Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politikkur Árni Gregersen Løgtingsval verður 1. sep­ temb­er, men kortini um­ boðar nústitandi manning Løg­tingið til eitt nýtt er valt. Alt politiskt arbeiði í tinginum er steðgað, men kort­ini eru tað nøkur mál, sum mugu avgreiðast. Eitt av teimum er áset­ ingin av fiskidøgunum í nýggja fiskiárinum, sum byrjar 1. sep­tember. Í lógini stendur, at fiski­ dagarnir fyri komandi fiski­ ár skulu lýsast alment í sein­ asta lagi 18. august. Tí er neyðugt, at Løg­ ting­ið kemur saman nú, at avgreiða hetta mál. Tað er landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum, Jacob Vest­ ergaard, sum leggur málið fram og tað fer hann at gera á tingfundi í morgin klokkan 10. Fyri at hetta kann av­ greiðast av tinginum, so er neyðugt, at meira enn ein tingfundur verður hildin, tí øll lógarmál skulu hava tríggjar viðgerðir. Í hesum føri ger tað, at Løgtingið noyðist at hava fleiri fundir í morgin fyri at fáa málið avgreitt. Og tað er millum annað hetta, sum løgtingsformaðurin hev­ur avtalað við floksfor­menn­ irnar. Onnur mál Men avtalan fevnir eisini um tvey onnur mál, sum eisini skulu avgreiðast. Fyrst og fremst er talan um ólavsøkurøðu løg­mans. Hon skal sambært stýris­ skipanarlógini hava viðgerð í Løgtinginum í seinasta lagi seks dagar eftir at løgmaður hevur hildið taluna. Tí verður tað orða­skift­ið eisini avgreitt á ting­fund­in­ um í morgin. Sjálvt um so verður, so er ein avtala eisini gjørd um, at orðaskiftið verður so stutt, sum tað yvirhøvur ber til. – Tað er fyri, at tingfólk ikki fara at brúka tingsins røð­arapall í valstríðnum, sigur Jógvan á Lakjuni, ting­ for­maður. Hann vísir eisini til, at Løgtingið – tá ið val er út­ skrivað – steðgar øllum vanligum politiskum arbeiði. Kortini eru tað mál, sum mugu avgreiðast. Átalurnar Umframt tað, so fer ting­ formaðurin sjálvur at leggja tvey uppskot fram til sam­ tyktar. Talan er um átalurnar til løgmann og fyrrverandi lands­stýrismann við inn­ lendismálum. Formansskapurin í ting­ inum, sum umframt Jógvan á Lakjuni, tingformann, eru næstformennirnir Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, Ger­hard Lognberg, Sam­ bandsflokkurin, og Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, hev­ ur gjørt tvey uppskot til sam­tyktar klár. – Vit fara ikki at al­manna­ kunngera tey fyrr enn tey vera framløgd, sigur ting­ formaðurin. Uppskotini um at geva løg­manni og fyrr­ver­andi lands­stýris­mann­inum átal­ ur, koma í kjalar­vørr­in­um á kanningini av málinum um Skálafjarðartunnilin, sum danski løgfrøðingurin Hans Gammeltoft-Hansen gjørdi. Kanningarstjórin vísti á, at í Føroyum er ongin sið­ venja á hesum øki. Tí tók hann dømi úr donsku skip­ anini um hvussu slík mál eru átalað av Fólkatinginum. Málið metti hann ikki at vera so stórt, at tað átti at blíva eitt revsirættarligt mál, men hinvegin helt hann eisini, at tað brot sum teir báðir, løgmaður og lands­ stýrismaðurin, hava framt, heldur ikki eiga at fara óátalað aftur við borðinum. Formansskapurin í Løg­ tinginum tók málið upp til viðgerðar og eftir nakrar fundir, var semja um, at leggja tvey upp­skot til sam­tyktar fram, sum geva ávikavist løgmanni og fyrr­ verandi lands­stýris­mann­ inum hvør sína átalu. Royndu at kalla tingið saman Andstøðan valdi at bíða til formansskapurin í Løg­ tinginum var komin til eina niðurstøða, áðrenn av ávlara var farið undir at kalla tingið saman undan ólavsøku. Fyri at tingið verður kall­ að saman, so skal tingfor­ mað­urin, løgmaður ella tveir fimtingar av tingmanningini gera tað. Hvørki tingformaðurin ella løgmaður kallaðu tingið saman. Tí royndi andstøðan at fáa tingfólk at skriva undir uppá, at tingið skuldi koma saman, men tað eydnaðist ikki. Andstøðan er 13 ting­ fólk, meðan tveir fimt­ing­ar av tinginum eru 14. Og tá so fyrrverandi lands­stýris­ maðurin, Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, er ein teirra, so vóru útlitini ring at fáa tingið saman. Á ólavsøku skrivaði løg­ maður so val út at vera 1. september. Løgtingið hevur minst fýra fundir í morgin Formennirnir í flokkunum á tingi hava gjørt avtalu við tingformannin, um hvussu tingfundirnir verða í morgin Grein 19-nevndin kemur við frágreiðing í august Sjálvt um alt politiskt arbeiði er steðgað í Løgtinginum tí val er útskrivað, so kemur ein grein 19-nevnd við frágreiðing í august Løgtingið hevur sett eina grein 19-nevnd at kanna grunna­eftirlitið og Eik grunn­in. Nevndin er í høvuðs­heit­ inum sett at kanna viður­ skiftini kring Eik grunnin, men eisini um grunna­ eftirlitið hevur verið í lagi. Nevndin er sett sam­ bært grein 19 í lógini um Stýrisskipan Føroya og hevur tríggjar limir. Tey eru Joan Magnus Ras­mussen, Fólkaflokkurin, for­maður, Kristina Háfoss, Tjóð­veldi, næstformaður, og Helgi Abrahamsen, Sam­ bandsflokkurin. Sambært grein 25 í ting­ skipanini skal ein grein 19-nevnd arbeiða til hon er liðug við sín arbeiðssetning, tó í longsta lagi til valdagin. Upprunaligi arbeiðs­setn­ ingurin hjá nevndini var: Løgtingið samtykkir at seta trýmanna tingnevnd sbrt. stýrisskipanarlógini § 19 at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002-2010, og eftirlitinum við grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. Arbeiðssetningurin fevnir ikki um agamáls- ella revsi­rættarviðurskifti hjá einstak­lingum.” Í viðmerkingunum verður m.a. víst á, at høvuðsmálið við nevndararbeiðnum er at fáa til vega neyðugar upp­lýsingar soleiðis, at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepn­ar mannagongdir og avleið­ ingar, sum hava verið av Eik- grunsmálinum. Arbeiðssetningurin Síðani nevndin var sett við Rannvá Sólheim sum skrivara og Sigmundi Poul­ sen, advokati, sum løg­ frøðiligum ráðgeva, hevur nevndin havt nógvar fundir. Nevndin hevur eisini út­ greina, sín arbeiðssetning, sum er soljóðandi: Grunnaeftirlitið 1. Lýsa lógargrundarlagið fyri eftirlit við føroyskum vinnurekandi grunnum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. 2. Lýsa framda grunna­ eftirlitið av Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. 3. Staðfesta um samsvar var millum lógargrundarlag og framda eftirlitið av Eik grunninum, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tikin til, at møguligar óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar. Eik grunnurin 1. Lýsa viðtøkur og lóg­ar­ grundarlag fyri Eik grunn­ in í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010. 2. Lýsa virksemið í Eik grunn­ inum í tíðar­skeiðnum 2002 til og við 2010. 3. Staðfesta um samsvar var millum viðtøkur, lógar­ grundarlag og virksemið hjá Eik grunninum, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tikin til, at møguligar óhep­ nar mannagongdir og av­ leiðingar ikki verða endur­ tiknar. Við øðrum orðum hevur nevndin ikki fingið til uppgáva at finna fram til, um nakað revsirættarligt er farið fram hjá einstaklingum. Nevndin hevði ætlanir um at kunngera úrslitið av arbeiðnum 31.august, men eftirsum løgmaður hevur útskrivað val at vera dagin eftir, so hevur nevndin avgjørt at finna ein annan dag til almanna­kunn­gerð­ ingina av nevndar­ar­beið­ num: politikkur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður