Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá steypafinalurnar í kvinnu- og mansfótbólti verða varpaðar út til hvørt húski tann 28. og 29. august, verður tað eftir ætlan saman við politiskum sjónvarps- og bannaralýsingar Løgtingsval Rógvi Nybo Vikuskiftið áðrenn løgtings­ valið 1. september verða finalurnar í steypa­kapp­ ingunum í kvinnu- og mans­ fótbólti spældar. Sum vanligt hevur verið seinastu árini, verða bæði kvinnu- og mansfinalan vístar í sjón­ varpi. Fríggjadagin 31. juli boðaði Fótbóltssamband Før­oya frá, at framleiðslu­ felagið AVlux hevur keypt sjónvarpsrættindini til steypa­ finalunar. Avtalan tryggjar, at øll í Føroyum og útisetar kunnu síggja steypa­fin­al­ urnar. Men eftir ætlan verður tað ikki bara fótbólturin, ið fer at rulla á sjónvarps­ skýggjunum hetta viku­ skiftið. Framleiðslufelagið AVlux ætlar nevniliga at fíggja keypið av sjónv­arps­ rættindunum við eitt nú at vísa politiskar sjónvarps- og bannaralýsingar. Tað vísir eitt skjal, Sosialurin hevur fingið hendur á, sum er sent politisku flokkunum frá lýsingasamskiparanum hjá framleiðslufelagnum. Tilboðið Í tilboðnum, sum er sent politisku flokkunum í Før­ oyum, bjóðar AVlux politisku flokkunum at keypa sær lýsingapláss, bæði til kvinnu- og mansfinaluna. Eitt nú kunnu politisku flokkarnir keypa sær pláss at vísa politiskar sjónvarpslýsingar, 30 til 40 sekund til longdar, fýra ferðir í samband við finaluna um Løgmans­steyp­ ið fyri 20.000 krónur, uttan meirvirðisgjald. Fyri sjón­ varpslýsingar í samband við steypafinaluna í kvinnu­ fótbólti er prísurin tann hálvi, 10.000 krónur uttan meirvirðisgjald. Framleiðslufelagið AVlux bjóðar eisini politisku flokk­ u­num at keypa sær bann­ arapláss á eystursíðuni á Tórsvølli, sum er sjónlig hjá sjónvarpshyggjarum undir øllum dystinum, og á end­ unum, fyri 10.000 krónur uttan meirvirðisgjald. Á vestursíðuni, sum bert verð­ ur sjónlig hjá áskoðarunum, kostar bannaralýsingin bert helvtina, 5.000 krónur uttan meirvirðisgjald. Lokka við kendum frásøgufólki Í skrivinum, sum er sent flokkunum, roynir fram­ leiðslu­felagið somuleiðis at lokka við kendum frásøgu­ fólkum. AVlux skrivar, at tað er nýggj fyritøka, men telur hópin av royndum sjón­ varpsfólki, og at nógv verður lagt fyri, so tryggjast kann, at framleiðslan verður heilt í topp. Í søluskrivinum verður eisini lagdur dentur á, at Magni Arge verður frá­søgu­ maður, meðan Jákup Mørk verður í studio. Magni Arge er kendur persónur, bæði í ítróttar­ frásøgu, vinnulívi og poli­ tikki, og tók á ólavsøku sæti á Fólkatingi, har hann er varalimur fyri Høgna Hoy­ dal, ið er fyrstvaldur fyri Tjóðveldi. Jákup Mørk hevur í nógv ár verið ítróttar­ redaktørur- og viðmerkjari á Sosialinum, og er somuleiðis væl kendur innan fótbólts­ heimin. Tað verða sostatt hesir báðir, ið eisini skulu lokka hyggjarar – og harvið møguligar veljarar – til sjónvarpsskýggjarnar. Kann avgera valið At Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, útskrivaði val at verða týsdagin 1. september, kundi neyvan passað fram­ leiðslufelagnum betur. Steypa­ finalurnar verða leiktar fríggja- og leygardagin und­ an valinum, og liggja sostatt í sjálvum endaspurtinum á einum drúgvum og tøttum valdysti. Hetta eru sostatt dagarnir, tá politisku flokk­ arnir gera alt teir kunnu, til tess at hála síðstu og av­ gerandi atkvøðurnar í land. Hetta ger framleiðslu­ felagið sær eisini dælt av. Í tilboðnum, teir hava sent flokkunum, skriva teir eisini, at »...Rásin sæst av øllum húskjum í landinum, og ger hetta sendingarnar til ein tann besta lýsingapallin, sum kann fáast í Føroyum. Ikki minst í samband við valið, tí neyvan ber til at fáa slíka eksponering somikið tætt undan valinum nakra aðrastaðni.« Steypafinalurnar skulu selja politikk Rógvi Nybo Prinsipielt er Fótbólts­sam­ band Føroya ein politiskt- og átrúnaðarliga óheftur stovnur. Mangan verður eisini lagdur dentur á, tá politisk mál stinga seg upp, at Fótbóltssambandið ikki blandar seg upp í politikk, og ikki blandar politikk upp í fótbólt. Men kortini verður nú lagt upp til, at finalurnar í steypakappingini í kvinnu- og mansfótbólti, eisini verða pallur um finaluna í val­ stríðnum til løgtingsvalið komandi. Formaðurin í Fót­ bólts­sambandinum, Christ­ ian Andreasen, harmast at tað er so, men vísir á, at Fótbóltssambandið neyvan fær steðga tí. Trupulleikin er nevniliga, at Fótbóltssambandið hevur selt bæði sjónvarps- og lýs­ ingarættindini í sambandi við steypafinalurnar, til framleiðslufelagið AVlux. Keypssáttmálin varð undir­ skrivaður tríggjar vikur áðr­enn løgtingsval varð út­skrivað, og í tí keyps­ sáttmálanum er einki, ið forðar framleiðslufelagnum at selja sjónvarpslýsingar til politisku flokkarnar. - Juridiskt fáa vit nokk ikki steðga tí ella broytt treytirnar í sáttmálanum. Hann er undirskrivaður. Og í tí keypssáttmálanum eru vanligar lýsingatreytir gald­ andi, eitt nú at tey ikki vísa lýsingar fyri einkultum persónum. Men tað forðar nokk ikki, at tey vísa lýsingar fyri politiskum flokkum sum so, vísir Christian Andreasen á. Harmast støðuna Sjálvur heldur hann einki serligt um, at steypa­fin­al­ urnar nú eisini kunnu gerast politiskur lýsingarpallur. Vit ynskja jú ikki at Tórsvøllur verður tapetser­ aður við politikarum. Mær dámar tað einki serligt. Vit hava roynt at avmarka okkum í sáttmálanum, men vit høvdu ikki hugsað um, at løgtingsvalið fór at koma upp í spæl, nú steypa­ finalurnar vera. Tað er tí einki juridiskt, ið forðar teimum at selja lýsingarnar, sigur Christian Andreasen. Spurdur, um svarið so verður, at hetta má vera ein lærdómur til eina aðru ferð, svarar Christian Andreasen, at tað má tað so verða. rogvi@sosialurin.fo Ósmakkligt men ikki ólógligt Formaðurin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen, harmast um at politikkur verður blandaður upp í steypafinalurnar. - Men sáttmálin er undirskrivaður áðrenn valið varð útskrivað, og vit fáa ikki broytt treytirnar nú Sjónvarpslýsingar ikki loyvdar, men... Vit hava ongantíð áður sæð politiskar sjónv­ arpslýsingar í Føroyum. Orsøkin til tað er, at tað sambært lógini um Kringvarp Føroya er ólógligt. Løgtinglóg um Kringvarp Føroya sigur í §8, stk. 5, at »Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum og politiskum áskoðanum...«. Henda lóg er framvegis galdandi. Hesin partur av lógini er tó bert galdandi fyri Kringvarp Føroya, og tað forðar ikki fyri at politiskar sjónvarpslýsingar verða vístar á øðrum rásum í Føroyum. Steypafinalurnar í kvinnu- og mansfótbólti verða sýndar á Rás1 hjá Televarpinum, og hon er, so vítt vit vita, ikki fevnd av hesar áseting. -rn Fyri 25.000 krónur kunnu politisku flokkarnir keypa sær hálvantriðja minutt av sjónvarpslýsingum í samband við steypafinalurnar Tilgjørd mynd