mánadagur 3. august 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87
ítróttur
Fleiri spurningar svaraðir
Pætur Albinus
Eftir ein summarsteðg vórðu
teir í Effodeildini tveittir
fyri eldin aftur við tveimum
dystum innan minni enn
eina viku. Tvey tey fyrstu
av teimum 10 eftirverandi
umførunum kundu svara
nógvum
spurningum,
og
tað gjørdu tey eisini – bæði í
toppi og botni.
Serliga tvey feløg munnu
kenna seg at vera dottin
meiri burtur ímillum enn
ynskiligt var. Við einans
tveimum stigum í tveimum
heimadystum
hevur
HB
nú fyribils mist sambandið
við
oddastríðið,
og
við
tapi ímóti sínum argasta
kappingarneyta misti EB/
Streymur gyltan møguleika
at vinna seg av aftasta
plássi – heldur hinvegin eru
teir nú fimm stig frá AB, tó
framvegis átta stig frá FC
Suðuroy og bjargingini.
B36 staðfesti
Eftir sannførandi 4-0-sigur
ólavsøkuaftan
ímóti
ÍF,
mundu B36-viðhaldsfólkini
vænta sær trý stig afturat,
tá ið FC Suðuroy vitjaði í
Gundadali sunnudagin. FC
Suðuroy er tó eisini í góðum
stima í løtuni, so hóast trupla
útivøllin, mundi setningurin
vera at fáa sær stig.
Tað var tó sum ein vátur
vøttur, tá ið Høgni Eysturoy
legði B36 á odda 1-0 longu í
2. minutti. B36 hevði eisini
bróðurpartin av spælinum
henda
fyrra
hálvleikin,
men tann so skjótt vunna
leiðslan kendist kanska sum
ein sovipúta, tí frammanfyri
málinum vóru B36-ararnir
lítið avgjørdir.
Eina løtu í seinna hálvleiki
tevjaði FC Suðuroy eina
stigið. Teir megnaðu at pilka
B36-spælið sundur og at seta
ferð á frameftir, men B36 leit
á eina góða verju hesa løtuna
og FC Suðuroy fekk ongantíð
tann avgerandi møguleikan,
sum kundi tryggja teimum
eina stigið.
Hóast spælið ikki var
eins sannførandi sum á
ólavsøku, so gjørdi B36 tað,
sum skuldi til – og ikki eitt
hakk meiri enn tað. Trý stig á
kontuna við 1-0-sigri og tóku
meistararnir við hesum av
svipsarunum hjá tveimum
av
eltarunum,
nevniliga
Víkingi og HB.
Fyrsti AB-sigurin
AB-arar kunnu prísa seg
lukkuligar fyri, at kappingin
er longd frá 18 dystum upp
í 27 dystir, tí eftir 18 dystir í
ár høvdu teir framvegis ikki
vunnið ein dyst. Ein góður
møguleiki fyri at broyta
upp á støðuna var í gjár, tá
ið teir í sonnum botnbraki
vóru á vitjan hjá EB/Streymi
á fyribils heimavølli teirra,
Skála.
Hóast
AB
hevði
yvirvág
í
spælbýtinum
í fyrra hálvleiki, so vóru
málmøguleikarnir ikki teir
nógvu og støðan var 0-0 í
hálvleikssteðginum. Í seinna
hálvleiki fekk AB tó veruliga
prógvað,
at
tað
betraða
spælið seinastu tíðina skuldi
løna seg. Teir snøgt sagt
smurdu
EB/Streym,
sum
annars hevði vunnið sær stig
ímóti KÍ seinasta umfar. Heili
fýra mál fingu argjamenn,
meðan EB/Streymur ikki
hevði nakað at bjóða uppá.
Málskjúttar vóru Dion
Splidt, Jógvan Skeel Nolsøe,
Kristin R. Mouritsen og
Jobin Drangastein.
Loksins brast fyri nev hjá
AB, og venjari teirra, Sámal
Erik Hentze, segði við Rás2
eftir dystin, at hetta var ein
kensla, teir høvdu leitað
leingi eftir. Málið hjá teimum
er nevniliga yvirliving, og
hon er nú einans trý stig
burturi.
EB/Streymur
misti
hinvegin
møguleikan
at
vinna seg framum AB, men
teir kunnu ugga seg við, at
setningurin er óbroyttur:
átta stig fyri at yvirliva í
Effodeildini.
NSÍ kann enn
Seinasti dystur í 19. umfari
verður spældur í kvøld, tá
ið ÍF er á vitjan hjá NSÍ við
Løkin. Tey trý stigini eru
ógvuliga
umráðandi
hjá
NSÍ fyri at halda samband
við oddaliðið B36, meðan ÍF
meiri er í ongamannalandi,
men tó skal ansa sær soleiðis
at teir ikki verða í vanda fyri
at flyta niður.
ÍF hevur nógv at prógva
eftir lemjandi 0-4-tapi ímóti
B36 á ólavsøku, men tað
verður uttan iva trupult. NSÍ
er nevniliga eitt av teimum
frægastu
heimaliðunum
í deildini við seks sigrum
av
níggju
møguligum
á
heimavølli,
meðan
ÍF
hinvegin
einans
hevur
vunnið einaferð á útivølli út
av somuleiðis níggju.
albinus@sosialurin.fo
B36 – FC Suðuroy 1-0 (1-0)
1-0: Høgni Eysturoy, 2.
B36: Trygvi Askham - Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar
Færø, Gestur B. Dam (83. Alex Mellemgaard) - Eli F. Nielsen
- Jákup á Borg (19. Benjamin Heinesen) Róaldur Jakobsen, Hans
Pauli Samuelsen -Lukasz Cieslewicz, Philip Lund
Gult kort: Gestur B. Dam
FC Suðuroy: Rani N. Johannesen - Heri Kjærbo (85. Heini
Bech) Christian Ibeagha, Valerian Iobashvili, Tóki K. Mortensen
- Palli Augustinussen, Salmundur Bech (85. Teitur Tausen)
Høgni Madsen, Búi Egilsson (77. Reidar D. Joensen) - Mamuka
Toronjadze, Jón Krosslá Poulsen
Gult kort: Christian Ibeagha, Heini Bech
Dómari: Valgeir Valgeirsson (Ísland)
EB/Streymur – AB 0-4 (0-0)
0-1: Dion Splidt, 65.
0-2: Jógvan Skeel Nolsøe, 72.
0-3: Kristin R. Mouritsen, 78.
0-4: Jobin Drangastein, 86.
EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen – Árni G. Olsen, Andras
Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannus Hansen – Jan á Høgaryggi
(69. Jónstein Magnussen) Brian Olsen, Rói H. Olsen, Ragnar
B. Danielsen (57. Hanus Olsen) – Arnar Dam (86. Ólavur F.
Ejdesgaard) – Leif Niclasen
Gult kort: Brian Olsen
AB: Niklas Thomsen – Álvur F. Christiansen, Rói Danielsen, Sorin
Anghel, Beinir Ellefsen (90. Bárður Olsen) – Rógvi Poulsen, Kári
Nielsen, Tróndur Jensen, Kristin R. Mouritsen – Dion B. Splidt (75.
Jobin Drangastein) – Jógvan Skeel Nolsøe (84. Nikolaj L. Eriksen)
Gult kort: Rógvi Poulsen
Dómari: Rúni Gaardbo
Tvey tey fyrstu umførini eftir summarsteðgin hava svarað nógvum spurningum. B36 heldur somu
kós og hevur staðfest sína støðu sum oddalið, men HB hevur mist sambandið við oddastríðið
eins og AB við ársins fyrsta sigri aftur hevur lima seg inn í dystin um yvirliving