mánadagur 3. august 2015síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87
tað tíðarhóskandi
samfelagið
framsokn.fo
framsókn liberali tjóðskaparflokkurin
Góðu føroyingar
Nýggjar tíðir elva til nýggjar avbjóðingar. Nýggjar avbjóðingar rópa
eftir nýggjum loysnum. Nýggjar loysnir krevja nýhugsan.
Tíðin er runnin undan teimum gomlu ismunum. Hon er runnin undan
vinstra og høgra og borgarligum og sosialistiskum. Hon ger alt stríð
millum miðstaðarøkið og útjaðaran høpisleyst, og hon ger skilnaðin
millum sonevnd gudilig og ógudilig vandamiklan.
Allur hesin skilnaðurin møtir ikki dagsins avbjóðingum. Han ger ikki
annað enn at krógva okkum burtur í avlæstar básar, haðani vit ikki
røkka hvørjum øðrum, og haðani vit ikki fáa samstarvað.
Í Framsókn ynskja vit at knýta politisk bond við tey, sum vilja byggja
einar Føroyar, sum megna at kappast við onnur lond um tað skapandi
og virkisfúsa fólkið – bæði um tey, sum longu búgva her, og um
útisetar og onnur, sum kunnu koma higar at ríka okkara samfelag. Vit
nevna hetta tað tíðarhóskandi samfelagið.
Undir hesum heitinum bjóðar Framsókn seg fram til komandi
løgtingsval. Undir tí ynskja vit at lýsa, hvussu týdningarmikið tað er fyri
allan framburð og menning í Føroyum, at vit geva tjóðarfrælsinum,
vinnufrælsinum og tí persónliga frælsinum neyðugu rúmdina.
Vit vilja, at Føroyar taka ábyrgd av sær sjálvum, og at vit gerast ein
sjálvberandi, frælsur og sjálvstøðugur limur í heimsfelagsskapinum.
Vit vilja, at Føroyar fáa ein betri samfelagsbúskap, og at vælferðin
verður ment og tryggjað. Tað krevur, at tann frælsa vinnan fær størri
ávirkan á samfelagsbúskapin, og at høvðusvinnurnar verða riknar eftir
marknaðarbúskaparligum fortreytum.
Vit vilja, at Føroyar gerast rúmligari, og at virðingin fyri persónliga
frælsinum kann broyta og beina burtur forboð og forðingar, sum ein
minniluti av fólkinum hevur tikið sær rættin til at áseta.
Vit hava eitt følbroytt lið av kvinnum og monnum, sum bera hendan
felags boðskapin fram fyri tykkum. Vit fevna víða í bæði aldri og
førleikum, men vit hava øll tað til felags, at vit byggja okkara politiska
arbeiði á virðisgrundarlagið hjá Framsókn.
Við einum inniligum ynski um, at vit megna at flyta politisk mørk og
soleiðis skapa vøkstur, tryggleika og trivnað í einum tíðarhóskandi
samfelag, biðja vit um undirtøku tykkara á komandi vali.
Poul Michelsen
Formaður í Framsókn