leygardagur 24. juli 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
ÓLAVSØKA
Umleið 15. árið á rað skipar
Sosialurin fyri framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku.
Framsýningin er vorðin fastur
partur av tjóðarhátíðini og
verður hon at síggja á loftinum í
gomlu smiðjuni í Lítluvík, sum
annars eisini er karmur um árligu
framsýningina hjá Tórshavnar
Býarsavn i.
Umframt tær umleið 150
tekningarnar, sum hava staðið í
Sosialinum síðani seinastu
ólavsøku, verður eisini annað
forvitnisligt at síggja. Hesaferð
verða tekningar, sum útlendskir
starvsbrøður hjá Óla P hava
teknað av honum á hansara
mongu uttanlandaferðum, við á
framsýningini. Á ferðum sínum
hevur føroyski teknarin altíð
dámt væl at hitta starvsfelagar,
tosa við teir og eygleiða teir,
meðan teir tekna fólk. Og í
hesum sambandi hevur Óli P
eisini verið offur. Ein tekning er
úr Sankta Pætursborg, tvær úr
París, ein úr Róma og ein út
Prag.
Til jóla seinast gav Sosialurin
út tí 15. bókina við tekningum
hjá Óla P, sum hava staðið á
baksíðuni í Sosialinum. Í hesum
sambandi var gjørt meira burtur
úr og valdi út ein fyrireikingar-
nevnd tær fimtan bestu øll hesi
árini, tvs eina frá hvørjum ári.
Allar hesar tekningar vórðu lit-
lagdar av listamanninum Hannis
Egholm, og verða tær allar við á
framsýningini.
Á framsýningini verður eisini
møguleika at síggja allar tær
2000 originaltekn ingarnar
(viðundantaki av teimum, sum
fólk longu hava ognað sær) ið
teknaðar eru seinastu fimtan
árini. Fólk hava møguleika at
ogna sær allar hesar gomlu og
nýggju gtekningarnar. Eisini
ber til at bíleggja sær litir á ta
teknng ella tær tekningar, sum
ein ynskir at ogna sær.
Við øðrum orðum verður
framsýningin bæði ein aftur-
vendandi framsýning við teimum
nýggjastu tekningunum men
samtíðis er hon ein eisini ein
møguleiki at gloppa dyrnar inn í
tann stóra og fjøl broytta heim,
sum Óli P við sínum tekningum í
meira enn 15 ár hevur opinberað
fyri okkum.
Framsýningin letur upp
týsdagin 27. juli klokkan 15.
Tá verður høvi at fáa sær ein
kaffimunn umframt prát við
fyrireikararnar og onkur av
ofrunum hjá Óla P øll hesi árini.
Framsýningin er síðani opin
mikudag, hósdag, fríggjadag,
leygardag og sunnudag frá
klokkan 14 til 20.
Ólavsøkuframsýningin í Smiðjuni:
Óli P teknaður í París, Róma, Prag
og Sankta Pætursborg
Útlendskir starvsbrøður hava teknað føroyska listamannin Óla P, tá
føroyski teknarin hevur vitjað í fleiri evropeiskum býum seinastu árini.
Tekningarnar verða allar at síggja á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík á
ólavsøku – umframt tær mongu tekningarnar, sum Óli P hevur havt í
Sosialinum seinasta árið
Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004
9
»15 tær bestu« í liti eru við á
framsýningini í Smiðjuni
Aðrir tekna Óla P – við á framsýningini í Smiðjuni á ólavsøku
C
M
Y
K
25
24