mánadagur 3. august 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
oyskir myndugleikar – løgting
og landsstýrið – lóggávu- og fyri
sitingarligt vald. Í felagsmálum
hava ríkismyndugleikarnir – fólka
ting og ríkisstjórn – tað lóggevandi-
og
fyristingarliga
valdið,
men
heimastýrið – løgtingið - skal
góðkenna ásetingarnar, áðrenn tær
verða kunngjørdar.
Løgtingslóg um stýrisskipan
Føroya frá 1994 § 1 ásetir, at í
yvirtiknum málum er lóggávu
valdið hjá løgtinginum og løgmanni
í felag. Útinnandi valdið er hjá
landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá
dómstólunum.
Í viðmerkingunum, s. 173-175, til §
1 í uppskoti til stýrisskipanarlógina,
stendur skrivað m.a. soljóðandi um
lóggávuvaldið hjá løgtinginum:
”Hvør, ið lóggávuvaldið hevur
í yvirtiknum málum, er ásett í
heimastýrislógarinnar § 4, 2. stk.,
nevnliga soleiðis, at løgtingið sam
tykkir og løgmaður staðfestir løg
tingslógir, …”
”Lóggávuvaldið í greinini merkir
eitt nú heimildin at áseta almennar
rættarreglur mótvegis borgaranum
og tí almenna innan teir karmar,
grundlóg, heimastýrislóg og stýris
skipanarlóg annars áseta. Ilt er
nærri at útgreina merkingina
av orðingini í stuttari merking.
Tó liggur sum øvugdømi (mod
sætningsslutning) í greinini, at
lóggávuvaldi ikki kann taka sær
útinnandi og dømandi myndug
leika og eigur av hesi orsøk at sýna
varsemi við at gera løgtingslógir,
sum bert viðvíkja ávísum ítøkiligum
einstøkum viðurskiftum.”
Tveir viðkomandi spurningar
kunnu tí setast í hesum sambandi:
1. Hevur Løgtingið lóggávuvald
í felagsmálinum politiið, at
gera reglur í grindalógini um
virksemi hjá politinum, sum ikki
frammanundan eru settar í gildi
av Fólkatinginum?
2. Ger Løgtingið eina sokallaða
”singulera” lóg, sum er mál
rættað Sea Shepherd felags
skapinum,
og
sum
herðir
inntrivsheimildirnar hjá politi
num
viðvíkjandi
persónliga
frælsinum, talu- og savningar
frælsinum hjá hesum felags
skapi, har lóggevandi valdið
eisini er dømandi vald?
Tað er bara dómsvaldið, sum kann
endaliga svara uppá hesar báðar
spurningarnar.
5. Samanumtøka
og niðurstøða
Tað er neyðugt at skipað viður
skiftini kring grindarakstur og
grindadráp
á
ein
skynsaman
hátt. Tí er tað skilagott við einari
grindalóg.
Men
tað
er
eisini
neyðugt at gera broytingar í
rættargangslógini, tí tað er henda
lóg, sum skipar virksemi hjá polit
inum, og tað er politiið, sum hevur
høvuðsleiklutin sambært rættar
gangslógini í Føroyum – politilógini
í Danmark - at útinna myndugleika
og vald mótvegis borgarum, sum
búgva og uppihalda sær í føroyska
samfelagnum.
Grindalógin ásetir víðfevndar
inntrivs- og revsiheimildir í §§ 10,
11 og 13. Sum nevnt í greiningini,
hoyra hesar ásetingar rættast
heima í rættargangslógini held
ur enn í grindalógini, eisini tí at
ábyrgdarviðurskiftini
í
lógun
um báðum eru ymisk. Fiskimála
ráðið sum føroyskur myndugleiki
varðar av grindalógini ímeðan
Justitsministeriet sum danskur
myndugleiki varðar av rættar
gangslógini.
Politiið er einasti myndugleiki
í samfelagnum, sum sambært lóg
kann brúka vald mótvegis borg
arum. Fyri rættartrygdina hjá
borgarunum er tað tí neyðugt, at
Justitsministeriet, sum er evsti
myndugleikin
hjá
politinum,
eisini hevur ábyrgdina av tí lóg,
sum skipar víðfevndar inntrivs-
og revsiheimildir hjá politinum.
Í løtuni er støðan tann, at tað er
Fiskimálaráðið, sum hevur hesa
ábyrgd, og tað er ein skeikling av
sambandinum millum førleikar –
í hesum førinum tær víðfevndu
inntrivs-
og
revsiheimildirnar
hjá politinum – og ábyrgd, sum
Fiskimálaráðið hevur av hesum
heimildum hjá politinum í grinda
lógini.
Greiningin
grundgevur
fyri,
at lóggávusmíði í sambandi við
grindalógina verður skeiklað, tá
myndugleikarnir ikki taka hædd
fyri, at hjáveran av Sea Shepherd
felagsskapinum í Føroyum er
eitt trygdar- og verjupolitiskt
mál, sum eisini á politiskum- og
á embætismannastigi má setast
í talu sum eitt tílíkt mál. Í sam
bandi við ger av grindalógini, sæst
henda skeikling aftur á tann hátt,
at
lógartænastan
á
Løgmans
skrivstovuni setir spurnartekin við,
um Løgtingið hevur lóggávuvald í
felagsmálinum politiið, at umstrídd
donsk lóggáva, sum er á markinum
til rættartrygdina hjá borgarunum,
liggur til grund fyri víðfevndu
inntrivs- og revsiheimildunum hjá
politinum, og at hoyringssvarini
eru fá, harav tað eina er frá einum
verjuadvokati,
sum
umboðaði
skuldsett fólk frá Sea Shepherd
felagsskapinum í Føroya rætti í fjør.
Henda greining og tann grein
ing, ið víst verður til í pkt. 1.1.
omanfyri frá fyrr í ár, vísa eisini á
tað afturhaldni, ið danskir mynd
ugleikar vísa, tá tað ræður um at
seta í talu í Føroyum avbjóðingar
uttanifrá, sum hava við trygdar-
og verjumál at gera. Hetta aftur
haldni hevur við yvirvald og land
øki Danmarkar yvir Føroyum at
gera – eitt yvirvald og landøki,
sum er tengt at danska statinum,
í verki donsku stjórnini, sum hevd
ar sítt yvirvald gjøgnum trygd
ar- og verjupolitikkin. Tá so eitt
trygdar- og verjupolitiskt mál
sum Sea Shepherd hóttir føroyska
samfelagið – fyrst og fremst
mentanina men eisini tryggleikan
í
landinum
–
so
vísir
hetta
afturhaldni seg millum annað á
tann hátt, at danskir myndugleikar
ikki ynskja at gera broytingar í
teimum lógum, sum organisatoriskt
hoyra til trygdar- og verjupolitiska
øki - í hesum førinum útlendinga-
og rættargangslógini. Hugsanin
hjá danska forsætismálaráðnum
gjøgnum
tíðirnar,
og
teimum
ymisku stjórnunum í Danmark
óansæð
politiskan
lit,
er,
at
broytingar
í
málsøkjum
tætt
tilknýtt statinum, tað eru trygdar-
og verjumál, vil máa støðið undan
danska eindarstatinum og harvið
valdinum
hjá
Danmark
yvir
Føroyum. Trygdar- og verjumál
og tilknýttu verju-, rættargangs-
útlendinga-
og
politilógir
er
grundarlagið undir einhvørjum
stati, eisini tí danska, og fáa
Føroyar størri ávirkan á hesi mál
og lógir, vil tað við tíðini geva
grundarlag fyri stovnan av einum
føroyskum stati.
Tað var tí eisini eitt noktandi
svar, ið umboð fyri landsstýrið
fingu fyrr í ár, tá spurt var um
broytingar kundu gerast í nevndu
donsku lógum, sum eru galdandi í
Føroyum, til tess at fyribyrgja átøk
frá Sea Shepherd felagsskapinum.
Tí bleiv ein nýggj grindalóg gjørd,
allarhelst eftir umbøn frá donskum
myndugleikum, har tær víðfevndu
inntrivs- og revsiheimildirnar hjá
politinum innganga.
Greiningin vísir á, at tað er Fútin
og hansara ákæruvald, sum eru
høvuðssmiðir handan §§ 10, 11 og
13 í grindalógini. Fyrimyndin fyri
hesum ásetingum í grindalógini
skulu finnast í donsku politilógini
og tí sokallaða ”lømmelpakken” –
ein lógarpakki, sum er umstríddur,
tí Eystari Landsrættur úttalaði
seg atfinningarsamt viðvíkjandi
ásetingunum um fyribyrgjandi
handtøkur í upp til 12 tímar, sum
nú síggjast aftur í grindalógini.
Tveir grundleggjandi spurningar
reisa seg í hesum sambandi. Fyri
tað fyrsta, um Løgtingið hevur
lóggávuheimild í felagsmálinum
politiið og fyri tað næsta, um
Løgtingið ger eina sokallaða ”singu
lera” lóg, málrættað Sea Shepherd
felagsskapinum?
Endaliga svarið til hesar báðar
spurningar hevur bara dómsvaldið,
men nakað týðir upp á, at viðkom
andi myndugleikar, sum eru Fiski
málaráðið, Justitsministeriet og
politiið ”hava slept løgtinginum
upp á fjall” í sambandi við ger av
grindalógini. Hetta er ikki gjørt
i ringum vilja, men í tráðanini
eftir at skipa viðurskiftini kring
grindadráp skjótt og við herdum
inntrivs- og revsiheimildum, hava
nevndu myndugleikar eftir øllum
at døma sæð burtur frá at kanna
nærri um lóggávuvald løgtingsins
viðvíkjandi víðkaðum heimildum
til politiið í grindalógini samsvarar
við ríkisrættarligu støðu Føroya,
sum er ásett sambært grundlóg,
heimastýris- og stýrisskipanarlóg.
Yvirskipað er niðurstøðan í
greiningini tann, at líka so væl sum
grindadráp sum føroyska mentan
má varðveitast og verjast eisini
sambært lóggávu, so má tilgongdin
at gera lóggávu, og seta tiltøk í verk
í hesum sambandi, eisini byggja á
eitt siðmentað grundarlag.
Ítøkiliga er niðurstøðan í hesari
greining,
at
Løgtingið
saman
við Landsstýrið og viðkomandi
myndugleikum
má
enduskoða
grindalógina av nýggjum. Støða
má í fyrsta lagi takast meira
nágreiniliga til, um Løgtingið hevur
lóggávuvald í mun til at áseta
nýggjar reglur í gildi í løgtingslóg
fyri politiið, sum er danskt málsøki,
og har fyritreytirnar í grundlóg,
heimastýris- og stýrisskipanarlóg
áseta lóggávuvaldið í felagsmál
um til at vera hjá danska fólka
tinginum.
Í øðrum lagi er tað serliga
parturin um inntrivs- og revsi
heimildirnar hjá politinum §§ 10,
11 og 13, har Løgtingið í samráði
við Fiskimálaráðið, sum hevur
útinnandi ábyrgdina av grinda
lógini, má biðja Justitsministeriet
og Fólkatingið um, at seta nevndu
inntrivs- og revsiheimildir hjá
politinum
í
rættargangslógina,
sum er sett í gildi í Føroyum og
sum skipar virksemi hjá polit
inum í heila tikið. Í øðrum lagi,
um politilógin, har frá nevndu
ásetingar stava, og sum bleiv sett í
gildi í Danmark fyri 11 árum síðani,
skal verða sett í gildi í Føroyum
tillagað føroysk viðurskifti.
Í triðja lagi, um tað er ráðiligt,
at seta í gildi í Føroyum allar tær
ásetingar um inntrivs- og revsi
heimildir, serliga viðvíkjandi fyri
byrgjandi handtøkum í upp til
12 tímar, tá nú bæði fakpersónar,
politiska skipanin í Danmark og
Eystari Landsrættur hava úttala seg
atfinningarsamt mótvegis hesum
ásetingum til at vera í stríð við
rættartrygdina hjá borgarunum.
Í fjórða lagi, um fráboðanar
skyldan í § 3 í grindalógini kann
umorðast, soleiðis at spurningur
ikki kann setast við, um áset
ingin er í stríð við ásetingar í bæði
grundlóg og evropeiska manna
rættindinasáttmálanum
viðvíkj
andi talufrælsi.
tíðargrein