Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 140 - 24. juli 2004 Nr. 140 - 24. juli 2004 29 Starvið sum leiðari fyri Serstovnadeildina, verður hervið lýst leyst til setan 1. oktober 2004. Serstovnadeildin er skipað undir Heimarøktini og Serforsorgini og fevnir um bústovnar, sambýlir, verkstaðs- og virknistilboð v.m. innan serstovnaøkið. Serstovnadeildin hevur sítt virksemi kring alt landið. Leiðarin hevur ábyrgd mótvegis stjóranum. Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fyrisitingarligu-, fíggjarligu- og fakligu heildarleiðsluni av deildini og skal standa fyri m.a. hesum høvuðsuppgávum: • samskipa og menna virksemið á Serstovnadeildini • røkja ta fyrisitingarligu leiðsluna • hava eftirlit við og virka fyri, at játtaða fíggjarætlanin verður hildin • fyriskipa fíggjarlógararbeiðið fyri virksemið hjá Serstovnadeildini í samstarvi við leiðsluna • reka mennandi starvsfólkapolitikk, herundir fakliga ráðgeving • seta í starv og siga starvsfólkum úr starvi eftir nærri ásettum reglum • virka fyri støðugari fakligari menning • virka fyri góðum samstarvi innanhýsis og við aðrar stovnar og skipanir • menna samstarv við aðrar fakbólkar, myndugleikar og áhugabólkar Harumframt skal leiðarin vera við til at koma við hugskotum, fyrireika og fyriskipa víðari menning og útbygging av virkseminum á økinum. Førleikakrøv: Væntað verður, at umsøkjarin: • hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir. • hevur hollar leiðslu og fyrisitingarligar starvsroyndir • hevur góð samskiftisevni, herundir góðan málsligan førleika • evnar at yvirskoða fløktar samanhangir og at taka avgerðir • er førur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum • evnar at seta í verk nýggjar fyriskipanir og verkætlanir og at fylgja hesum upp • dugir væl við fólki • er framsøkin, áhugaður og hugkveikjandi Setanar- og lønarviðurskifti: Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av- varðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Serforsorgina. Tænastustaðurin í løtuni er Serstovnadeildin. Starvið hevur verið tænastumannastarv. Lønin er flokkað á stigi 49 sambært lønartalvuni hjá Føroya Pedagogfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf. 304020 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra ella Bjarna Clementsen, leiðara fyri Serstovnadeildina. Umsóknir: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til: Heimarøktina og Serforsorgina Att: Mary J. í Garði, stjóri Eirargarður 2, 2. hædd Postsmoga 3037 110 Tórshavn Umsóknarfreist:Týsdagin 17. august 2004 Heimarøktin og Serforsorgin Meginskrivstovan Leiðari til Serstovnadeildina Runavíkar kommuna søkir eftir Starvsfólki til heim fyri minnisveik fólk Søkt verður eftir: - sjúkrarøktarfrøðingum - heilsurøktarum - heilsuhjálparum Miðað verður eftir at heimið letur upp í septemb- er 2004. Á heiminum er pláss fyri 8 minnisveikum fólkum. Umstøðurnar á heiminum eru góðar og væl egnaðar til fólk ið eru minnisveik. Harumframt liggur heimið í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn. Endamálið við heiminum er at geva minnis- veikum fólki, við serligum tørvi á umsorgan, eina trygga og stimbrandi tilveru.Vit ynskja starvsfólk sum hevur áhuga og hegni til at vera um minnis- veik fólk. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskjaáskoðan og góð samstarvsevni. Krøv til umsøkjarnar: - hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, almanna- og heilsuatstøðingur ella heilsuhjálpari - hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum - hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk - hevur góð samstarvsevnir - hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkinum - er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku Vit kunnu bjóða - Eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og verða við til at - menna umsorgan og røkt - Góða innleiðslu - Undirvísing - Góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni Eisini verður søkt eftir - fólki til køkin - fólki til reingerð Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar søkja, verða hjálparfólk sett. Setanartreytir Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum við- komandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið ella Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Mai- britt Jacobsen, leiðara á tlf. 448034 ella 509534 Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Runavíkar Kommuna Att. Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðari Heiðavegur 26, Postboks 139 FO-600 Saltangará Umsóknarfreist: Mánadagin 9. august 2004 kl. 12.00 Stuðlar til Stuðuls- fólkaskipanina fyri vaksin Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita sosialpeda- gogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan. Har- umframt eru røktar-uppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi við Heimarøktina. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin ynskir stuðlar, ið m.a.: • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi brúkarans og samstundis eisini kunnu átaka sær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intutión • vísa áhuga og virðing og samstundis vera professionellir • eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum • eru sterkir - bæði til sálar og likam • kunnu handfara og trívast við einum arbeiðs- degi, ið einki kann sigast um frammanundan Størvini verða sett skjótast gjørligt. Søkt verður eftir stuðul til: Lønar- og setunartreytir: Talan er um størv innan Heimarøktina og Serfor- sorgina og roknast má við,arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita hjá serráðgeva, Odu Johans- dóttir, tlf: 354024 ella pædagogiskum ráðgeva, Sofía Jespersen, tlf. 354025. Umsóknir skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin Att.: Oda Johansdóttir Niels Finsensgøtu 28, 2. hædd, Fo -100 Tórshavn, Tlf: 354020 - Telefax 354021 Sandavágur: Kvinna við ALS - Vøddasvinn. Talan er um 31 tímar um vikuna, við skiftandi vaktum. At byrja 01.08.04 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Freistin at søkja er 30. juli. 2004. Sørvágur/Sandavágur: Talan er um stuðul til 3 brúkarar við ymiskum brekum, umleið 30 tímar um vikuna. Møgu- leiki er at deila tímarnar.At byrja skjótast gjør- ligt. Tórshavn: Fjølbrekaður ungur maður Talan er um 39 tímar um vikuna, arbeiðs- tíðirnar eru seinnapart, kvøld og 1 nátt um vikuna. At byrja 1.sept. Freistin at søkja er 1. august. Fuglafjarðar skúli Hesi størv eru leys at søkja: • 2 lærarastørv fyri lærarar í farloyvi Starv 1: 5 t fø. í 9. fl. 4 t ge. ítr. í 4. og 9. fl. 8 t heimk. í 8. og 10. fl. 2 t hand. í 9. fl. 2 t vakt í svimj. + starvspraktikk ella annað Starv 2: 5 t fø í 9. fl. 6 t stødd. í 4. fl 2 t samtíð í 10. fl. 7 t serundirvísing Starv 1 er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2004/2005, meðan starv 2 er tíðaravmarkað frá 1. august til 8. oktober 2004. Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum á tlf. 448400 ella 214087. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi mánadagin 2. august kl. 10.00. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum viðmælum! Fuglafjarðar skúlastýri v/ Una Næs FO-530 Fuglafjørður Frá Hvalvíkar skúla Vegna avlopstímar søkir Hvalvíkar skúli eftir ein- um lærara í tíðaravmarkað starv fyri skúlaárið 2004/2005. Starvið er fulla tíð. Løn sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Í Hvalvíkar skúla skúlaárið 2004-2005 verða 49 næmingar og 5 lærarar harav tú verður ein teirra. Umsóknir við viðkomandi prógvum skulu í seinasta lagi 5. august sendast til: Skúlastýrið í Hvalvíkar skúla v/ Aslaug Olsen 645 Æðuvík C M Y K 29 28