mánadagur 3. august 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87
ítróttur
spælarameting
5
Ivan Stojkovic
Í fyrra hálvleiki
hevði hann trupulleikar í
deyðbóltsstøðunum, men í seinna
hálvleiki var hann ein sannur
brandur og hevði eitt hav av
stórbjargingum.
3
Carl Mikkjal
Bech
Hevði sínar trupulleikar í fyrra
hálvleiki, men í seinna hálvleiki
lá betri fyri, har hann eisini fleiri
ferðir kom framvið frá sínum
bakkplássi.
3
Martin Tausen
Serliga í fyrra hálvleiki stóð
Martin ofta á røttum staði, men
í seinna hálvleiki átti hann lut
í fyrra málinum, tá ið hann ikki
dekkaði Fróða nóg væl upp.
3
Teitur Olsen
Spældi sum heild ein
góðan dyst í miðverjuni, men
var óheppin, tá ið hann gjørdi
sjálvmál í evstu løtu.
4
Andri Freyr
Bjørnsson
Íslendingurin hevur eina øgiliga
renniorku, og tað sæst aftur
í dystinum í gjár, har hann
tók nógvar túrar frameftir
vøllinum. Átti eisini uppleggið
til leiðslumálið hjá TB í fyrra
hálvleiki.
3
Jonas Gejel
Hansen
Var tann mest verjukendi á
miðvøllinum hjá TB. Vísti í
fleiri førum, at hann er góður á
bóltinum, men í seinna hálvleiki
rann hann dekan ov nógv aftaná
HB-leikarunum.
2
Heini Mortensen
Stóri miðvallarin var ikki
líka eyðsýndur sum hinir báðir
á sentrala miðvøllinum. Serliga
í seinna hálvleiki gjørdi hann ov
nógv fríspørk.
4
Rógvi Joensen
Týdningarmesti maður á
TB-liðnum. Er drívmegin á liðnum
og rennur altíð sólina svarta og
skapar góður støður fyri sítt lið.
Tað gjørdi hann eisini í gjár.
2
Patrik
Johannesen
Ikki so nógv at skriva heim um.
Rann nógv, men gjørdi ikki nógv
um seg í álopspartinum, tí at TB
skapti so lítið. Fekk gult kort í
seinna hálvleiki.
4
Teitur
Justinussen
Eiheldur so eyðsýndur, men í
støðumetsbókini er tað eitt stórt
pluss at skora mál, og tað gjørdi
Teitur.
3
Albert Adu
Arbeiðsumstøðurnar vóru
torførar, tí at hann mangan var ov
einsamallur. Megnaði tó at bjóða
væl av nakrar ferðir, men onki
avgerandi kom frá honum.
Joensen og Andrew av Fløt
um ikki við vegna skaðar.
Tískil var talan um ein skert
HB-lið í gjár.
TB var styrkt í mun til
avsmurningin ímóti Víkingi
fyri góðari viku síðani. Lið
skiparin og drívmegin á
miðvøllinum hjá TB, Rógvi
Joensen, var við aftur, og
hansara avrik gjørdi sítt til,
at TB fekk tað úrslitið, ið
stóðst burturúr stríðnum
í gjár. Tað var tó ein annar
TB-spælari, sum var sjálv
høvuðsatvoldin til, at TB
fekk stig í gjár.
Liðskiparin gjørdi
sjálvmál
Í fyrra hálvleiki hevði HB
bóltin nógv, men striltið
gekk hjá teimum at skapa
veruligar málmøguleikar. Í
veruleikanum blivu havna
menninir bara vandamiklir
upp á deyðbóltar. Serliga
vóru tað deyðbóltarnir hjá
Christiani R. Mouritsen, ið
lógu væl, men kortini brendi
tað ongantíð veruliga á
frammanfyri TB-málið. Tað
var eyðsæð, at taktiska upp
leggið hjá TB var at liggja
langt afturi á vøllinum og
dúva upp á snarálop. Albert
Adu var einsamallur fram
herji, og bleiv hann ofta
sendur avstað. Í fótbólti
kann ein maður tó ikki gera
alt sjálvur, og tí var tað ein
trupullleiki, at frástøðan frá
Adu til viðleikararnar ofta
gjørdist ov lang. Tískil blivu
snarálopini hjá TB ongan
tíð heilt vandamikil. Tess
vegna vóru ikki nógvir mál
møguleikar í fyrra hálvleiki,
men eftir 36 minuttir brast
kortini fyri nev.
Eftir horna úr vinstru
frá Rógva Joensen ferðaðist
bólturin allan vegin aftur til
íslendska vinstra bakkin hjá
TB, Andri Freyr Bjørnsson,
ið úr høgra borði sendi eitt
gott innlegg innfyri. Fróði
Benjaminsen var fyrstur á
bóltinum, men roynd hans
ara at beina bóltin av vanda
leið miseydnaðist somikið
nógv, at bólturin fór skeivan
veg og í egið mál. 1-0 til TB,
sum eisini bleiv hálvleiks
støðan.
Serbiski múrurin
Heðin Askham man óivað
hava tosað við stórum stav
um í hálvleikssteðginum, tí
at tað var eitt hamskift HB-
lið, sum kom út til seinna
hálvleik. Á sama hátt sum í
fyrra hálvleiki var tað fram
vegis HB, sum hevði bóltin
nógv, men munurin var, at
nú spældi HB seg til opnar
málmøguleikar.
Men tað kravdi sítt at
fáa bóltin í TB-málið, tí
at Ivan Stojkovic var ikki
komin allan vegin til Havn
ar fyri at lata nakað mál
ígjøgnum. Serliga var tað
í tíðarskeiðnum frá 55.-60.
minutt, at Ivan stóð sum
ein sannur múrur. Fyrst
bleiv Adrian Justinussen
spældur í góða skotstøðu í
brotsteiginum, men Ivan las
skotið væl av og fekk bjarg
að. Minuttin aftaná gjørdist
Poul Ingason heldur tilvild
arliga púra leysur ímóti TB-
málinum, men enn einaferð
vardi Ivan meistarliga væl
fyri. Upp á returin av hes
um skotinum smekkaði
Fróði Benjaminsen bóltin á
tvørtræið og niður í svørðin.
Leikararnir hjá HB vildu
vera við, at bólturin hevði
verið innanfyri málstrikuna,
men linjuverjin lat ikki við
seg koma. Hendan avgerðin
tóktist eisini at vera í lagi.
Ivan hevði eisini fleiri aðr
ar góðar bjargingar, men eftir
77 minuttir mátti hann tó
geva skarvin yvir fyri nógvu
málroyndunum hjá HB. Eftir
innlegg úr høgru gjørdist
Fróði hægstur og stútaði
bóltin í netið. Sostatt bleiv
Fróði tvífaldur málskjútti,
men heldur sjálvsamt var
tað fyri eitt mál í tí skeiva
endanum og eitt í tí rætta
endanum.
Kleyvarskapur
í HB-verjuni
Nú sat allur Gundadalur
og bíðaði eftir, at HB fór at
trýsta á fyri at fáa sigurs
málið, men so skuldi ikki
vera. Gamaní hevði Poul
Ingason ein góðan skallara,
ið Ivan fekk toygt seg eftir og
bjargað, men ístaðin klodd
aði HB eitt mál burtur í hin
um endanum.
Eftir eitt TB-álop royndi
Alex José dos Santos at sker
ma bóltin á sjálvum fimm
metramarkinum framman
fyri egnum máli. Ætlanin hjá
honum var helst, at Teitur
Gestsson skuldi koma út at
taka bóltin upp, men mál
verjin bleiv verandi á striku
ni, og so endaði tað við, at
Teitur Justinussen takkaði
fyri tilboðið og fekk sparkað
bóltin í netið eftir eitt sindur
av trunkaspæli. Hevði San
tos sparkað bóltin av vanda
leið beinanvegin var støðan
ongantíð uppstaðin, men
ístaðin var nú TB, ið næstan
ikki hevði skapt ein líkinda
málmøguleika
ígjøgnum
dystin, sum enn einaferð
hevði lagt seg á odda
Eftir allar teir brendu
málmøguleikarnar hevði tað
næstan ikki verið til at borið
fyri heimaáskoðararnar, um
HB skuldi standa eftir sum
tapari. Ta lagnuna høvdu
teir reyðsvørtu hóast alt ikki
uppiborið, og teir fingu eisini
ognað sær eitt væluppiborið
stig langt inni í yvirtíðini.
Eftir horna, ið varð sparkað
inn í í fimmmeturin endaði
bólturin í TB-málinum. HB
hevði blakað eina rúgvu av
fólki fram, og tað endaði við,
at bólturin fór í ryggin á Teit
Olsen hjá TB og í mál. Tískil
komu heili tvey sjálvmál í
gjár. Sjálvmálið hjá Teiti var
tað seinasta, sum hendi í
dystinum í gjár, og endaliga
úrslitið gjørdist sostatt 2-2.
Hópurin er ikki
nóg breiður
Við javnleikinum hevur HB
sum sagt endaliga meldað seg
úr FM-stríðnum. Ein orsøk til
hetta er, at hópur teirra ikki
megnar at handfara nógvu
skaðarnar, og tískil ikki er
nóg breiður. Til dystin í gjár
spældi Rógvi Holm til dømis
á høgra bakki. Rógvi er ein
góður verjuleikari, men eitt
lið sum HB hevur tørv á
álopssinnaðum vongverjum
í slíkum heimadysti, og tað
er Rógvi ikki.
Eisini eru dekan ov nógvir
ungir leikarar á liðnum. Hóp
urin í gjár taldi heili seks
leikarar við aldri til unglinga
deildina, og hóast fleiri av
hesum óivað blíva heilt góðir
leikarar fyri HB í framtíðini,
so hevur eitt lið, sum ætlar
sær at stríðast um meistara
heitið, tørv á fleiri royndum
leikarum.
Breiddin
í
hópinum
tyktist at vera styrkt nógv,
tá ið Rókur av Fløtum Jesper
sen og Heini Vatnsdal tíðliga
í summar komu aftur til
HB. Hinvegin skiftu René
Shaki Joensen, ið var besti
maður í fyrru hálvu av
landskappingini, og Símun
Samuelsen
úr
felagnum.
Tískil bleiv tørvurin á einum
størri hópi ikki nøktaður.
Ístaðin komu menn í mans
stað, tí at tveir leikarar av
týdningi fóru úr felagnum,
meðan tveir komu inn.
Plássið kemur
neyvan í vanda
Hóast TB misti sigurin í
evstu løtu, so skulu tvørá
menn kortini vera væl nøgdir
við eina stigið, tí hevði Ivan
Stojkovic ikki spælt tann
fantomdystin,
sum
hann
gjørdi, so hevði TB helst tapt
dystin.
Tað vóru tó eisini nógvir
aðrir glottar at hóma hjá
tvørámonnunum, og eyð
kendi
stríðsviljin,
sum
manglaði, tá ið TB fekk bank
ímóti Víkingi, skein aft
ur ígjøgnum í Gundadali í
gjár. Páll Guðlaugsson dug
ir ómetaliga at seta sínar
leikarar upp til dyst, og við
honum á odda tykist tað
ógvuliga ósannlíkt, at TB skal
stríðast fyri lívinum í einum
niðurflytingarstríði. Níggju
stig eru niður til AB, ið er
undir niðurflytingarstrikuni
og tí eru tað ikki nógv stig,
sum resta í, áðrenn TB við
vissu kann kalla seg Effolið
í 2016.
Ongin útskifting Venjarin hjá TB, Páll
Hagbert Guðlaugsson, man hava verið rættiliga
væl nøgdur við avrikið hjá teimum 11 leikarum,
ið byrjaðu inni, tí at íslendski venjarin valdi ikki
at fremja nakra útskifting, hóast hann hevði
fimm leikarar at velja ímillum á bonkinum.
Ivan Stojkovic. Serbiski
málverjin er blivin 38
ára gamal, men kortini
hevði hann fleiri framúr
góðar bjargingar í seinna
hálvleiki. Hann spældi av
sonnum sín lívs dyst.
HB plagar at vera ein av
kempunum í føroyskum
fótbólti, men so er ikki í
ár. Eftir summarsteðgin
hevur HB fingið tvey stig
ímóti suðuroyarfeløgunum
á heimavølli, og tað
er als ikki góðtikið fyri
eitt so stórt felag.
HB-TB
0-1: Fróði Benjaminsen (sjálvmál), 36.
1-1: Fróði Benjaminsen, 80.
1-2: Teitur Justinussen, 83.
2-2: Teitur Olsen (sjálvmál) 93.
Gul Kort: Heini Vatnsdal (HB), 40. Gunnar Haraldsen (HB), 67 og
Patrik Johannesen (TB), 75.
HB: Teitur M. Gestsson – Rógvi S. Holm (Levi Hanssen, 75.),
Bartal Wardum, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Rókur
av Fløtum Jespersen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen –
Christian R. Mouritsen, Adrian Justinussen – Poul Ingason (Teit
Jacobsen, 88)
Á bonkinum uttan at koma inn: Petur S. Thomsen, Heri H. Mohr
og Daniel Johansen
Venjari: Heðin Askham
TB: Ivan Stojkovic – Carl Mikkjal Bech, Martin Tausen, Teitur
Olsen, Andri F. Bjørnsson – Heine Mortensen, Jonas Gejel Hansen,
Rógvi Joensen – Patrik Johannesen, Teitur Justinussen – Albert
Adu
Á bonkinum uttan at koma inn: Jákup B. Thomsen, Eirikur
Magnusson, Hanus Mortensen, Hávar Albinus, Arthur D. Poulsen
Venjari: Páll H. Guðlaugsson