Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjáldan er eitt løgtingsval komið so illa við í tíð, sum tað sum løgmaður hevur útskrivað til 1.september Árni Gregersen Allir politisku flokkarnir hava, eins og veljararnir, vit­ að, at vit fóru at fáa løg­tings­ val í heyst. Andstøðan hevur eisini í juli roynt at savna tingið saman, so eitt uppskot um mis­álit á løgmann kundi leggjast fram – og harvið framprovokera eitt val. Kortini er tað, sum val nú kemur óvart á skipanina. Summarfrí hevur verið og er framvegis, so tað er tungt at fáa valmaskinuna at virka av álvara. Men frá í dag er ferð sett á. Fleiri flokkar høvdu tingbólkafund fríggjadagin og tey sum vara av um­sit­ing­ ini hjá flokkunum hava úr at gera við at lata valevnini í til eitt væntandi hart valstríð. Javnaðarflokkurin hevði eina ráðstevnu um idé­poli­ tikk leygardagin og í morgin fer Sambandsflokkurin at hava evnisdag fyri valevnum floksins. Framsókn er farin í gongd og flokkurin hevur longu nógvar plakatir hang­ andi í steyrunum í høv­uðs­ staðnum. Tjóðveldi hevur serliga vent sær til føroysk lesandi uttanland, fyri at fáa tey at skráseta seg, so tey eis­ini sleppa at velja til løg­tings­ valið 1. september. Fólkaflokkurin er enn ikki av álvara farin út, men nýggj­ astu ratingina av føroyska búskapinum frá Moody’s hevur flokkurin tikið til sín. Miðflokkurin hevur ikki alment verið úti, men flokk­urin fyrireikar seg av øll­um alvi til komandi val og tað sama ger Sjálv­stýris­ flokkurin, sum eftir relan­ ceringina kallar seg fyri Nýtt Sjálvstýri Sambandsflokkurin Sambandsflokkurin hevur sitið við leiðslu landsins sein­astu meira enn sjey árini. Fyri tað mesta saman við Fólka­flokkinum. Seinasta árið – ella meira enn tað – hevur veirð rættu­ liga buldrasligt. Stevið hevur ikki verið so gott í øllum før­ um – serliga ikki tá ið tað hevur snúð seg um nýskipan av fiskivinnuni. Harafturat var tað hand­ faringin av málinum um Skála­fjarðartunnlinum, sum gjørdi at løgmaður og for­ maður Sambandsfloksins av­gjørdi at skriva út val. Kannignarstjórin Hans Gamm­eltoft-Hansen stað­ festi í sínari kanning, at løg­ maður hevði borið tinginum skeivar upplýs­ingar og mælti til at geva honum eina átalu. Politisku avleiðingarnar av hesum vóru ókendar, til løgmaður ólavsøkudag skriv­ aði út nýval. Í hesi vikuni fer Sam­ bands­flokkurin so at gera klárt til valið. Valevnini er boðin inn til evnisdag, har enda­málið er at taka støðu til innihaldið í valskránni til løgtingsvalið og annars fyri­ reika valevnini til valstríðið. Millum tey evni, sum verða viðgjørd, er eisini ein eftir­meting av fólkatings­ val­inum. Sa m ba n d s f l o k ku r i n gjørdi vart við undir fólka­ tingsvalinum, at flokkurin fer at arbeiða fyri at menna ríkisfelagsskapin. Onki er at ivast í, at Sam­ bandsflokkurin fer at royna at gerast partur av nýggjari samgongu. Javnaðarflokkurin Javnaðarflokkurin hevur havt ein dag, har tosað var um idépolitikk. Har vóru fyri­lestrar og kjak. Flokkurin er tann flokkur, sum hevur klárað seg best í veljarakanningunum, sum hava verið. Tað eydnað­ist eisini at varðveita fólka­tings­ umboðanina. Ongin ivast í, at Javn­aðar­ flokkurin av álvara fer at royna at sleppa í samgongu í komandi valskeiðnum. Eyðsýnt er, at flokk­ur­in fríggjar mest til Sam­bands­ flokkin. Flokkarnir báðir eru samríkisflokkar og teir hava mangan fyrr sitið í sam­ gongu saman. Hinvegin hevur for­maður floksins meldað greitt út, at flokkurin als ikki fer at samstarva við Fólka­flokkin, so leingi Aksel V. Jo­hannesen er formaður í Javnað­ar­ flokkinum. Ein annar møguleiki er sjálv­andi, at Tjóðveldi og Javn­aðarflokkurin, sum sita í andstøðu nú, ganga saman í eina samgongu, men tað krevur, at flokkarnir semjast um, hvussu teir skulu fyri­ halda seg til viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í komandi valskeiðnum. Tjóðveldi Meðan Tjóðveldi um ald­ar­ skiftið og beint eftir mynd­ aði føroyskan politikk, so hevur flokkurin nú sitið so leingi í andstøðu, at hann noyðist at halda seg framat og fáa ávirkan aftur. Sjálvandi ger eitt val av, hvørjir matmatiskir møgu­ leikar eru, men sum støðan sær út nú, so er lættast at hugsa sær, at Tjóðveldi royn­ ir at finna saman við Javn­ aðarflokkinum, hóast flokk­ arnir hava hvør sína støðu til viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Júst nú bendir ikki nógv á, at tað fer at renna sam­an millum Tjóðveldi og Fólka­ flokkin. Sjálvt um flokkarnir meira ella minni draga somu línu í tjóð­skaparmálum, so eru so nógv onnur mál, sum skilja flokkarnar. Fyrst og fremst er tað nýggja lógin um vinnuligan fiskiskap, har flokkarnir báðir hava heilt hvør sína hugsan. Hvussu tað møgu­ liga ber til at fáa tey sjónar­ miðini at renna saman er óhugs­andi júst nú. Hevði fiskivinnu­ný­skip­ anin verið avgreidd und­an valinum, so kundu sam­ starvs­møguleikar verið, men sum støðan er nú, bendir onki á tað. Men sum kunnugt ber alt til í politikki og Tjóðveldi fer at gera nógv fyri at sleppa at sita við boðið, har av­ gerðirnar verða tiknar. Fólkaflokkurin Fólkaflokkurin er helst tann flokkur, sum hevur fingið flest skolur omanyvir seg í hesum valskeiðnum. Hinvegin hevur flokkurin umsitið fíggjarmál og sein­ asta metingin hjá Moody’s vísir, at okkurt er gjørt rætt. Flatskatturin broytti viðurskiftini hjá nógvum í Føroyum og risavøksturin í búskapinum fer helst at gera, at í komandi fíggjarlóg er hallið burtur. Formaður floksins hevur sagt, at flokkurin fegin vil halda fram í samgongu og landsstýri. Hvørjum tað skal verða saman við er ilt at siga, men eitt gott boð er, at flokkurin velir at fara sam­ an aftur við sam­bands­flokk­ inum. Hvat fer valstríðið og hvørjir samgon politikkur