mánadagur 3. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87
brúka verjuadvokatin er eftir øllum
at døma, at legitimera tær víðkaðu
inntrivs- og revsiheimildirnar, sum
politiið hevur fingið í grindalógini
– somu heimildir, sum advokaturin
í rættinum vegna síni viðskiftafólk
– Sea Shepherd – skal seta spurnar
tekin við.
Skilabetri, og til frama fyri
rættartrygdina hjá borgarunum
– eisini teimum av útlendskum
uppruna, ið vitja Føroyar – hevði
verið eisini at hoyrt til dømis
Advokatfelag
Føroya,
Amnesty
International,
Føroya
Deild,
Ferðavinnufelagið og Kommunu
felagið umframt møguligar aðrar
viðkomandi áhugapartar í sam
bandi við lógaruppskotið.
3. Umstrídd donsk
lóggáva á markinum
til rættartrygdina hjá
borgarum liggur til grund
fyri §§ 10-11 í grindalógini
Við støði í politilógini, herdi
danska stjónin í november 2009
heimildirnar hjá politinum við tí
sokallaða ”Lømmelpakken”, sum
millum aðrar ásetingar hevði við
sær, at politiið við støði í teimum
fyribyrgjandi handtøkunum, sum
politilógin frá 2004 gav heimild
til, nú fekk loyvi til at afturhalda
fólkum í 12 tímar ístaðin fyri teir
upprunaligu 6 tímarnar.
”Lømmelpakken” bleiv settur
í gildi, tí danska stjórnin ynskti
at styrkja um heimildirnar hjá
politinum at handtaka mótmæl
andi aktivistar í sambandi við
stóru
veðurlagsráðstevnuna
hjá ST, COP15, sum var hildin
í Keypmannahavn í desember
mánaða 2009. Í 2010 kolldømdi
býrætturin og seinni í 2012 ógildaði
og úttalaði Eystari Landsrættur
seg
atfinningarsamt
mótvegis
ásetingunum í ”lømmelpakken”
um fyribyrgjandi handtøkur í upp
til 12 tímar. 250 borgarar fingu út
goldið endurgjald, og dómurin
í
landsrættinum
staðfesti,
at
politiið hevur ikki loyvi til at brúka
fyribyrgjandi
handtøkur
sum
best ber til, men má gera ítøkiligar
metingar
av
atgerðunum
hjá
teimum mótmælandi borgarunum
í hvørjum einstøkum føri.
Síðani Eystari Landsrættur stað
festi dómin hjá býrættinum, hava
tað verið fleiri atfinningarsamar
røddir frammi – bæði á polit
iskum- og fakligum stigi – um,
at ásetingarnar um at fremja
fyrbyrgjandi handtøkur í upp til
12 tímar eiga at endurskoðast og
helst broytast. Hetta tí at hesar
ásetingar, sum nú síggjast aftur í
føroysku grindalógini, kunnu vera í
stríð við grundlógina og Evropeiska
mannarættindasáttmálan viðvíkj
andi rættinum til persónligt frælsi
umframt talu- og savningarfrælsi.
Enn eru broytingarnar ikki framd
ar í verki.
3.1 Sjey Sea Shepherd fólk
higartil í ár skuldsett –
óvist um politiið ger brúk av
§§ 10 og 11 í grindalógini
Tey sjey Sea Shepherd fólkini eru
skuldsett sambært grindalógini
í
sambandi
við
grindirnar
í
Hvannasundi, Bø og í Tórshavn.
Óvist er, um politiið hevur skuldsett
Sea Shepherd fólkini fyri brot á §§
10 og 11 í grindalógini. Komið er tó
fram alment, at onkur skuldseting
er sambært § 9 í grindalógini við
víkjandi skilhaldsreglunum, har
ásett er, at øll, sum eru í grind,
hava skyldu til at lýða boðum frá
sýslumanni ella grindaformanni.
Nakað týðir upp á, at politiið
í fyrsta lagi ikki ynskir at brúka
§§ 10 og 11 sum formligar skuld
setingar í rættinum, hóast hes
ar
ásetingar
longu
nú
verða
brúktar av politinum í verki. Til
dømis í sambandi við grindina í
Hvannasundi tann 29. juni í ár, har
tveir persónar frá Sea Shepherd
blivu hildnir aftur av politinum við
tunnilsmunnan til grindadrápið
var liðugt. Kringvarpið var á
staðnum og á leinkinum her - áleið
17 minuttir inni í sendingini – http://
kvf.fo/netvarp/sv/2015/06/30/
dagur-vika#.VbKuP1YTGO9 sæst,
at tveir persónar frá Sea Shepherd
verða hildnir aftur av politinum
fyrisitingarliga.
Spurdur, um hann metti, at talan
var um at halda aftur persónunum
fyrisitingarliga sambært § 10 í
grindalógini, svaraði fúti John
Kølbæk skrivliga tann 10. juli í ár, at
tað metti hann ikki, tí persónarnir
frá Sea Shepherd høvdu møguleika
at koyra frá staðnum – til annað
stað enn til Hvannasunds.
4. Spurningurin er,
um §§ 10, 11 og 13 í
grindalógini eru í stríð við
grundlóg, heimastýris-
og stýrisskipanarlóg
Danski hægstarættardómarin, Jens
Peter Christensen, skrivaði m.a.
soljóðandi í sambandi við Tvind-
dómin í kronik í Jyllands Posten,
um leiklutin hjá dómsvaldinum
sum verji av grundlógini:
”Grundloven
fastlægger
en
række spilleregler for det politiske
liv, og den giver borgerne rettig
heder, som folketing og regering
skal respektere. Grundloven sætt
er på denne måde grænser for
politikernes magtudfoldelse. Det
er i sidste ende op til domstolene at
vogte denne grænse”.
Løgfrøðingar,
sum
gjøgnum
árini fakliga hava greina heimildir í
heimastýrislóg mótvegis grundlóg,
eitt nú A. Ross, P. Andersen, H.
Zahle og O. Spiermann, eru samdir
um, at løgtingslógir líkasum fólka
tingslógir vísa til yvirskipaðu
donsku grundlógina og at lógir,
sum eru gjørdar av ávíkavist Løg
tingið og Fólkatingið, ikki mugu
vera í stríð við grundlógina.
Grundlógin § 3 hevur eina týdn
ingarmikla grundreglu um trýbytta
valdið, nevnliga at lóggevandi
myndugleikin er hjá kongi og
fólkatingi í felag. Tað útinnandi
valdið er hjá kongi (stjórnini) og
tann dømandi myndugleikan hevur
dómsvaldið. Við heimastýrislógini
frá 1948 er lóggevandi og útinnandi
valdið, sum er staðfest í § 3 í
grundlógini, útdelegera til Løgting
og Landsstýrið í yvirtiknum mál
um, eisini nevnd sermál, ímeðan
dómsvaldið framhaldandi er felags
mál, tað vil siga undir donskum
málsræði.
Heimastýrislógin
ger
skilna
millum sermál og felagsmál. Í
sermálum hava sum nevnt før
tíðargrein
Framhald á næstu síðu