Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Henrik Weihe Joensen ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum 1. Inngangur Danska verjan av yvirvaldið og landøki yvir Føroyum viðførir, at avbjóðingar av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag - eitt nú við Sea Shepherd - ikki verða settar í talu av politiska myndugleikanum sum eitt trygdarpolitiskt mál. Tað viðførir, at skipanin av trygdar- og tilbúgvingarviðurskiftum, herí­ millum lóggávusmíði á økinum, verður skeiklað. Henda skeikling ger seg millum annað galdandi í sam­bandi við ger av nýggju grinda­ lógini. Av tí at grindalógin hevur bein­ leiðis tilvísing til Canadiska djóra­ verndarfelagsskapin Sea Shepherd, at steðga virkseminum hjá hesum felagsskapið í Føroyum, kann grinda­lógin eisini vera nevnd ”Lex Sea Shepherd” ella ”Sea Shepherd- lógin”. 1.1 Greiðsluevnisøki – yvirvald og landøki Í einari greining um Sea Shepherd felagsskapin, og tann týdning ein tílíkur felagsskapur hevur sum eitt trygdar- og verjupolitiskt mál, sum undirritaði skrivaði fyrr í ár, og sum kann lesast á leinkjuni her http://www.tiljar.fo/greinar/ blog4.php vísti eg á, at tað kann vera ein avbjóðandi uppgáva, at gera lóggávu í Føroyum í einum trygdar- og verjupolitiskum mál­ ið, sum er danskt málsøki, tí tá førka vit okkum inn á hug­tøk­ ini yvirvald (suverenitet) og land­øki (territorium), og harvið kjarn­uni í politiska valdinum hjá Dan­mark yvir Føroyum. Tað er í trygdar- og verjupolitikkinum, at Dan­mark hevdar og útinnir sín rætt til yvirvald og landøki í ríkis­ felags­skapinum við Føroyum og Grønlandi. Í nevndu greining mælti eg til, at gera neyðugar broytingar og dag­føringar í føroysku grinda­ reglu­gerðini umframt í donsku útlendinga- og rættargangs­lóg­ unum, sum eru settar í gildi í Før­oyum. Men hetta bleiv ikki gjørt. Ístaðin bleiv ein heilt nýggj grindalóg – løgtingslóg nr. 56 um grind og annan smáhval - sett í gildi í Føroyum tann 19. mai í ár. Lógin er gjørd við støði í løgtingssamtykt frá í fjør heyst, har Løgtingið heitti á Landsstýrið um skjótast møguligt, at gera neyðugar lógarbroytingar soleiðis, at skipast kann ein verulig tilbúgving, og átøk fremjast, sum kunnu fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum. 1.2 Ásetingar í grinda­ lógini hoyra heima í rættargangslógini Síðani omanfyri nevnda samtykt bleiv gjørd í løgtinginum, og áðrenn grindalógin bleiv sett í gildi, spurdi landsstýrið seg fyri hjá donsku stjórnini, um broytingar kundu gerast í omanfyri nevndu donsku lógum, sum eru galdandi í Føroyum. Hetta ynskti danska stjórnin ikki. Tí er nú ein nýggj grindalóg gjørd, sum er eitt skilagott tiltak í mun til tær ásetingar í lógini, sum snúgva seg um skilhald og skipan av viðurskiftunum í sambandi við grindarakstur og grindadráp. Hinvegin hevði tað verið skila­ betri, at sett §§ 10-11 í grindalógini, sum heimilar politinum at aftur­ halda persónum og lutum, í rætt­ argangslógina heldur enn í grinda­ lógina, tí tað er rættar­gangslógin, sum skipar og heimilar virksemi hjá politinum í Føroyum. Á tann hátt kundu §§ 10 og 11 fevnt um aðrar avbjóðingar av trygdar-, verju- og tilbúgvingarligum slag enn tær líknandi Sea Shepherd, sum politiið í samstarvi við aðrar myndugleikar eisini skal taka sær av fyri at halda lóg og landaskil í Føroyum. Tær nevndu §§ 10-11 snúgva seg um inntriv mótvegis persónum og lutum, sum víðka heimildirnar hjá politinum munandi millum annað við møguleikanum, at afturhalda persónar í upp til 12 tímar í einum fyribyrgjandi høpi, og uttan at afturhaldið av persóninum, sum ikki er ein formlig handtøka, kann leggjast fram fyri ein dómara til støðutakan. Hesar báðar ásetingar eru tiknar úr donsku politilógini, sum ikki er sett í gildi í Føroyum. Sum tað sæst niðanfyri í hesari greining, so hevur lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eisini við­ merkingar til júst hesar báðar ásetingar í sambandi við ger av grinda­lógini, har lógartænastan setir spurnartekin við, um Løg­ tingið hevur løgræði at seta reglur í løgtingslóg, sum gevur politinum slíkar víðkaðar heimildir, sum er ásett í §§ 10-11, eftirsum politiið er danskur myndugleiki. Harumframt hevur grindalógin eina óhepna orðing í § 3, sum ásetir fráboðanarskyldu í sambandi við grindaboð. Tað er bert í heilt fáum førum, serliga sambært revsilógini, at borgarar hava fráboðanarskyldu, og tað er í sambandi við, at fólk herí­millum børn og týðandi sam­felagsvirðir eru í vanda. Tí kundi § 3 verið øðrvísi orða fyri at sleppa undan, at ásetingin verður í stríð við ásetingar í bæði grund­lóg og evropeiska manna­ rættindinasáttmálanum viðvíkj­ andi talufrælsi. Við øðrum orðum - líka so væl sum borgarin hevur frælsi til at tala, hevur borgarin eisini frælsi til at tiga. 2. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni setir spurnartekin við §§ 10-11 í grindalógini Ásetingarnar í grindalógini, serliga §§ 10-11, eru gjørdar við støði í um­ fatandi viðmerkingum frá Fút­ anum, sum varðar av politinum í Føroyum. Í sínum viðmerkingum hevur Fútin tikið støði í donsku politilógini, sum skipar virksemi hjá politinum, og sum bleiv sett í gildi í Danmark í 2004, eftir at ein vælmannað politikommissión í tíðarskeiðnum 1998-2001 gjørdi álit um nýggja politilóg og umskipan av politiøkjunum í Danmark. Politilógin er ikki sett í gildi í Føroyum, og her er tað tí sum nevnt omanfyri framvegis danska rættargangslógin, sum er sett í gildi í Føroyum, og sum skipar virksemi hjá politinum. Í almennu viðmerkingunum til grindalógina, kunnar eig­arin av grindalógini, sum er Fiski­ mála­ráðið, eisini um, at tað er danski myndugleikin Fútin og ákæruvaldið hjá honum, ið eru komin við víðfevndum skrivligum viðmerkingum og uppskotum til, hvussu serliga ásetingarnar um inntrivsheimildir (§§ 10-11) og revsing (§ 13) kunnu orðast, og hvørji atlit hetta botnar í. Sambært Fiskimálaráðnum, so eru viðmerkingarnar frá fútanum at kalla tiknar til eftirtektar í heilum líki og hjálagdar lógaruppskotinum. Fútin og hansara ákæruvald standa sostatt sum høvuðssmiðir handan §§ 10, 11 og 13 í grindalógini. At tað kann vera ein ivasom mannagongd, at lata ein danskan myndugleika Fútan smíða reglur um sítt egna virksemi í einari føroyskari grindalóg, har politiið fær sera víðar heimildir í mun til inntriv mótvegis persónum og lutum, eru eisini viðurskifti, ið almennu viðmerkingarnar til upp­ skot til grindalóg, s. 6, viðgerð. Í viðmerkingunum stendur skrivað millum annað soljóðandi: ”Í løgligu eftirkanningini frá lóga­tænastuni (mín viðm. Lógar­ tænastan hoyrir bygnaðar­liga til Løgmansskrivstovuna) er spurn­ ingartekin sett við, um Løgtingið hevur løgræði at seta reglur í løgtingslóg, sum gevur løgregluni slíkar víðkaðar heimildir, sum ásett í §§ 10-11 (mín viðm. §§ 5 og 9 í donsku politilógini um ”opretholdelse af orden og sikkerhed og opløb”), eftir­sum løgreglan er danskur myndug­leiki. Í roynd og veru eru fútin og ákæruvaldið í Føroyum høvuðssmiðir handan uppskotini at víðka heimildirnar hjá løgregluni sambært §§ 10-11. Uppskotið er gjørt við teirra royndum at halda lóg og landaskil í sambandi við grind og tær royndir, tey hava gjørt sær í sambandi við rættarsókn í mál um brot á grindalóggávuna”. Í sínum svarið til settu spurnar­ tekini frá lógartænastuni, skriv­ar Fiskimálaráðið í somu við­merk­ ingum m.a. soljóðandi: ”Fiskimálaráðið skilir væl spurn­ingin frá lógatænastuni, men metir seg ikki føran fyri at taka dagar ímillum, hvørt tað stats- og ríkisrættarliga liggur inn­an fyri ella uttan fyri løgræðið hjá Løgtinginum at áseta reglur í før­oyskari serlóg, sum eisini fevna um útinnan av myndugleika hjá einum donskum myndugleika í Før­oyum. Hinvegin er tað ikki óvanligt at áseta reglur um eftirlit og handhevjan í føroyskari ser­ lóggávu, har heimildirnar hjá løg­regluni eisini eru ásettar. Ført kann verða fram, at tær heimildir tá rúmast innan fyri verandi heimildir, sum longu eru ásettar í eitt nú rættargangslógini, meðan hetta uppskotið røkkur víðari í mun til afturhald av persónum, uttan formliga handtøku og lógar­bundið lóghald av lutum. Hinvegin kann eisini verða ført fram, at í einari serlóg er tað bara Løgtingið, sum kann samtykkja, hvørt herdar reglur skulu ásetast um afturhald av persónum og lóghald leggjast á lutir, og um fútin og løgreglan meta, at tey ikki hava nøktandi lógargrundarlag at virka eftir, so må embætið heita á danskar myndugleikar um at fáa formligu viðurskiftini skipaði. Samanumtikið verður hildið, at hóast løgreglan sum etat er donsk, so útinnir løgreglan og ákæru­ valdið sín myndugleika í Føroyum sambært ríkislóggávu eins væl og serlóggávu”. 2.1 Avmarkaði og einsíðis hoyringssvør til herdar inntrivs- og revsiheimildir hjá politinum At lóggávusmiði í sambandi við grindalógina er skeiklað orsaka av, at Sea Shepherd málið ikki verður sett í talu og allýst sum eitt trygdar- og verjumál av ábyrgdarhavandi myndugleikum, sæst eisini aftur í teimum hoyrings-svarum til lóg­ina, sum eru endurgivin í al­ mennu viðmerkingunum, s. 7-8, í uppskotinum til grindalóg. Hoyringspartarnir eru fimm í tali – teir fýra eru við til at gera lógina, ávíkavist sýslumenninir og Fútin, sum er høvuðssmiður handan herðingina í §§ 10, 11 og 13, umframt ein djóralækni og ein lívfrøðingur. Tann fimti hoyringsparturin er ein advokatur, sum í fjør var verji hjá Sea Shepherd fólkunum, tá hesi vóru í Føroya rætti ákærd og dømd bøtur fyri brot á grindareglugerðina. Tað er undrunarvert, at útinnandi valdið Fiskimálaráðið biður um hoyrings- svar frá einstøkum advokati, sum í fjør var settur av dómsvaldinum til at verja Sea Shepherd fólkini. Hetta er at blanda útinnandi og dømandi valdið saman í sambandi við lóggávusmíði. Endamálið við at Grindalógin er gjørd á skeivum grundarlagi og má tí endurskoðast