leygardagur 24. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
SAMRØÐA
Orð:Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Myndir: Gunnvør Hofgaard
Hon sjálv við tí stóra reyða
hárinum í SvF. Bersøgin og
óttaleys. Ágangandi journalistur,
sum valdsharrarnar ræðast sum
eina sótt. Ein gløðandi tals-
kvinna fyri javnrættindum hjá
kvinnum og – kanska serliga -
teimum samkyndu. Hetta eru
nøkur av spjøldrunum, vit hava
smíðað á bakið á havnarkvinn-
uni, Brynhild Thomsen.
Men persónurin Brynhild
Thomsen rúmar væl meir, enn
vit geva okkum far um, tá ið vit
síggja hana á sjónvarpsskíggjan-
um.
Eitt løgið barn. Sentimentalt
roks. Villur náttardroymari. Tung
sorg um mistu foreldrini.
Soleiðis hugleiðir hon um seg
sjálva.
Vit hava leitað okkum handan
gekkaskortin
Gott samband
Tað gekk ikki long tíð frá, at
føroyingar fyri fyrstu ferð sóu
eina unga og óroynda Brynhild
Thomsen á skíggjanum, til hon
festi seg í minnið hjá flestu før-
oyingum. Við sínum sermerkta
áleypandi og nærgangandi
journalistiska stíli vann hon sær
skjótt virðing millum hyggjarar-
nar.
Hon ber orð fyri at vera treisk
og beinleiðis, og fírir ikki fyri at
spyrja upp aftur – fleiri ferðir um
neyðugt – tá eitt nú ein politikk-
ari roynir at snúgva sær undan
einum spurningi.
Spurd, um hon hevur fingið
nógvar ákoyraringar í Føroyum
fyri sín naska journalistiska stíl,
svarar Brynhild, at hon sum heild
hon havt eitt gott samband við
hyggjarar og lesarar.
– Eg havi tó meir enn so
upplivað telefonstormar og
froðandi øði – eitt nú aftaná, at
løgmaður koyrdi fyrsta lands-
stýrismannin í fiskivinnumálum.
Tá gløddi bæði mín heima-
telefon, mín fartelefon og
arbeiðstelefon í dagar og nætur,
og tað vóru ikki rósandi orð, ið
rasandi lokalir menn í hansara
valdømi høvdu at bera mær fyri
mín journalistiska leiklut í mál-
inum. Eg má tó leggja afturat, at
tað eydnaðist mær at sissa teir,
og at teir allir samlir vóru undar-
liga blíðir og tíðir, tá vit søgdu
farvæl, smílist Brynhild Thom-
sen hulin.
Ágangandi journalisturin
leggur dent á, at tað er ómetaliga
týdningarmikið, at journalistar
eru væl fyrireikaðir til tað
journalistiska arbeiðið, sum skal
gerast. Hennara størsta almenna
sjálvmál kom júst, tá hon uttan
nóg holla fyrireiking hevði eina
samrøðu við fyrrverandi for-
mannin í Starvsmannafelagnum.
– Tað var ein út av lagi vánalig
samrøðusending, ið eg gjørdi við
ein fyrrverandi formann í Starvs-
mannafelagnum um lønarniður-
skurð aftur fyri skattalætta. Við
fepri og full av antibiotika sat eg
sum eitt býtt, hálvt í ørviti og
keglaðist við hann, uttan at fáa
nakað sum helst burturúr. Tað
var – um nakað – eitt dømi um
kontantan stíl UTTAN nóg góða
fyrireiking, so tann frymilin
eigur eingin at brúka, fortelur
Brynhild Thomsen, sum leggur
dent á, at uttan mun til hvønn stíl
journalistar velja sær, so gongur
vegurin altíð gjøgnum hart
arbeiði og neyvt research.
Øll matarskráin
Á hvørjum ári kappast næmingar
á studentaskúlum kring landið
um at vinna sær besta prógvið.
Næmingarnir eru fúsir at saman-
bera studentsprógvini, og vanliga
gera studentaskúlarnir nógv gjørt
burtur úr teimum bestu næming-
unum.
Í samband við methøg prógv
verður navnið Brynhild Thomsen
javnan havt á lofti. Brynhild fekk
í síni tíð í Hoydølum 11.7 í
meðal á H.F., og hetta søgdu
føroysku bløðini vera millum
hægstu prógv í kongaríkinum tá.
Góða HF-prógvið gjørdi
útbúgvingarvalið hjá henni til
eitt sjálvtøkuborð, men kortini
fall valið – eitt sindur
undrunarvert – á journalistikkin,
Eldreyða flamman
er eitt sentimentalt roks
-Tá eg droymi, at mín deyða mamma bankar uppá og sigur, at hon hevur fingið
"eykaloyvi" at heinta mín deyða pápa, sum situr lamsligin í mínum stóli í stovuni, -
tá veit eg, at skal víðari og sleppa krampakenda takinum í sorgini, sigur
journalisturin, Brynhild Thomsen í persónligari viðtalu við Sosialin
Við 11,7 í miðal kundi hon frítt velja millum allar útbúgvingar, men kallið var journalistikkurin
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
5
sum ikki er høgt í metum í
Føroyum.
– Eg fekk grønt ljós til allar
mínar prioriteringar – bæði
antropologi, bókmentafrøði og
samfelagsfrøði og okkurt annað
– á fleiri universitetum. Men tá
eg so sá lýsing um upptøkuroynd
til Journalistháskúlan í Århus,
kendi eg beinan vegin avbjóð-
ingina. Eg visti, at hetta var eitt
spennandi og týdningarmikið
fak, men eg visti eisini, at
hendan útbúgvingin var ein av
teimum torførastu at koma inn á.
Eg stóð royndina, og so vórðu
upptøkujáttanirnar frá universi-
tetunum skræddar og koyrdar í
ruskspannina, greiðir hon frá.
Men hví valdi tú journali-
stikkin heldur enn at sita
onkrastaðni við feitari løn og
høgari útbúgving?
– Journalistháskúlin í Dan-
mark er ein av teimum mest
eftirspurdu og torføru útbúgving-
unum at sleppa inn á. Grundút-
búgvingin tekur fýra ár, og er
sostatt ein høg útbúgving. Og tað
er jú bara í Føroyum, at jour-
nalistfakið tross devulin skal
haldast á einum minstamarkið,
og er so lágt í metum, at tú for-
vinnur ikki meira enn ein flaka-
kvinna, hóast fleiri ára lestur og
lestrarskuld, sigur journalisturin
avgjørd.
Árni segði kortanei
Eg skilji, at tú einaferð vart í
ferð við at gevast á Journalist-
háskúlanum, men at Árni
Gregersen fekk teg at halda á. Er
nakað um tað?
– Ja, eg havi nógv at takka
fyrrverandi sjónvarpsstjóranum,
Árna Gregersen, fyri í dag, sigur
Brynhild.
Í eini summarfrítíð fyrst í
nítiárunum skásetti hon gamlar
Dagur og Vikur í Sjónvarpinum.
Hon hevði bert lisið journalistikk
í eitt gott ár, og "var tí enn ov
óskúlað til at kunna brúkast í
framleiðsluni", sum hon málber
seg .
Um hetta mundið var mamma
Brynhild júst deyð, og hon upp-
livdi, hvussu pápin læt seg søkka
í sorgina og rætt og slætt setti
sær fyri at drekka seg í hel. Hon
hevði ítøkiligar ætlanir um at
gevast á Journalistskúlanum fyri
at bjarga pápa sínum.
– Eg var fullkomiliga knúst og
bað ein dagin Árna um arbeiði –
fast arbeiði –, so eg – naiv sum
eg var – kundi bjarga pápa, men
hann segði kortanei!. Eg var púra
málleys, og eg helt hann vera
nakað av tí kaldasta og mest
kyniska, eg hevði upplivað. Eg
minnist, at eg græt, tá eg aftur
sat inni á skrivstovuni við
støvutu Dag og Vikunum – men
eg fór av landinum aftur og tók
mína útbúgving.
Árni Gregersen lærdi Brynhild
eina aðalreglu um rúsdrekka-
misnýtslu, sum forðaði henni at
oyðileggja sína framtíð. Hann
segði, at vil ein alkoholikkari
drekka seg í hel, so ger hann ella
hon tað, og støðan gjørdist bara
verri, um hon stakk í sekkin og
gavst á Journalistháskúlanum.
– Í roynd og veru tók Árni eina
tunga skuldarbyrðu og ómøgulig
krøv av mínum herðum, og har-
afturímóti tók hann ímóti mær
við opnum ørmum, tá eg seinni
bað um starvsvenjingarpláss í
SvF, greiðir Brynhild frá og
langar samstundis út eftir mynd-
ugleikunum, sum skulu eitast at
varða av sjónvarpinum.
– Tað var ein sonn skandala,
at Árni Gregersen ikki fekk
hasar fyri SvF so lívsneyðugu -
og ikki serliga nógvu! – millión-
irnar frá Mentamálaráðnum, sum
var hansara treyt fyri at taka við
stjórastarvinum eftir Trónd
Djurhuus. Tí Árni hevði um
nakar kunnað bankað forsømda
fakið á dagsskrá aftur í Føroyum,
og gudarnir skulu vita, at tað
hevði trongst til, sigur hon.
Elskar markleyst
Persónurin Brynhild Thomsen
rúmar annað enn journalistikk,
og hon er fús at siga frá sínum
meira persónligu síðum. Eg
spyrji hana fyrst, hvussu hon vil
karakterisera seg sjálvan.
– Eg eri eg ikki tann, sum klári
at hava gron leingi ella bera agg.
Eg kann eksplodera, men sum
eitt skot er alt krút horvið, og so
undrist eg stórliga á, at hini, sum
hava verið fyri, tá tað brast, yvir-
høvur kunnu hugsast at vera
særd, tá eg eri farin víðari í
tekstinum.
Hon greiðir frá, at tá hon
elskar, so elskar hon markleyst,
og tað er ikki altíð til hennara
fyrimun.
– Men tað er heldur ikki altíð
til fyrimuns fyri tey, sum eru
fyri. T.d. minnist eg við gru
aftur á eina desideraða hormon-
eksplosión, tá eg sum 14-ára
gomul sveimaði sum eitt svakt í
tí forelskaða Barbie-universin-
um, meðan neyðars drongurin, ið
fyri var, til fánýtis royndi at siga
– pent og kenslusamt – at hann
altso ikki returneraði hormonellu
kortslutningina. Tosa um kort-
slutning! Heimurin allur lá í
skeljasori – uha tað var ræðu-
ligt!", minnist hon.
– Annars eri eg kanska onkuntíð
eitt sindur ógvuslig og forhánis-
lig, men tað er ongantíð uttan
grund! Og so eri eg eitt senti-
mentalt roks, og eitt kvalitets-
kvøld kann saktans fara við
søltum tárum og søtsúpan og
pretentiøsum J.H.D.-yrkingum,
ella einum spontant-kendum
sálarskyldskapi við Nicolas
Cage!
Brynhild er rættiliga spontan,
og hon kann brádliga fara á
gólvið at dansa mitt ein fyrrapart
á skrivstovuni, tí hon kennir seg
forførda av onkrum glitrandi
disco-lagi ella einum skitnum
Miles Davies, fortelur hon.
Uppvøksturin
Tá eg biði Brynhild leita aftur á
barnaárini undir Varða í Havn,
hevur hon nógvar góðar søgur at
siga frá.
– Fólkaskúlin var keðiligur og
óviðkomandi fyri meg. Har var
rætt og slætt ikki rúm fyri næm-
ingum, sum kláraðu seg væl, og
tað ringasta var altíð at hava
svarið uppá spurningarnar, men
mangan at fáa at vita frá
lærarum, at "ja, ja, vit vita, at tú
veitst – koyr bara fingurin
niður". Sum barn vil man vil jú
læra, men útfordringarnir vóru
bara ikki har. Á sama hátt var
heldur ikki rúm fyri teimum
veiku næmingunum – og teir
vóru mangir í tali! Annars var eg
eitt sindur løgin sum barn, haldi
eg. Var nógv einsamøll og mær
dámdi friðin. Leyg onkuntíð fyri
átrongjandi floksfeløgum, at eg
skuldi okkurt fyri at sleppa
undan at spæla við nakran.
Einaferð pástóð eg, at eg búði á
Barnaheiminum, sum tá var mín
nærmasti granni, og segði, at eg
ikki slapp at spæla við nakran!
Bestu barndómsminnini hjá
henni stava frá tøttum samrøðum
við pápa sín.
– Pápi tosaði um heimspoli-
tikk, hykl, helviti og skaldskap
og hevði ongan tanka fyri mínum
unga aldri í okkara samrøðum.
Eg elskaði at lurta eftir honum,
og ikki minni, at eg kundi trilla
hann um mín lítlafingur.
Hon leggur afturat, at mamm-
an stendur fyri sær sum tann
heitasta og bleytasta og trygg-
asta, sum altíð gávumild klemm-
aði og mussaði og kom við
heitum fótbaðum og te-munnum,
men eisini lyftum fremstafingri,
tá hon í ov stóran mun ikki vildi
kennast við sín unga aldur..
Brynhild sigur seg serliga
minnast, hvussu hon sum barn
altíð hekk í stórusystrini og
hennara vinkonum, so hon kundi
sleppa at vera partur av teimum.
– Ein av stóru gentunum var
Malan, sum var tann penasta,
coolasta og fittasta, og sum fekk
øll tey bestu klistrimerkini frá
mær - m.a. tey dýrabæru av
Shubidua! - bara so eg kundi
sleppa at vera saman við henni
eina løtu, fortelur Brynhild
skemtandi.
Hon fortelur eisini frá sínum
fyrsta forelskilsi sum fýra ára
gomul. Drongurin æt Ingi, var
stóribeiggi eina vinkonu hjá
stórusystrini og var fjúrtan ár!
– Eg var rættiliga bangin fyri
honum. Eg var forelskað upp um
bæði oyru og fullkomiliga
ræðslusligin av somu orsøk,
hóast eg var fýra og hann fjúrtan
– altso ein oldingi! Eg haldi,
hann visti tað og flenti eftir tí, tí
ein dagin lumpaði hann meg,
sum annars altíð ansaði væl eftir
ikki at møta honum. Hann stóð
og lúrdi og tók knappliga undir
armarnar á mær og lyfti meg
langt upp í loft, meðan hann
brosaði sítt fantastiska smíl. Eg
mundi doyð av hjartabankan og
rann heim til mammu, og fór
ongantíð í lívinum inn aftur til
teirra, fortelur hon skemtandi.
(Ó)vanar
Hvørjar vanar hevur tú?
– Eg kann ikki ganga framvið
eina kaffistovu, um eg eri einsa-
møll og havi dagin fyri mær. So
drekki eg tveir dupultar café latte
og lesi bløð. Eg eri tíðinda- og
aktualitetsnarkoman og brúki
nógvar tímar hvønn dag uppá
avísir, útvarp, sjónvarp og
internet, og fari sjáldan í song
fyrr enn klokkan 02.
Brynhild er heldur ikki at
steðga, tá eg forvitnist um
hennara óvanar.
– Eg royki, hóast tað eftir-
hondini er ekstremt ytt og bara
nakað, sum sosialbólkur fimm
kundi droymt um at gjørt! Eg
insisteri uppá at taka ov nógvar
taxabilar. Eg hati at rudda. Eg
havi lyndi at siga ja, hóast eg
skuldi sagt nei – tildømis til
hetta portrettið. Og so dámar
mær einsemi eitt sindur ov væl.
So tær dámar harða journal-
istiska coctailin við nógvum
smøjarum og kaffi?
Sjáldan sært tú meg uttan
vistfrøðiliga reyðrótasevju í
aðrari hondini og eina líka so
vistfrøðiligari gularót í hinari!",
sigur hon.
Ein droymari
Brynhild lýsir seg sum ein
droymara av tí aðru verð. Hon
droymir bæði um dagin og um
náttina
– Eg havi eisini altíð dag-
droymt – sum oftast, tá eg skal
leggja meg. Tá seti eg gongd á
onkran totalt órealistiskan heila-
film um, at eg t.d. í eini handa-
vending bæði lætni 10 kilo í
einum fitnessentri og gandi mína
íbúð til eina Bo Bedre-reklamu.
Eg droymi annars garvillar
náttardreymar – also í svøvni –
har eg berjist móti leyvum og
gorillum og detti niður í flog-
førum við Ivani í sjónvarpinum
undir liðini á mær og sovorðið.
Kanska er Ivan ivin?, spyr hon
retoriskt.
Dreymarnir hjá henni hava
altíð verið ein náttúrligur partur
av hennara mentalhygieinu.
Sorgin at missa pápa og mammu
sína setur eisini síni spor í
dreymarnar.
– Tá eg droymdi, at mín deyða
mamma bankaði uppá og segði,
at hon hevði fingið "eykaloyvi"
(mann er væl barn av brenni-
vínsforboðnum í Føroyum, og
hetta avspeglar enntá dreymálið!)
at heinta mín deyða pápa, sum
sat lamsligin í mínum stóli í
stovuni, – tá visti eg, at skuldi
víðari og sleppa krampakenda
takinum í sorgini, fortelur naski
journalisturin at enda.
C
M
Y
K
23
22