Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 24. juli 2004 27 8 Sosialurin Nr. 140 - 24. juli 2004 FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo "Minst til, at tað eru mannalagnur aftan fyri hvønn bókstav!". Hesi vóru orðini, ið Bjørk dómari segði við Honnu Lisberg, tá hon fyri 34 árum síðani varð vald í nevndina hjá Vanlukku- tryggingarráðnum. Hon ætlaði at gevast í ráðnum, tá hon fylti sjeyti, men varð av landsstýrinum biðin um at halda fram nakað enn. Grundgevingin var, at tað var óheppið at skifta fólk júst tá, tí so nógvar broytingar fóru fram innan almanna-lóg- gávuna. Fyri Honnu hevur arbeiðið í Vanlukku- tryggingarráðnum havt stóran týdning, og hon hevur gingið upp í hetta álitisstav við lív og sál. – Tað hevur ligið mær nógv á hjarta at kenna almannalóggávuna til fulnar, so eg fekk gjørt eitt fullgott arbeiði í nevndini, sigur hon. Hon sigur, at hetta arbeiðið hevur ikki altið verið lætt, tí við hvørt hava frágreiðingarnar frá læknunum ikki verið nóg full- fíggjaðar, og tá hava fólk ikki kunnað fingið ta pensjón, tey áttu at fingið. Hanna vónar, at tey, sum í framtíðini fara at manna Van- lukkutryggingarráðið, fara at leggja sær eina við at kenna almannalóggávuna. – Uttan gott innlit í lóggávuna, ber ikki til at gera eitt fullgott arbeiði fyri tey, ið eru komin so fyri í lívinum, at tey orsaka av vanlukku hava brúk fyri pensjón í úrtíð, sigur Hanna. Umframt Vanlukkutryggingar- ráðið hevur Hanna havt eitt ótal av álitisstørvum. Men hennara lívstarv hevur verið starvið sum lærari á skúlanum á Trøðni. Fekk sítt ynskistarv Tá Hanna var 34 ára gomul, gjørdi hon av at søkja inn á læraraskúla. – Tað var mín dreymur at sleppa á læraraskúla, men tíðin gekk, og eg fekk einki at vita um úrslitið av upptøkuroyndini, sigur hon. Tær vóru tvær giftar kvinnur, sum tað árið søktu á lærara- skúlan. Men tað var ikki hildið hóskandi, at giftar kvinnur fingu sær útbúgving, og hugburðurin var tann, at tær kundu bara fara heim at passa mann og børn. Men Hanna visti, hvat hon dugdi, og at hon hevði staðið upptøkuroyndina. Hon gjørdi tí ikki mætari, enn sjálv at ringja niður til Danmarkar at spyrja. Jú, hon hevði staðið royndina – og á læraraskúla slapp hon. – Og tá eg var byrjað á lærara- skúlanum var einki mark fyri, hvørji álitisstørv eg varð biðin at taka mær av. – Eg haldi ikki, at tað skulu vera kvinnur fyri einhvønn prís. Men kvinnur, sum hava hug og evni, mugu ikki halda seg aftur. Tað, at eg var biðin til so nógv ymiskt, segði mær bara, hvussu nógv tað var og er brúk fyri kvinnum til tær uppgávur, sum nú einaferð eru í einum sam- felagi. Hanna og Jens eiga tveir synir, og bæði maður hennara og syn- irnir, Dánjal Jóhan og John Eli, stuðlaðu henni fult út øll skúla- árini. – Maður mín er kokkur, so matgerðin var eingin trupulleiki - og annars býttu vit arbeiðsupp- gávurnar heima í millum okkum. Hon sigur, at tey fýra árini, tað tók at lesa til lærara, eru tey bestu í hennara lívi, og á sumri í 1964 fekk hon læraraprógvið. Tá hon hevði fingið útbúgving sum lærari, fekk hon starv á Føroya Spesialskúla, sum hann tá kallaðist. Hanna var komin á sína røttu hill, sum hon sjálv tekur til, og starvaðist har, til hon í 1996 varð pensjónerað. – Hvønn einasta dag takkaði eg Gudi fyri hetta starvið, sigur Hanna, sum hevur verið ein eldsál í arbeiðnum fyri tali- og hoyribrekað. Umframt at hava undirvíst tali- og hoyribrekaðum, hevur hon eisini undirvíst heilaskaddum, bæði børnum og vaksnum. Hon hevur tikið hópin av skeiðum viðvíkjandi serundir- vísing í tali- og deyvafrálæru, bæði í Danmark, Noregi, Fin- landi, Íslandi, Týsklandi og fleiri øðrum londum. – Eg kundi grátið, tá eg síggi, at vit nú aftur senda okkara egnu av landinum, tí vit ikki hava umstøður til teirra í Føroyum. Tað er so synd í teimum, sum hetta rakar, at tað finnast ikki orð fyri tí, sigur Hanna, og tað hoyrist týðiliga, at hetta er eitt av hennara hjartamálum. Barnaundirhald og tingarbeiði Hanna hevur verið ein serstak- liga virkin kvinna, og hennara arbeiðshugur rakk eisini til undirhald fyri børn. Tá hon byrjaði á læraraskúlanum, fór hon eisini undir at gera send- ingar fyri barnaútvarpið. Tá var tað, at hon eisini fór at týða barnabøkur, og eru nakrar av teimum givnar út á prenti. Týðingin av barnabókunum leiddi hana í samband við Astrid Lindgren, sum hon í nógv ár hevði brævaskifti við. Tá vit koma inn á tosið um barnaútvarpið, verði eg (blaðkv.) sett aftur í tíðina, tá eg sum smágenta sat negld við lurtitólið og lurtaði eftir hesum forkunn- ugu sendingum. Nú kemur rættiligt lív í prátið. Vit minnast, tá Hanna Mostir var í velmaktini, og tá lítli Hans Pauli Sundstein, sum gjørdist blindur bert 6 ára gamal, bergtók bæði børn og vaksin við sínum vakra sangi og góðu frásøgu- gávum. Tá var ikki nógv undirhald fyri børn, og Hanna megnaði við sínum frálíku sendingum at draga børn inn – enntá í besta kavaveðrið. Hanna er ein av fáu føroysku kvinnunum, sum hevur roynt seg á løgtingi. – Eg var so glað, tá eg í 1980 fekk boð um at koma inn á ting fyri Jákup Lindenskov, sum fór í Fólkatingið. Eg var ógvuliga áhuga í sam- felagsviðurskiftum, og viðurskiftini hjá arbeiðs- fólki lógu mær eisini nógv á hjarta. – Men tingarbeiði var mítt størsta vónbrot, tí tað var so óskipað – og tíðspillu havi eg ongantíð kunna livað við. Samfelagsáhugin og áhugin fyri kvinnuviðurskiftum gjørdu, at Hanna eisini slapp at royna seg sum blaðstjóri á Kvinnu- tíðindum og á Sosialinum. – Tað arbeiði var heilt eina- standandi gevandi, og gav mær enn størri áhuga fyri samfelags- viðurskiftum. Tað var oftast ólønt, men tað var ikki tað, sum taldi, men gleðin yvir eitt serstakliga spennandi arbeiði. – Eg havi havt eitt óalmindil- iga gott og ríkt lív og eri signað við ein góðari heilsu líka inn í elliár. – Gud hevur verið mítt álit og hevur verið við í hvørjari avgerð, eg havi tikið. – Eg havi havt eitt gott og ríkt lív Hósdagin í farnu viku var Hanna Lisberg á sínum seinasta fundi í Vanlukku- tryggingarráðnum. Tað man vera sjáldsamt, at nakar situr í almennari nevnd í so høgum aldri, sum Hanna. Hon segði nevndarstarvið frá sær, tá hon fylti sjeyti, men ikki fyrrenn nú, nærum átta ár seinni, slapp hon at siga farvæl í ráðnum, har hon hevur verið nevndarlimur í heili 34 ár Johanna Frederikke f.Toftum Fødd í Vági 14. august 1926 Dóttir Elisu Bæk úr Hovi og Johan A.Toftum úr Vági Gift við Jens Lisberg úr Fámjin Børn: Dánjal Jóhan og John Eli Hanna eigur 5 ommubørn og 7 langommubørn Realskúlaprógv í 1944 Læraraprógv í 1964 Lærarastarv í Skúlanum á Trøðni 1964-1996 Limur í barnaverndarnevndini hjá Tórshavnar Býráð í 30 ár Sitið í valstýrinum hjá Tórshavnar Býráð í 20 ár Verið í Vanlukkutryggingarráðnum í 34 ár Var frá byrjan og 18 ár fram í nevndini fyri Føroya Handilsskúla Fakta um Honnu Lisberg Hósdagin í farnu viku var Hanna Lisberg fyri seinastu ferð á fundi í Vanlukktrygginarráðnum, har hon hevur sitið í 34 ár. - Tað er mín vón, at tey, sum í framtíðini fara at manna Vanlukkutryggingarráðið, fara at seta seg væl inn í almannalóggávuna, tí uttan fult innlit í hana, ber ikki til at taka fullgóðar avgerðir um tær mannalagnur, sum har verða viðgjørdar Mynd: Jens Kristian Vang Summarfrí Kommunuskrivstovan verður stongd frá ólav- søku.Opið verður aftur í avgreiðslutíðuni frá týs- degnum tann 17. august. Avloysari fyri pedagog til Dagrøktarskipanina í Klaksvíkar Kommunu Klaksvíkar Kommuna søkir eftir avloysara fyri pedagog í buarðarfarloyvi til Dagrøktarskipanina. Skipanin er ein partur av Sosialu Deild hjá Klaks- víkar Kommunu og hevur skrivstovu á 2.hædd,har sum sosiala deild húsast. Í skipanini eru 120 børn. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at • Samskipa virksemið í spælistovuni • Vitjar dagrøktarheimini regluliga • Ráðgeving og vegleiðing av dagrøktarum og foreldrum Vit ynskja: • at tú hevur royndir innan dagstovnaøkið • kann arbeiða sjálvstøðugt • ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva • at tú hevur hug og áræði at skapa umstøður har børnini gleðast, trívast og mennast. Setanarviðurskifti: Talan er um 35 tímar arbeiðsviku, og er at seta frá 1.september 2004.Løn og setanarviðurskifti sam- bært avvarðandi yrkisfelag. Meir fæst at vita við at vegna sær til Sigrun Vágs- tún dagrøktarleiðara ella Jórun Niclasen sam- skipara, tlf. 410000. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu sendast til: Klaksvíkar kommunu Postboks 2 · 700 Klaksvík í seinasta lagi tann 15. august 2004. Dagrøktari Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar Kommunu søkir eftir dagrøktarum. talan er um avloysarastørv í ávíkavist 1/2 ár og 1 ár. Vit ynskja at tú • hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum • kann geva børnunum ein tryggan og fjøl- broyttan gerandisdag • ert fyritakssamur og skapan • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum • kann samskifta við foreldrini • ert sinnaður at samstarva við starvsfelagar og sosialu deild. Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í, og økið við girðing uttanfyri. Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv við børnum. Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 26 dagrøktarar og 2 námsfrøðingar. Talið av børnum í dagrøkt er 120. Ein fastan dag aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarir saman við børnum í spælistovuni. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30-17.15. Lønin er sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu sendast til Klaksvíkar kommunu, Postboks 2, 700 Klaksvík í seinasta lagi 15. august 2004. Meir fæst at vita við at venda sær til Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðara ella Jórun Niclasen, samskipara á tlefon 41 00 00. Klaksvíkar kommuna Postboks 2 · 700 Klaksvík Línu- og snellu- bátur til sølu 25 tons.Uttan fiskiloyvi.Eisini sera væl egnaður til frítíðarbát. Báturin hevur nýggjan MAN motor 260 HK, radara, ekkolodd, G.P.S plottara, línuspæl, Robinson autopilot, gummibát 6.pers og skanti VHF. Til sølu fyri 200.000.- kr. Tlf. 21 61 26 Til skrivstovu okkara sóknast vit eftir einum fyrikomandi,ágrýtnum og álítandi fólki at arbeiða 1/2 tíð (fyrrapart). Starvið umfatar í høvuðsheitum vanligt skrivara- arbeiði so sum umsiting av sølu-/keypsavtalum og øðrum avtalum, nakað av bókhaldi og annars fyrifallandi arbeiðsuppgávur frá leiðsluni. Tann, ið settur verður, má kunna arbeiða sjálv- støðugt, og tað er ein treyt, at viðkomandi hevur skrivstovu- ella líknandi útbúgving og hevur arbeiðsroyndir. Lønin verður ásett sambært avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður at senda til P/f Poul Michelsen, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 26. juli. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tørvar tær meira kunning um starvið, ber til at ringja til P/f Poul Michelsen á tlf 31 46 50 og tosa við Niels Juel Arge, fíggjarstjóra. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. P/F Poul Michelsen Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 24. august 2004 og á Landssjúkrahúsinum 25. og 26. august 2004. Tíð fæst við at ringja á tlf. 455463 mánadag og týsdag kl. 10–12, í seinasta lagi 17. august 2004. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf C M Y K 27 26