Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur spælarameting fótbóltur Neli Heldarskarð Undan kappingarársbyrjan hevði HB sum mál at vinna meistaraheitið. Tað er sum so onki, ið ger ein bilsnan, tí at tað er málið hjá felagnum á hvørjum ári. Men longu nú, eftir 19. leikumfør, tykist tó at vera endaliga greitt, at føroya størsta felag ikki fer so frægt sum at kappast um meistaraheitið, tí at nú eru 10 stig upp til oddaliðið B36, og tað er ein ov stórur stiga­ munur at innheinta. Áðrenn seinna hálva av lands­kappingini byrjaði vóru seks stig upp til grann­ ar­nar úr sunnara skýli­num, ið framvegis sita á odda­sessi­ num, men eftir tvey umfør, har HB ikki hevur megnað at vunnið tveir kravdar heima­sigrar ímóti liðum úr niðaru helvt av kappingini, er hesin munurin voksin til 10 stig. Tessvegna skal HB í veruleikanum heldur hugsa um at varðveita evro­peiska plássið, ið teir reyð­svørtu fram­vegis liggja á, enn at hugsa um nakað meistara­ heiti. Tískil er HB í løtuni ein fall­andi kempa í føroyskum fótbólti. Skert HB-lið Liðið hjá HB var skert til dystin í gjár. Jógvan Rói David­sen hevði leikbann, og tí­skil mátti nýggjur maður inn á høgra bakk. HB-liðið bleiv umskipað soleiðis, at Rógvi Holm, ið vanliga ger um seg á miðverjuni, fór á høgra bakk, meðan Bartal Ward­um, ið vanliga spælir á mið­vølli­num, varð settur í mið­verjuna. Eisini var fyrr­ ver­andi TB-leikarin, Poul Inga­son, fremsti maður hjá HB, orsakað av, at Arnbjørn Han­sen enn einaferð er bliv­ in skaddur og má binda frið í nakrar vikur. Harafturat vóru Jóhan Troest Davidsen, Pál M. 2 Teitur M. Gestsson Fekk onki gjørt við fyrra málið og var sum heild tryggur í tí, sum hann gjørdi gjøgnum dystin. Átti kanska ein part í seinna málinum, men heldur var tað Santos, ið burdi havt sparkað bóltin burtur. 3 Rógvi Holm Er vanliga miðverji, og tað var bara av neyð, at hann spældi á høgra bakki. Avrikið var tó góðkent, hóast hann ikki var ein nóg stór álopshóttan. 3 Bartal Wardum Avrikini hjá miðverjunum hjá HB vóru fín, tí at har var ikki tað heilt stóra at takast við. Í uppspælinum spældi Bartal eisini ofta bóltin væl frá sær. 3 Gunnar Haraldsen Eitt miðal avrik frá Gunnari. Fekk eitt gult kort í seinna hálvleiki, tá ið hann gjørdi eitt sonevnt professionelt fríspark á Adu. 2 Alex Jose dos Santo Leikliga avrikið var fínt, har hann kom nógv framvið, men seinna málið hjá TB átti Alex at fyribyrgt, tá ið hann ikki sparkaði bóltin burtur av vandaleið. 3 Rókur av Fløtum Jespersen Hevði eitt fínt langskot í seinna hálvleiki, og í seinna hálvleiki átti hann lut í, at TB varð lagt undir eitt somikið stórt trýst. Miðal avrik. 3 Heini Vatnsdal Rann nógv og er avgjørt ein styrkur til HB-liðið, men hann tykist ikki at vera heilt spældur inn á liðið enn. Avrikið var góðkent, men Heini kann eisini spæla betri dystir enn hendan. 4 Fróði Benjaminsen Gjørdi sjálvmál í fyrra hálvleiki, men fær gott støðumet kortini, tí at í seinna hálvleiki var tað Fróði, sum av álvara gekk á odda, tá ið HB skuldi innheinta TB-leiðsluna. Ein fyrimyndarliga góður liðskipari. 3 Adrian Justinussen Ein ungur leikari, ið avgjørt hevur eina glæsiliga framtíð í føroysk­um fótbólti fyri framman. Gjørdi ikki um seg nógv um seg í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var hann komin á máltalvuna, um Ivan ikki stóð so væl, sum hann gjørdi í gjár. 3 Christian R. Mouritsen Deyðbóltarnir lógu væl og serliga í seinna hálvleiki lá betri fyri at skapa málmøguleikar til liðfelagarnar. Nakað avgerandi spurdist tó ongantíð burturúr. 2 Poul Ingason Í fyrra hálvleiki fekk tvørá­ maðurin í HB-troyggjuni næstan onki burturúr, og í seinna hálv­leiki brendi Poul eini tveir stórar mál­møgu­leikar. Hann legði tó upp til fyrra málið hjá HB, men burdi eisini havt skorað okkurt mál sjálvur. 3 Levi Hanssen Varð innskiftur, tá ið 20 minuttir vóru eftir og spældi á høgra bakki. Var sera álops­ sinnaður og átti sín part í, at TB kom undir somikið stórt trýst í seinnu helvt av seinna hálvleiki. Dysturin hesa vikuna: TB hevur ikki tapt ímóti HB í ár TB og HB hava nú spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, og tað merkir, at liðini eru liðug við dystunum sínamillum fyri í hetta kappingarárið. TB er óivað betri nøkt við úrtøkuna úr hesum dystum enn HB er, tí at allir tríggir dystir ímillum stríputu liðini úr ávíkavist Tórshavn og Tvøroyri eru endaðir við javnleiki. HB meldaði seg endaliga úr meistarastríðnum í gjár, tá ið tað fyri triðu ferð upp í slag ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Dysturin ímóti TB kundi tó verið vunnin, um har ikki var ein serbiskur múrur í málinum hjá TB, ið vildi tað øðrvísi HB er ein fallandi kempa