Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 Fátøk børn fáa onga hjálp kortini Av tí at løgmaður skrivaði út nýval ólavsøkudag, fellir málið um familjuískoyti barnafamiljur og stakar uppihaldarar í fátækaváða Eirikur Lindenskov Eitt mál, sum fall burtur, tá løgmaður skrivaði út val ólavsøkudag, var uppskotið hjá almannaráðnum til at hjálpa børnum í fátækra­ váða. Í ólavsøkurøðuni segði løgmaður – fáar minuttir áðrenn hann útskrivaði valið – at landsstýrið nú leggur seinastu hond á lógar­upp­ skot um familjuískoyti. – Uppskotið tryggjar støk­ um uppihaldarum og barna­ familjum við lágum inn­ tøkum ein styrk, sum munar, segði løgmaður. Men løtu seinni kveistraði hann kortini málið av borðinum, tí tá valið varð útskrivað, fall málið burtur. Tað var eftir tiltakið »Meðan vit bíða« hjá Miðla­ húsinum í aprílmánaði, at uppskot varð lagt fram á ting um at veita hjálp til tey 1.500 føroysku børnini, sum liva í fátækraváða. Tað var eftir sending í sjónvarpinum fyrst í apríl, »Við hjálp frá góðum fólki«, at Miðlahúsið tók stig til tiltakið fyri at savna pening til »Í menniskjum góður tokki«, so tey kundu hjálpa mest útsettu familj­ unum bráðfeingis. Men løgtingið vildi ikki samtykkja uppskotið frá andstøðuni um eitt serligt barnaískoyti til tey børn í Føroyum, sum eru allar ring­ ast fyri. Sambært uppskoti­ num var ætlanin at hjálpa teimum fyribils, til ein varandi skipan skuldi gerast. Tað var eisini løgmaður, sum tíðliga í mai segði av tingsins røðarapalli, at tingið skuldi taka saman hendur um at hjálpa teimum, sum eru fátæk í Føroyum, upp um fátækamarkið. Hann mælti frá at sam­ tykkja uppskotið hjá and­ støðuni í óðum verki – og mælti heldur til, at Annika Olsen, landssstýriskvinna í almannamálum evnaði eitt uppskot til eftir ólavsøku. Annika Olsen hevur arbeitt við einum nýggjum uppskoti, sum gongur út upp á tað sama, sum skuldi leggjast fram nú á ólavsøku. Men av tí at løgmaður skrivaði út val, so fall tað málið burtur – ella rættari, tað verður ikki lagt fram. Soleiðis fáa tey fátøku børnini onga eyka hjálp frá løgtinginum hesu megin løgtingsvalið. Roknast má nú við, at nakrir mánaðir nú ganga, áðrenn nøkur hjálp verður at heinta. Fátæku børnini slept upp á fjall Lyftið hjá samgonguni um at hjálpa illa sperdum familjum varð ikki hildið, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki Eirikur Lindenskov – Áðrenn summarfrítíðina noktaði samgongan at stuðla børnunum, sum vaksa upp í fíggjarligum sperdum fam­ iljum. Løgmaður og onnur samgonguumboð løgdu dent á, at tey sjálvi skuldu gera eitt uppskot, sum kom beint eftir ólavsøku. Ólavsøkan er farin, nýval er útskrivað, men áðrenn tað sendi lands­ stýrið eitt forkølað upp­skot til hoyringar, sum ikki munar stórvegis hjá teimum nógvu fátæku børnunum. Einki verður samtykt í bræði. Sambært Hagstovuni eru omanfyri 1300 børn í fá­ tækra­váða í Føroyum, og 444 liva í djúpum fátækradømi. Tað sigur Sonja Jógvans­ dóttir, samskipari í Samtaki. Hon vísir á, at tær barna­ familjur, sum eru fíggjarliga sperdar, og sum høvdu vónað at fingið ein skáa, nú vit eru farin um ólavsøku, mugu bíða, tí samgongan hevur enn einaferð slept teimum upp á fjall. – Samgongan feldi fyri summarfrítíðina eitt upp­ skot frá andstøðuni, sum kundi hjálpt børnunum í teimum familjum, sum eru ringast fyri. Løgmaður lov­ aði, at beint eftir ólavsøku, so hevði samgongan gjørt eitt nýtt uppskot, sigur hon. Uppskotið um at veita barnaískoytið kom fyri sum­ marfrítíðina í kjalarvørri­ num av innsavning »Meðan vit bíða« hjá Miðlahúsinum, sum var latið Í Menniskjum góður tokki til at hjálpa við mathjálp, frítíðarvirksemi og føðingardagshjálp. Undan innsavningini hevði Kring­ varpið lýst støðuna hjá ym­ iskum familjum í sendingini »Við hjálp frá góðum fólki«, har andlit var sett á vaksandi trupulleikan. – Samgongan hevur nú gjørt eitt nýtt uppskot um serligt familjuískoytið, men tað hjálpir ikki nógvum, tí inntøkumarkið fyri nær tú kanst fáa og ikki fáa eru so lág og ikki í tráð við tey veruligu tølini fyri fátækra­ váða. Tað tykist, sum um landsstýrið við uppskotinum hevur uppfunnið eitt nýtt lægri fátækramark fyri at spara pening, sigur hon. Hon vísir á, at fimm millióni skuldi uppskotið kosta hjá samgonguni um­ framt tvær milliónir krónur í umsiting. – Hetta er sera fyri­sit­ ingarliga tungt, og spurn­ ingurin er, um tað kann vera rætt at kostnaðurin fyri at veita ein fíggjarligan styrk skal vera so høgur. Upp­ skotið um serligt familju­ ískoyti er bringuprýði, so samgongan ikki kundi last­ ast fyri einki at hava gjørt við ta vaksandi barnafá­ tækradømi. Men nú er val útskrivað, so mugu fátæku børnini bíða leingi afturat, áðrenn tey fáa nakran stuðul frá politisku skipanini, sigur Sonja Jógvansdóttir. Fíggjarliga sperdu fam­ iljurnar mugu klára seg við hjálp frá góðum fólki, og tey sum ikki hava familju, vin­ fólk ella onkra felagsskap, sum kann taka um endan, eru ógvuliga illa fyri. Talið av børnum í fá­ tækra­váða er framvegis yvir 1.300, og støðan hjá teimum er versnað seinastu árini. Tað er eisini sera órógvandi, at talið av børnum í veruligum fátækradømi støðugt er vaksandi, heldur Sonja Jógvansdóttir. Tøl frá Hagstovu Føroya fyri fólk í fátækraváða vísa, at 4.829 føroyingar høvdu í 2013 eina inntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Talið av føroyingum í fá­ tækraváða er frá 2010 til 2013 vaksið við 825 fólkum, og enn eru 1.308 børn, sum liva í familjum í fátækraváða. Talið av børnum sum liva í veruligum fátækradømi er vaksið við 24 prosent í tvey ár. Hetta eru børn, sum hava livað undir fátækramarki­ num í trý ár ella meira. Tøl frá hagstovuni vísa, at støðan hjá teimum bólkum, sum eru ringast fyri fíggjarliga stendur við og versnar. Tað sum er avgerandi fyri, um tú endar í fátækt er framvegis aldur, kyn og parlagsstøða. Tá eitt barn hevur livað undir fátækramarkinum í 3 ár, er talan ikki longur um at liva í fátækraváða, tá er tal­ an um at liva í veruligum fátækradømi. Í 2011 vóru 359 børn í veruligum fátækradømi, í 2012 vóru 386 børn í veruligum fátækradømi og í 2013 vóru 444 børn í veruligum fátækradømi. Gransking vísir, at sjálvt stuttíðar-fátækra­ dømi hevur neiliga ávirk­ an á menningina, upp­ vøksturin og framtíðar møguleikarnir hjá børn­ um. Longri børnini og familjurnar liva í fátækra­ dømi, truplari er at koma burtur úr støðuni, og størri eru avleiðingarnar fyri bæði børn og vaksin. Talið av børnum í langtíðarfátækradømi er seinastu árini vaksin við 24%. Um hugt verður at støðuni hjá børnum í fátækraváða sæst, at tey skulu hava eitt munandi lyft í húsarhaldsinntøku, fyri at tey skulu koma burtur úr fátækra­váða­ num. Brekkan er vorðin brattari hjá hesum børn­ um í mun til fram­man­ undan, tí inntøkugloppið veksur, og tað merkir, at vegurin hjá teimum at koma upp um fátækra­ markið, er vorðin longri. Síðani 2011 hevur pol­ itiski myndugleikin havt neyvt yvirlit yvir barna­ fátækradømi í Føroyum, kortini er onki gjørt fyri at basa vaksandi barna­ fátækradøminum. Fakta um barnafátækradømi: Fakta: Úr ólavsøkurøðu løgmans: »Hagstovan staðfestir, at í Føroyum liva fleiri familjur í fátækraváða. Tað er ein avbjóðing hjá landsstýrinum og hjá okkum øllum. Landsstýrið leggur nú seinastu hond á lógar­ uppskot um familjuískoyti. Uppskotið tryggjar støk­um uppihaldarum og barnafamiljum við lágum inntøkum ein styrk, sum munar. Lat meg kortini sláa fast, at passivar peningaveitingar eina loysa ikki avbjóðingarnar. Tað er neyðugt, at hvør einstøk familja raðfestir skilagott við teimum møguleikum, sum eru. Eg haldi ikki, at tað er rætt at leggja alla ábyrgd á tað almenna. Vit mugu sjálvandi eisini taka ábyrgd sum borgarar. Vit eiga framhaldandi at taka okkum væl av hvør øðrum og hjálpa familjum í trongstøðu.« Sambært Hagstovuni eru omanfyri 1300 børn í fá­tækra­váða í Føroyum, og 444 liva í djúpum fátækradømi, sigur Sonja Jógvansdóttir