirkan á dagliga arbeiðið her í
húsinum. Slíkt mugu vit alla
tíðina vera fyrireikað uppá, tí
yvirtøka av nýggjum málsøkjum
hevur jú leingi verið eini nátúrlig
politisk gongd í Føroyum, sigur
Birgit.
Føroyskt umboð
Ein annar partur av starvinum
hjá Birgit er at halda seg kunn-
aða um nærum alt, sum fyriferst
á politiska og búskaparliga
økinum sum heild. Og tað ger
hon fegin, ikki bara av áhuga,
men eisini tí, hon júst í hesum
sambandi heldur seg hava eina
sera týdningarmikla uppgávu at
røkja mótvegis donskum
mynduleikum og dønum sum
heild.
– Tíverri haldi eg ikki, at
danskir fjølmiðlar megna serliga
væl at geva dønum eina nóg
neyva mynd av Føroyum og
føroyskum viðurskiftum. Vit
sóðu, hvussu tað gekk fyri seg
undir kreppuni, men kreppan er
ikki einasta dømi um, at danir
ofta sita eftir við eini alt ov
einstáttaðari mynd av tí, sum
fyriferst her.
– Hetta eigur sjálvandi ikki at
vera ein umbering, men tað
forklárar kanska, hví danir, eisini
politikarar og embætisfólk, ofta
tykjast at vita óvanliga lítið um
Føroyar. So sjálvt um starvið
fyrst av øllum gongur út uppá at
umboða Danmark í Føroyum, so
virkar tað í praksis ofta líka nógv
hinvegin. Og har síggi eg tað
avgjørt eisini sum mína uppgávu
at geva dønum, um ikki eina
rættvísari so í øllum førum eina
meir fjøltáttaða mynd av før-
oyska samfelagnum.
Ikki eitt lívsstarv
Sjálvt um tíðirnar eru broyttar,
so slepst ikki undan, at ríkisum-
boðið er ein leivd av donskum
yvirvaldi í Føroyum. Og sam-
bært politiska býtinum í løtuni er
tað mest sannlíkt, at umleið
helvtin av Føroya fólki heldur, at
ríkisumboðið langt síðani átti at
verið avtikið. Men Birgit hevur
ongantíð merkt nakað til ein
møguligan illvilja í Føroyum
mótvegis sær ella stovninum.
– Eg havi ikki varhuga av, at
Føroyingar síggja stovnin ella
meg sum ímynd av eini politisk-
ari staðfesting ella hugburði.
Ríkisumboðið er bara ein liður,
sum altíð hevur verið til í onkr-
um líki í politiska sambandinum
millum Føroyar og Danmark,
uttan at meir verður lagt í tað.
Tað ger eisini mítt arbeiðið
hugaligari, tí um tú vilt, er tað jú
upplagt at brúka ríkisumboðið
sum vápn í politiska kjakinum
um sjálvstýri ella ikki. Hvørki eg
ella danska forsætismálaráðið
hava nakran áhuga í, at ríkisum-
boðið gerst partur av tí stríðnum,
og tí er tað við vilja, at eg ógvu-
liga sjáldan blandi meg uppí tað
politiska kjakið, sjálvt um eg
ofta havi hug til tað.
– Um Føroyar fáa fullveldi ella
ikki, fer tíðin at vísa. Men um so
verður, haldi eg tað hevði verið
eitt fínt hugskot at gjørt Amt-
mannsborgina til danska sendi-
stovu í Føroyum. Men tað verði
ikki eg, sum komi at sita har. Eg
havi allatíðina vitað, at hetta ikki
verður mítt lívsstarv, tí til tað
hevur tú sum ríkisumboð ov lítla
beinleiðis ávirkan á málini, tú
arbeiðir við, sigur Birgit.
Øvutir kynsleiklutir
Ein ríkisumboðmaður, ið er ein
kvinna. Maðurin, sum flutti við,
hóast hetta merkti, at hann gjørd-
ist arbeiðsleysur. Fyri onkran sær
tað ivaleyst út sum, at Birgit
ætlar at markera eina kynspolit-
iska støðu við soleiðis at venda
leiklutunum á høvdið.
Birgit flennir.
– Ja, tað sær kanska soleiðis
út, men tað er nú mest av tilvild.
Hinvegin viðgangi eg fegin, at eg
nokk altíð hava verið tann av
okkum báðum, sum havi havt
størri trongd til at satsta uppá
eina yrkisleið. Samstundis hava
vit altíð verið samd um, at sið-
venja ikki skal verða avgerandi
fyri, hvat hvør av okkum tekst
við.
– Maður mín er journalistur,
og hann visti, at hann ikki skuldi
gera sær nakrar vónir um at
gerast blaðmaður her, av tí at
hann ikki dugir at skriva før-
oyskt. Men tað valdi hann at taka
við, tí hugurin at sleppa at royna
at búgva í Føroyum í nøkur ár
var so mikið størri. Nú undirvísir
hann so á Studentaskúlanum í
Hoydølum og trívist avbera væl.
– Tá vit valdu at flyta til
Føroyar, var tað nakað, eg og
maður mín gjørdu av í felag. Tá
vit nú hava valt at flyta aftur til
Danmarkar næsta ár, er tað ein
familjuavgerð, har eisini børnini
eru tikin við uppá ráð. Mín
yrkisleið hevur framvegis stóran
týdning fyri meg, men uttan
familjuna hevði eg als ikki trivist
nakra staðni, sigur Birgit Kleis,
ríkisumboð, at enda.
PORTRETT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Múrarnir á húsinum eru úr
meturtjúkkum betongi. Á vegg-
inum inni í friðaligu gongini
hanga gamlar myndir av álvar-
somum og hátíðarligum monn-
um. Teir minna meg mest um
eina kongarøð, har teir sita, fleiri
av teimum við einum løgnum
hatti við longum, hvítum fjaðr-
um. Men á seinastu myndini er
hatturin burtur, og í stólinum
situr ein kvinna.
Birgit Kleis, ríkisumboð, er
komin út í gongina ímóti mær,
og satt at siga dugi eg illa at seta
hana í samband við hennara
stirvnu undangongumenn á
vegginum, sum hon stendur har
smílandi í cowboybuksum og
troyggju.
– Nei, hattin fert tú ikki at
síggja meg í á Ólavsøkuskrúð-
gonguni, tí mín undangongukona
syrgdi fyri, at hann fór niðan á
Forngripasavnið. Eg hevði nú
eisini sæð nakað løgin út í
honum, sigur Birgit og flennir.
Tað er ongin ivi um, at frískir
vindar blæsa á Amtmannsborg-
ini, har tað fyri bert fáum árum
síðani var púra óhugsandi, at ein
kvinna sat í hesum søguliga og
siðbundna embæti.
Løgfrøðingur og matvøru-
verkfrøðingur
Men hvussu ber tað til, at Birgit,
sum er fødd og uppvaksin í
Keypmannahavn og upprunaliga
er útbúgvin matvøruverkfrøð-
ingur, endar sum ríkisumboðs-
maður í Føroyum?
– Ja, tað tykist kanska eitt
sindur løgið, og tó. Útbúgvingina
sum matvøruverkfrøðingur
brúkti eg ongantíð til nakað -
ikki annað enn at finna út av, at
tað var ikki tað, er ætlaði mær at
starvast við restina av lívinum.
Eg byrjaði at lesa løgfrøði,
áðrenn eg var liðug við matvøru-
verkfrøði, og spældi í eina tíð
við tankan um okkurt starv, har
eg kundi brúka báðar útbúgving-
arnar samstundis, men tað varð
ongantíð til nakað. Hugurin til
løgfrøðina var altíð størst, og nú
dugi eg illa at ímynda mær, at eg
skuldi havt nakra aðra yrkisleið,
sigur Birgit.
Men at Birgit kom til Føroyar
fyrstu ferð í 1985 var mest sum
av tilvild. Ein vinkona, sum ar-
beiddi her, fekk lokkað hana til
Føroyar, og Birgit fekk lokkað
mannin við. Úrslitið var, at
Birgit var í starvi sum sum full-
trúi hjá ríkisumboðnum í tvey ár,
og at bæði byrjaðu at droyma um
einaferð at koma aftur.
Burtur frá skundinum
Tá Birgit 17 ár seinni fekk
møguleikan at søkja starvið sum
ríkisumboð, kendist tað sum eitt
upplagt stig á yrkisleiðini. At
dreymurin um at koma aftur til
Føroyar nú eisini kundi gerast
veruleiki, gjørdi tað bara meir
eyðsæð og lættari at taka
avgerðina.
- Sjálvt um eg eri uppvaksin í
Keypmannahavn, havi eg nokk
ongantíð rættiliga trivist við
øllum tí óneyðuga skundinum,
sum eyðkennir lívið í einum
stórbýi, har fólk skunda sær mest
tí, at øll hini skunda sær. Áðrenn
tú veit av, gloymir tú, at tað kann
vera øðrvísi. Men tað kann tað
jú, og føroyingar vita, hvussu
man ger. „Verður tað ikki í dag,
so verður tað í morgin. Vit náa
tað nokk allíkavæl." Hetta er ein
liviháttur, sum hóskar júst til
mín. Og tað finst neyvan nakað
betri stað hjá okkara børnum at
vaksa upp í. Bara tað, at lata tey
fara út einsamøll uttan at ganga
og vera bangin um tey, hevði jú
verið óhugsandi í Keypmanna-
havn. Tað er nakað er veruliga
fari at sakna, tá vit flyta
niðuraftur.
Fyri ikki at tala um føroysku
náttúruna. Sjálvt um Birgit
saknar sínar dagligu súklutúrar í
Keypmannahavn, so heldur hon
ikki, at nakað kann samanlíknast
við gongutúrarnar í føroysku
fjøllunum.
Søguligt embæti
Birgit gjørdist ríkisumboð í
2001, og hon viðgongur, at tað
vóru løtur í fyrstuni, har hon
stúrdi eitt sindur fyri, um hon fór
at megna at liva upp til ta tign,
sum embætið søguliga hevur
verið umgyrt av. Líka til heima-
stýrið var sett á stovn í 1948, var
tað amtmaðurin, ið hevði hendan
leiklutin, sum tá gav honum
nærum óavmarkað vald í
Føroyum.
– Tað slepst ikki undan, at
ríkisumboðið ofta framvegis
leiðir tankarnar hjá tí eldra ættar-
liðnum aftur á amtmannstíðina.
Og eg havi eisini hitt eldri fólk,
sum hava tikið í hondina á mær
við eini ónatúrligari ærufrygt,
sum hoyrdi tí tíðini til. Men
sjálvt um vit ikki rættiliga skilja
tað, eiga vit at virða, at amtmað-
urin er ein partur av teirra søgu
uppá ein annan máta, enn av
okkara. Eg kann bara vóna, at eg
við míni persónligheit og máta at
vera uppá, kann vísa, at tíðirnar
eru broyttar. Í so máta eri eg
eisini heppin, við tað at mín
undangongumaður var ein
- Eg skilji væl, um onkur undrar seg yvir, hvat
tey hjá ríkisumboðnum í grundini ganga og
gera haruppi. Men fremsta uppgávan hjá
okkum er at verða bindilið millum danska
Forsætismálaráðið og føroyskar myndugleikar.
Og eitt bindilið skal jú ikki vera sjónligt. Tað
skal bara virka eftir ætlan. Verður ov nógv
hóvasták gjørt burturúr tí, er tað sum oftast
tekin um, at okkurt ikki virkar, sum tað skal,
sigur Birgit Kleis, ríkisumboð í Føroyum.
•
Ríkisumboðsmaðurin er evsta umboð hjá danska ríkinum í
Føroyum.
•
Stovnur undir Forsætismálaráðnum og er, sambært siðvenju, altíð
løgfrøðingur.
•
Hevur sæti í Løgtinginum, tó uttan atkvøðurætt.
•
Virkar sum bindilið millum heimastýrið og ríkismynduleikarnar.
•
Fyrisitur danska fólkatingsvalið í Føroyum.
•
Ígildissetur danskar lógir í Føroyum og viðgerð, sum evsta vald,
flestu familjumál, t.d. hjúnarskilnað, mál um konu- og barnapening,
ásetan av samveru við børn o.a.
•
Føddur limur í Føroya Stiftsstjórn og í nevndini í Dansk-Færøsk
Fakta um ríkisumboðið
Fødd í 1956
Uppvaksin í Keypamannahavn
Gift við Brian Gronemann. Eiga børnini Thomas 9 ár, og Maria, 6 ár.
Útbúgving: Cand.brom 1982 og cand.jur 1985
Yrkisleið:
1985
Fulltrúi hjá Fólkatingsins umboðsmanni
1985-1986
Fulltrúi í Løgmálaráðnum
1986-1988
Fulltrúi hjá ríkisumboðnum í Føroyum
1988-1995
Fulltrúi í Løgmálaráðnum
1995-2001
Skrivstovustjóri í Løgmálaráðnum
2001-
Ríkisumboðsmaður í Føroyum
Fakta um Birgit Kleis
Seinastu 4 árini hevur Amtmansborgin verið heimið og arbeiðsplássið hjá Birgit Kleis, ríkisumboð í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
Ríkisumboðið:
Modernað kvinna í siðbundnum embæti
C
M
Y
K
21
20