Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 Vilmund Jacobsen Tað var sannur hátíðar­ dámur á Glyvrum, tá nýggi brunnbáturin hjá føroyska alirisanum Bakkafrosti á fyrsta sinni kom til bygdar og skipað varð fyri móttøku. Á skránni var dópur, røður og tónleikur. Báturin er uppkallaður eftir Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans á Bakka, sum saman við bróðuri sínum, Rolandi Jacobsen, stovnaði fyritøkuni í 1968.  Tað er Tersan skipa­ smiðjan í Turkaland, ið hevur smíðað nýggja brunnbátin, sum er 75,8 metrar langur og 16 metrar breiður.   Við hátíðarløtuna segði Regin Jacobsen, stjóri í Bakka­frosti, at bestu arbeiðs­ amboð skulu vera til taks, og Bakkafrost flytir seg áhald­ andi fyri at varðveita kapp­ ingarførið. – Menningin av føroysku alivinnuni seinastu nógvu árini hevur verið stór. Eitt slíkt skip hevði verið óhugsandi í føroysku alivinnuni fyri bert heilt fáum árum síðan. Nýggir møguleikar Stjórin segði, at nýggi brunn­ báturin er eitt amboð við heilt nýggjum møguleikum, og við bátinum kunnu uppgávurnar loysast bæði tryggari, betri og effektivari. – Vit hava eina visjón um, hvussu vit framhaldandi kunnu menna eitt felag í heimsflokki, og hvussu vit kunnu vera við til at menna eina kappingarføra alivinnu í Føroyum. Regin Jacobsen segði, at starvsfólkini hjá Bakkafrosti gera eitt sera gott arbeiði, og úrslitið er hareftir, legði stjórin aftrat. Í seinnu helvt av juli mán­aði gjørdi Christian í Grótinum rannsóknir, har Havstovan kannaði nøgdirnar av makreli í havøkinum kring Føroyar. Fyribilsúrslit av kann­ ingunum vísa, at sum heild var nakað meira til av bæði makreli og sild í ár enn í fjør, men nakað minni enn í rannsóknunum fyri 2013. Havstovan vísir á, at sildin var at fáa í sama øki, sum tvey tey undanfarnu árini. – Men, meira av mak­reli var fingið í útsynnings­ partinum av kanningar­ økinum, enn vit fyrr hava sæð. Endaligu úrslitini verða tøk, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar um hálvan august. Kanningarnar eru skip­ aðar sum felagskanningar saman við íslendingum, grønlendingum og norðmonnum. – Høvuðsendamálið er at kanna nøgdir og út­ breiðslu av makreli um summarið, tá hann er í Norðurhøvum at finna sær føði, sigur Havstovan. vilmund@sosialurin.fo – Starvsfólkini hjá Bakkafrosti gera eitt sera gott arbeiði, og úrslitið er hareftir, segði stjórin, Regin Jacobsen, tá Hans á Bakka kom til landið, og skipað varð fyri hátíðarhaldi á Glyvrum Sum heild er meira til av bæði makreli og sild í ár enn í fjør, men minni enn í rannsóknunum fyri 2013 Uppgávur kunnu nú loysast tryggari, betri og effektivari Góð útlit fyri makreli og sild Joanna Jarnskor Poulsen og René Thomsen eru nú olympiskir meistarar í boccia í Special Olympics World Summer Games 2015 Nú sáttmáli er undirskrivaður millum Eysturkommunu og byggifelagið KBH á Toftum, verður beinanvegin farið í gongd við at byggja nýggju býráðshúsini Trolbátar eru aftur á landleiðini – Bert tvey línuskip eru til fiskiskap í løtuni. Bæði skipini fiska í Eysturgrønlandi og landa í Íslandi. Øll hini línuskipini liggja við bryggju. Tað vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga fríggjadagin, tá tey gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna.  Enn er óvist, nær tey fyrstu línuskipini fara til fiskiskap aftur undir Føroyum, men nøkur skip aftrat fara ætlandi til Eysturgrønlands at fiska.   Streymurin verður rættiliga harður fyrst í hesi vikuni, men verður brúkiligur, sum vikan gongur. Roknað verður tí ikki við nógvum útróðrarfiski í byrjanini av hesi vikuni. Um fiskiskapin hjá partrolarunum verður sagt, at hann er smáligur, men okkurt parið hevur brúkiligan fiskiskap. Umframt upsa, fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski. Trý pør eru framvegis á gulllaksaveiði. - Tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska mest svartkalva, kongafisk og upsa, og væntandi koma allir inn at landa síðst í vikuni.  Væntandi er, at tríggir trolbátar koma inn at landa í dag, tveir av Íslandsrygginum og ein, sum hevur roynt eystanfyri. Trolbátarnir hava mest av toski og svartkalva. Lagt verður aftrat, at landleiðin læt uppaftur 1. august, og her eru nakrir trolbátar farnir at royna eydnuna. - Trolbátarnir á landleiðini fáa mest av toski og flatfiski, og væntandi koma onkrir bátar innaftur at landa síðst í hesi vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Nýggi brunnbáturin - Hans á Bakka - er 75,8 metrar langur og 16 metrar breiður Myndir: FSN