mánadagur 3. august 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87
Smærru flokkarnir
So at siga ongantíð fellur eitt
val út, so bert tveir flokkar
kunnu gera meirlutasam
gongu.
17 tingsfólk skulu til fyri
at ein meirlutasamgonga
kann gerast. Hetta er mate
matiska útgangsstøðið. Har
afturat
skal
politikkurin
passa saman.
Tí
hava
teir
tríggir
smærru flokkarnir - Mið
flokkurin, Framsókn og Nýtt
Sjálvstýri – so stóra ávirkan.
Onkur
av
teimum
smærru flokkunum skal so
at siga altíð til fyri at manna
samgonguna. Tað ger tað
politiskt torførari at gera
eitt
samgonguskjal,
men
forðar eisini fyri at stórar
broytingar verða gjørdar –
hvørki til høgru ella vinstru
ella í viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark.
Miðflokkurin og Sjálv
stýrisflokkurin vóru upp
runaliga
við
í
sitandi
samgongu, men Sjálvstýris
flokkurin fór úr samgonguni
í 2013, tá ið løgmaður sendi
Kára P. Højgaard, landsstýris
mann við innlendismálum,
til hús.
Meðan samgongan hev
ur sitið er hon tó vaksin við
tveimum tinglimum. Janus
Rein valdi at fara úr Fram
sókn og gerast partur av
Fólkaflokkinum, og Gerrhard
Lognberg var koyrdur úr
Javnaðarflokkinum.
Hann
valdi síðani at fara uppí ting
bólkin hjá Sambandsflokk
inum.
Veljarakanningarnar
Tað eru sjálvandi gjørdar
veljarakannignar,
meðan
hendan samgongan hevur
sitið. Grundleggjandi geva
tær
Javnaðarflokkinum
stóra framgongd og Sam
bandsflokkinum afturgongd.
Hvussu ein veljarakann
ing hevði sæð út í dag vita
vit ikki, men á fólkatings
valinum
herfyri
høvdu
Sambandsflokkurin
og
Fólkaflokkurin afturgongd.
Sambandsflokkurin góð sjey
prosent, men Fólkaflokkurin
ikki meira enn 0,3 prosent.
Bæði Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi høvdu fram
gongd. Tjóðveldi góð fimm
prosent og Javnaðarflokk
urin góð trý prosent.
Teir tríggir smærru flokk
arnir høvdu allir afturgongd,
men júst tað úrslitið kann
neyvan førast yvir á eitt
úrslit til eitt løgtingsval.
Veljarin veit, at smærru
flokkarnir ikki hava møgu
leika at vinna sessin í Fólka
tinginum, men at teir kort
ini væl og virðirliga kunna
tryggja sær pláss í Løgting
inum.
Valstríðið
Enn er als ikki greitt, hvat
sjálvt valstríð fer at snúgva
seg um. Nú skulu flokkarnir
fyrst fyrireika seg, áðrenn
vit heilt vita, hvat hvør ein
stakur flokkur fer at leggja
dent á.
Eitt virðisstríð um for
deilingina av ágóðum í Før
oyum verður sjálvandi ein
partur av valstríðnum.
Hvat
skulu
tilfeingis
gjøldini vera og hvussu høgur
skal
partafelagsskatturin
vera í Føroym?
Hvusssu nógvan skatt
skulu føroyingar gjalda og
hví skulu summi sleppa und
an at gjalda skatt í Føroyum?
Hví skulu sjómenn gjalda
lægri skatt?
Og hvussu við teimum,
sum
arbeiða
uttanlands,
búgva í Føroyum, men ikki
gjalda skatt her?
Hvussu nógvur peningur
skal til at reka føroyska sam
felagið á einum støði, sum
svarar til tað, sum okkara
grannalond hava? Og er
tað soleiðis samfelagið skal
innrættst?
Tá ið 10-14 dagar eru
farnir fáa vit greiðu á, hvat
flokkarnir halda valstríðið
skal snúgva seg um.
Spurningurin er so um
veljararnir halda tað sama?
Og hvat vit velja.
ð at snúgva seg um
ngumøguleikar eru
politikkur