Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Oddmar Berg í Runavik hev­ ur keypt fyritøkuna Ham­ mer Shuttle. Yvirtøkan var galdandi frá leygardegnum 1.august. – Eg fegnist um, at nýggi eigarin lovar trúgvu við­ skifta­fólkunum, at fyri­tøk­ an verður rikin í sama anda sum áður, og telefon­num­ mar og heimasíða hjá fyri­ tøkuni verða hitt sama. Hans Eiler Hammer ynsk­ir nýggja eigaranum hjartaliga tillukku og ynskir samstundis Guðs signing um framhaldandi virksemi. – Eg fegnist um avtaluna, tí hon tryggjar, at tænastan, sum vit hava bjóðað okkara viðskiftafólki hesi árini, heldur fram. Fyrrverandi eigarin sigur seg vóna, at trúføstu við­ skiftafólkini hesi seinastu trý árini fara at taka væl ímóti nýggja eigaranum og framhaldandi verða eins góður stuðul, og tey hava verið. – Nú fyritøkan er seld, vil eg eisini nýta høvi at takka okkara samstarvsfeløgum fyri gott samstarv. Ikki arbeiðsleysur Men, hvat fer Hans Eiler Hammer so at gera nú? – Eg havi leingi havt eina aðra fyritøku sum ber navnið Kardia. Nú fái eg stundir at røkja hana eina tíð framyvir, men tað er als ikki so óhugsandi, at okkurt annað er í væntu um eina tíð. Hann leggur aftrat, at hann í øllum førum ikki verður arbeiðsleysur. – Eg havi fingið mær eina skrivstovu á Toftum, sum eg fari at arbeiða út frá komandi mánaðirnar, og so fáa vit at síggja, hvat fer at spyrjast burturúr, sigur Hans Eiler Hammer. - Eg havi leingi havt fyritøkuna Kardia. Nú fái eg stundir at røkja hana eina tíð framyvir, men tað er als ikki óhugsandi, at okkurt annað er í væntu um eina tíð, sigur Hans Eiler Hammer Als ikki arbeiðsleysur eftir sølu av Hammer Shuttle Seinasta hósdag varð nýggjasta skipið hjá Thor í Hósvík - M/V Thor Frigg - handað reiðarínum á Besiktas skipasmiðjuni í Turkalandi. Skipið er tað triðja í røðini av fýra nýbygningum hjá felagnum, sum eru serútgjørd til fleirtáttaðar tænastur fyri seismikskip. Veikt – men positivt tekin Stundum hevur nógvur svartfuglur og másafuglur verið at sæð kring um í firðum og sundum í summar Vilmund Jacobsen Tú kundi kanska hildið, at tað er lygn, men so er ikki. Lítla nebbasildin á viðheftu mynd er veidd á pilki, sum vigar heili 28 gramm. Pilkurin er ríkiliga stórur til veiði eftir sílum á vøtnum, men er vælegnaður á sjó­ num eftir stórseiði. Í góðveðrinum sunnu­ dagin, tá undirritaði gekk ein túr eftir stóra sandinum á Sandi og slongdi út, kom henda lítla nebbasildin á henda stóra pilkin. Hon tók ikki pilkin, men tann eini krókurin hevði krøkt nebba­ sildina nakað aftanfyri høvdið sum myndin vísir. Stundum hevur verið sagt frá nógvum svartfugli og másafugli í firðum og sundum sum tekin um, at føði er í havinum. Søgan um hesa nebba­ sild, sum kom á stóra pilkin, er ikki nøkur stór søga, men tað positiva er, at hetta ivaleyst er júst tann støddin av nebbasild, ið eitt nú lun­di og annar sjó­fuglur leita eftir. Vónandi er fuglalívið, sum hevur verið at sæð í firðum og sundum – og henda lítla nebbasildin – eitt tekin um, at batar eru í havinum kring Føroyar. Undanfarin ár eru nógv­ ar lundapisur deyðar í reiðrinum, men vónandi vendist henda gongd í ár, soleiðis at svartfuglurin aftur fer at mennast. Tað er avbjóðandi, tá Sam loysir av á Nólsoyarleiðini, nú rampan á Sam er broytt til aðrar ferjulegur. Jákup av Skarði eigur myndina. 2000 vitja í Runavík Týsdagin 11. aug­ust kemur stóra ferða­ mannaskipið MS Rotter­ dam á vitjan í Runavíkar havn. Umborð eru umleið 1400 ferðafólk, og manningin telur 600. Soleiðis koma umleið 2000 fólk til Runavíkar henda dagin. Rotterdam er 61.850 bruttotons til støddar og er 238 metrar langt. Tað er reiðaríið Holland America Line, ið eigur skipið, sum fer at liggja í Runavík 11. august frá klokkan 8-16. Tað er Tor Shipping, sum umboðar ferðamannaskipið í Føroyum. vilmund@sosialurin.fo Hans Eiler Hammer (vinstrumegin), sum nú hevur selt Hammer Shuttle til Oddmar Berg í Runavík Ein lítil nebbasild á stórum pilki. Kanska eitt pinkalítið positivt tekin Mynd: Vilmund Jacobsen