Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur spælarameting Andre Olsen Í einum jøvnum og spen­n­ andi dysti, býttu Víkingur og KÍ sunnudagin tað eina stig­ ið millum sín. Dysturin var ongantíð tann stóra leikliga upp­livingin, har tað heldur var intensitetur, takklingar og spenningur, ið eyðkendu dyst­in. KÍ átti fyrra hálvleik Heldur óvæntað, so vóru tað gest­irnir úr KÍ, sum sótu á tí mesta í fyrra hálvleiki. KÍ leikararnir tóktust munandi betri upplagdir enn teir á heima­liðnum, og tað var eisini alla tíðina KÍ sum hótti meir enn Víkingur í fyrra hálv­leiki. Serliga álopsleikarin, Ken­ an Hajdarevic, var týdn­ingar­ mik­il í spælinum hjá KÍ. Í fleiri førum megnaði hann at varð­veita bóltin væl, soleiðis at hann fekk viðleikarar við sær í álopsstøður. Tí var tað eisini fult uppi­ bor­ið, at tað var KÍ sum legði seg á odda tríggjar minuttir und­an at dómarin brísklaði til hálvleik. Málið byrjaði í vinstru síðu, har Mayowa Alli og Heð­in Klakstein spældu væl saman. Heðin Klakstein sendi síðani bóltin inn í feltið, har Henry Heinesen stóð á rætta staðnum, og sum við einum góðum skoti fekk lagt KÍ á odda 1-0. 1-0 var eisini hálv­leiks­ støð­an, og tað var eisini fult í tráð við leikgongdina í fyrra hálv­leiki. Sum heild hekk tað ikki líka væl saman á Víkinga lið­ num í fyrra hálvleiki, sum tað onkuntíð áður hevur gjørt í ár. Víkingarnir høvdu tað trupult við at fáa spælið at koyra, umframt at teir ongan­tíð veruliga komu fram til avgerandi støður. Hamskift Víkinga lið Víkinga venjarin, Sigfríður Cle­ment­sen, valdi í hálv­ leikinum at taka av­leið­ing­ ar­nar av ringa fyrra hálv­ leiki­num, har hann gjørdi eina broyting. Gert Hansen, 4 Geza Turi Var tryggur í tí mesta hann fyritók sær, og kundi ikki lastast fyri málið hjá KÍ. Gott avrik 5 Bárður Hansen Var mest eyðsýndi leikarin á Víkinga liðnum, og var við í næstan øllum teimum farligu álopunum hjá Víkingi. Átti eisini næstseinasta fótin á málinum hjá Hanusi Jacobsen 3 Atli Gregersen Spældi sum heild ein góðan dyst, men hevði ávísar trupulleikar av sterka álopsleikaranum hjá KÍ, Kenan Hajdarevic 3 Erling Jacobsen Hevði eina avgerandi takkling í fyrra hálvleiki, tá Sørmundur Kalsø var um reppið at sleppa avstað. Stríddist væl, men hevði eisini trupulleikar av Kenan Hajdarevic, sum ofta vann duellir móti Víkinga verjuni 4 Hanus Jacobsen Skoraði málið hjá Víkingi, og var um reppið at skora til 2-1 eisini, tá hann við høgra beinið skeyt beint framvið málinum. Spældi ein góðan dyst 4 Hans Jørgen Djurhuus Stabiliseraði Víkinga liðið væl í seinna hálvleiki, har hann fordeildi spælið runt. Vann eisini nógvar nærdystir, og er týdningarmikil fyri liðið hjá Víkingi 3 Sølvi Vatnhamar Var ongantíð heilt so eyðsýndur sum hann plagar at vera. Var tó nær við at avgera dystin, tá hann bleiv spældur leysur móti endanum, men gleyð í avgerandi støðuni. 2 Gert Hansen Spældi sum høgri miðvallari, og kom ongantíð av álvara inn í dystin. Varð útskiftur í hálvleikinum 3 Heðin Hansen Stríddist væl, men fekk tað ikki at eydnast líka væl sum seinastu nógvu dystirnar. 3 Filip Djordjevic Eftir ein minni góðan fyrra hálvleik, eydnaðist tað betur í seinna hálvleiki. Legði móti endanum upp til ein risa møguleika hjá Sølva Vatnhamar, tá hann spældi hann leysan 3 Finnur Justinussen Arbeiddi sum altíð væl allan dystin á tamb. Hevði eisini onkran góðan møguleika í seinna hálvleiki, men var ongantíð av álvara eyðsýndur 2 Páll Mohr Joensen Kom inn í hálvleikinum fyri Gert Hansen. Hevði sum heild skilagóðar avleveringar, men var ongantíð veruliga eyðsýndur í dystinum. Andreas Lava Olsen Inni ov stutt til at gera eina meting Gott ár hjá KÍ móti Víkingi Tað hevur sum heild verið talan um væleydnað ár hjá KÍ móti Víkingi í ár. KÍ hevur spælt javnt báðar útidystirnar móti Víkingi í ár, meðan teir eisini vunnu heimadystin. Víkingur og KÍ býttu sunnudagin tað eina stigið millum sín í einum ferðmiklum og spennandi dysti, sum móti endanum var hart spældur Víkingur setti stig til í FM stríðnum