Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 ítróttur fótbóltur spælarameting 3 Meinhardt Joensen Kundi ikki lastast fyri málið hjá Víkingi. 3 Sørmundur Kalsø Arbeiddi væl, men var innblandaður í málinum sum Víkingur fekk, tá Hanus Jacobsen slapp at standa nakað leysur. 4 Atli Danielsen Spældi fyri fyrstu ferð í langa tíð í miðverjuni. Spældi ein góðan dyst, har hann saman við Ndende hevði gott tamarhald á álopsleikarunum hjá Víkingi. 4 Ndende Adama Gueye Er ein skilagóður miðverji og skjótur miðverji. Hevði gott tamarhald á Finni Justinussen í Víkina álopinum 3 Mayowa Alli Var við í uppspælinum til málið sum KÍ fekk. Vann eisini nógvar nærdystir, men kundi seinastu løtuna tikið onkrar skilabetri avgerðir við bóltinum 4 Jákup B. Andreassen Sæð í mun til aldurin og royndirnar, so stóð ungi miðvallarin so sanniliga royndina í Gøtu sunnudagin. Tók skilagóðar avgerðir við bóltinum, og smæddist ikki burtur á vøllinum, hóast hann bert er 17 ára gamal. 3 Hjalgrím Elttør Arbeiddi væl, og var við í nógvum sum KÍ hevði í fyrra hálvleiki. Var ikki líka eyðsýndur í seinna hálvleiki sum í fyrra. 4 Henry Heinesen Skoraði einsamalla málið sum KÍ fekk í dystinum, og stríddist væl allan dystin á tamb. Endaði í fleiri spentum støðum móti endanum av dystinum 3 Heðin Klakstein Legði upp til málið hjá KÍ, men var ikki eins eyðsýndur í Gøtu, sum hann hevur verið nakrar av teimum seinastu dystunum. Stríddist tó væl alla tíðina 4 Jóannes Bjartalíð Eisini ein ungur leikari, sum ikki smæðist burtur. Dugir væl at dribbla og kom ofta í góðar støður. Spældi ein góðan dyst 4 Kenan Hajdarevic Tók teir flestu bóltarnar niður, sum vóru spældir niðan á hann. Hevði gott tamarhald á Víkinga verjuni, og var avgerandi fyri spælið hjá KÍ. 2 Tórur Justesen Kom inn seinasta korterið, men var ongantíð veruliga eyðsýndur. Skeyt nakrar deyðbóltar, sum allir fingu ov nógva luft undir bóltin 2 Jóannes K. Danielsen Kom eisini inn seinastu løtuna, men var heldur serliga eyðsýndur. Ísak Simonsen Inni ov stutt til at gera eina meting sum í fyrra hálvleiki spældi sum høgri miðvallari, varð tikin av vøllinum, og nýggi Vík­inga leikarin, Páll Mohr Joen­sen, kom inn ístaðin. Um tað var innskiftin, ella um tað vóru orðini hjá Sig­fríði Clementsen í hálv­ leiki­num, sum broyttu tað í seinna hálvleiki, skal vera ósagt. Men tað var eitt heilt ann­að Víkinga lið, sum kom á vøll­in í seinna hálvleiki. Frá byrjan av sótu Víkinga leikar­ar­nir nógv tættari í mót­støðu­monnunum, har teir vunnu munandi fleiri nær­dyst­ir enn í fyrra hálv­ leiki. Og tað vóru ikki gingnir meira enn tólv minuttir av seinna hálvleiki, so hevði Víking­ur javnað. Høgri bakk­ urin, Bárður Hansen, streyk fram­við í álopsstøðu og smekk­aði eitt hart innlegg í feltið. Í fyrstu syftu fór bólt­ urin framvið øllum, men við handaru stong var hin bakk­ ur­in, Hanus Jacobsen, komin fram­við. Hann tamdi bóltin við bringuni, og høgdi síðani bólt­in í kassan, til útjavnandi málið 1-1. Løtuna eftir útjavnandi mál­ið var tað eisini Víkingur, ið sat á tí mesta, har serliga høgri bakkurin, Bárður Han­ sen, var eyðsýndur. Hann var við í mestsum ølllum teim­ um farligu støðunum hjá Vík­ingi, har hann við sín­um skjót­leika gav stórt høvuð­ brýggj hjá KÍ verjuni. Harðar takklingar og næsablóð Men Víkingur fekk ongantíð av álvara varðveitt tað sama trýst­ið, sum teir løgdu í byrjanini av seinna hálvleiki. Ístaðin gjørdist dysturin nógv meira intensur og harð­ur, enn hann hevði verið fram­man­undan. Nógvar harðar takklingar og spentar støður eyðkendu dyst­in seinasta hálva tíman, har tað ikki komu færri enn nígg­ju gul kort. Í tveimum førum vildu teir í Víkinga leguni vera við, at KÍ leikarar áttu at vera riknir av vølli við bein­leið­ is reyðum kortum. Fyrru ferðina var tá Hans Jørgen Djurhuus og Kenan Hajdare­ vic vóru í einum luftbólti, har Hans Jørgen Djurhuus end­aði við at liggja eftirá, har hann helt fyri andlitið. Tá vildu teir í Víkingi vera við, at Kenan hevði brúkt al­ bog­an ímóti Hans Jørgeni. Og í seinna førinum tá Hanus Jacobsen hjá Vík­ingi varð feldur so mikið ógvus­ liga av eini takkling frá Hen­ ry Heinesen hjá KÍ, at Hanus Jacobsen endaði við at bløða næsa­blóð. Víkingarnir vóru nærri seinastu løtuna Seinastu løtuna var tað tó heimaliðið, Víkingur, sum var nærri sigrinum enn KÍ. Í tveim­um førum høvdu Vík­ ing­arnir risa møguleikar, sum teir tó misnýttu. Fyrra møgu­leikan hevði innskifti Andreas Lava Olsen, tá hann slapp at renna frá verjuni hjá KÍ. Komin inn í feltið, fór kjans­urin tó burtur í einki. Og í seinna førinum tá Sølvi Vatnhamar varð spæld­ ur innum verjuna hjá KÍ, har Sølvi enntá . slapp framvið KÍ málverjanum, Meinhardti Joen­sen, men onkursvegna gleyð tá hann skuldi avslutta. Allir FM-biðlarnir møtast innanhýsis Við javnleikinum á heima­ vølli, setti Víkingur dýr stig til á heimavølli í FM stríð­ num. Serliga tá hugsað verð­ ur um, at B36, ið Víkingur kapp­ast við, nú er heili fimm stig frammanfyri Víking á fyrs­ta plássinum, meðan NSÍ mánakvøldið kann fara trý stig framum Víking. Hendan komandi mán­ aðin verður tó nógv avgjørt í oddastríðnum, tí tá møtast øll oddaliðini í innanhýsis dyst­um. Longu í komandi um­farinum skulu B36 og NSÍ spæla, meðan Víkingur og B36 spæla um tríggjar vikur, um­framt at Víkingur eisini eig­ur heimadyst móti NSÍ longu um tíggju dagar. Komandi umfar er av­gerandi Hjá KÍ hinvegin, kemur tað komandi umfari at vera av­ gerandi fyri restina av kapp­ ingini. KÍ stríðist fyri at koma upp millum tey fýra bestu lið­ini í deildini, sum kemur at geva teimum europeiska lut­tøku til komandi kapp­ ingar­ár. Í løtuni liggur HB á fjórða plássinum – fimm stig frammanfyri KÍ, men tey bæði liðini møtast innan­ hýsis í komandi umfarinum. Vinn­ur KÍ tann dystin, er dyst­urin um seinasta euro­ pe­iska plássið víðopið, með­an tann spenningurin mest­sum er horvin, um HB vinn­ur dystin, tí so fara teir heili átta stig framum KÍ á fjórða plássið. Tí er lítil ivi um, at vit fáa eitt brak av einum dysti fríggjakvøldið, tá klassik­ar­ in millum KÍ og HB verður í Djúpumýri. Tað er sam­ stundis eisini Summar­festi­ valur í Klaksvík tá, so tað er eingin ivi um, at tað vera nógvir áskoðarar til tann dyst­in. Fimm kort í yvirtíðini Merkisvert við dystinum sunnudagin var, at heili fimm gul kort komu í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat. Hetta komst av, at intensiteturin í seinasta hálva tímanum av dystinum var munandi hægri enn áður í dystinum Intensiteturin og nervin ímóti endanum av dystinum. Uppgerðirnar fyrr í tíðini millum GÍ og KÍ vóru altíð nakað serligt, og uppgerðirnar millum Víking og KÍ tykjast ikki at vera nakað undantak. Seinasta hálva tíman var talan um veruligan mannfólkadyst. At dómarin í tveimum førum ímóti endanum av dystinum stóð fyri. Serliga seinna støðan tóktust klossut, tá KÍ eftir eitt gott álop skuldi skifta síðu, har Páll Augustinussen tó stóð fyri síðuskiftinum. Víkingur-KÍ 1-1 (0-1) 1.1 Henry Heinesen, 42. 1.1 Hanus Jacobsen, 57. Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen (Páll Mohr Joensen, 46), Heðin Hansen (Andreas Lava Olsen, 85) – Filip Djordjevic – Finnur Justinussen Gul kort Víkingur Bárður Hansen, Atli Gregersen, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen KÍ Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Moyowa Alli – Jákup B. Andreasen (Tórur Justesen, 77), Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Heðin Klakstein - Kenan Hajdarevic (Jóannes K. Danielsen, 79), Jóannes Bjartalíð (Ísak Simonsen, 90) Gul kort KÍ Jákup B. Andreasen, Henry Heinesen, Ndende Adama Gueye Dómari Páll Augustinussen