mánadagur 3. august 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Pætur Albinus
Í Danmark spælir helst besti
føroyski hondbóltsspælarin
nakrantíð, 21 ára gamli Jóhan
á Plógv Hansen. Síðani hann
sum 16 ára gamal flutti úr
Føroyum og Kyndli til Dan
markar og Skanderborg at
spæla hondbólt, hevur tað
gingið við rúkandi ferð. Eftir
at hann spældi seg upp á
besta liðið hjá Skanderborg
Håndbold í bestu donsku
deildini,
megnaði
hann
eisini at bíta seg fastan á
liðið og bleiv skjótt ein av
stuðulsleikarunum á liðnum.
Ævintýrið steðgar ikki
her, og langt frá tí. Talentið
fór ikki ósæð framvið, og eitt
av størstu hondbóltsfeløg
unum í Danmark, Bjerring
bro-Silkeborg, skrivaði her
fyri sáttmála við Jóhan.
Hann hevur somuleiðis fing
ið debut á danska A-lands
liðnum, har hann á høgra
vongi avloysti tveir skaddar
Hans Lindberg og Lasse Svan
Hansen.
Seinastu tvær vikurnar
hevur hann so umboðað
danska U21-landsliðið í HM-
endaspælinum
í
Brasilia,
og har skuldi tað vísa seg at
ganga sera væl.
Silvur
HM-endaspælið
byrjaði
longu 20. juli, so talan hevur
verið um eina drúgva kapp
ing, sum tá ið samanumkom
spældi heili níggju dystir.
Bólkaspælið gekk sum eftir
ánnið, har Danmark vann
fýra av fimm dystum. Í hes
um fimm dystunum skeyt
Jóhan á Plógv Hansen 16 mál.
Í 1/8-finaluni rendi Dan
mark seg inn í vertstjóðina,
Brasilia. Tað gjørdist til
ein
lutfalsliga
tryggan
34-31-sigur, har Jóhan á Plógv
Hansen skeyt eitt mál. Í
fjórðingsfinaluni var Spania
mótstøðuliðið.
Danmark
vann tætta dystin 22-21. Tá
skeyt Jóhan fýra mál.
Vakrasti sigurin var í
hálvfinaluni, tá ið Danmark
basti favorittunum úr Týsk
landi við 28-26. Jóhan gjørd
ist toppskjútti henda dystin
við seks málum – valla kundi
tað verið ein betri løta at
gera tað, enn tá ið hondbólts
týskland fylgdi við og óivað
nøkur feløg har hava fingið
eygað á kvikbeinta føroyska
høgra vong hjá Danmark.
Í
sjálvari
HM-finaluni
gekk tað ikki longur hjá Dan
mark. Hóast Danmark eina
løtu tíðliga í seinna hálvleiki
var á odda, so máttu teir
boyggja seg fyri Fraklandi,
sum við beinhørðum verju
spæli og vælspælandi mál
verja tiltuskaðu sær HM-
gullið við 26-24-sigri.
Erpnir
Eftir dystin helt danski U21-
landsliðsvenjarin,
Claus
Hansen, at leikararnir høvdu
rós uppiborið fyri at hava
avrikað fantastiskt. Serliga
peikaði hann á stríðsviljan,
og at leikararnir vóru fúsir
at skifta til at verja offensivt
tá ið 6-0-verjan haltaði, sum
hann málber seg.
Hóast hann skilir, at
leikararnir eru vónbrotnir av
ikki at vinna gullið, so vónar
hann, at teir eru erpnir av
sær sjálvum.
- Allir vóru í kolkjallara
num eftir dystin, tí vit føldu,
at vit kundu vunnið, um
hepnið var við okkum. Men
eg vóni, at spælararnir vakna
í morgin og eru erpnir av at
líta aftur á eina fantastiska
góða kapping, har teir hava
lyft støðið frá dysti til dyst
bæði á og uttanfyri vøllin,
segði
Claus
Hansen
við
heimasíðuna
hjá
danska
hondbóltssambandinum eft
ir dystin.
Heimsins besti
Eftir
eitt
endaspæl
er
tað
siðvenja,
at
altjóða
hondbóltssambandið ásetir
hvørjir leikarar hava verið
bestir
farnu
kappingina.
Einki undantak var hesaferð,
og kosið varð – sum vanligt –
ein leikari til hvørt leikpláss.
Pláss
var
fyri
Jóhan
á Plógv Hansen á høgra
vongi. Hann skeyt 28 mál í
kappingini og kann við hesi
útnevningini kalla seg heim
sins besta høgra vong í U21-
høpi í løtuni.
Ein annar danskari varð
eisini útnevndur. Tað var
strikuspælarin Simon Hald
Jensen.
Hatta var annars 10. ferð,
at
danska
U21-landsliðið
var við í eini HM-finalu.
Tríggjar ferðir hevur tað
eydnast
at
vunnið
gull,
men
týdningarmest
av
øllum hevur hetta verið
klekingarstøðin hjá fram
tíðarstjørnum sum Mikkel
Hansen, Niklas Landin og
René Toft Hansen.
Slóðað er fyri einari bjart
ari framtíð hjá Jóhan á Plógv
Hansen.
albinus@sosialurin.fo
HM-silvur og heimsins besti
Jóhan á Plógv Hansen:
Úrslit hjá Danmark:
Danmark - Kili 38-20 (18-10) - Jóhan 3 mál
Danmark - Suðurkorea 28-27 (13-10) - Jóhan 3 mál
Danmark - Algeria 42-18 (17-9) - Jóhan 4 mál
Danmark - Argentina 30-24 (14-13) Jóhan 4 mál
Danmark - Frakland 26-32 (15-18) Jóhan 2 mál
Danmark - Brasilia 34-31 (19-16) Jóhan 1 mál, 1/8-finala
Danmark - Spania 22-21 (10-12) Jóhan 4 mál, fjórðingsfinala
Danmark - Týskland 28-26 (15-13) Jóhan 6 mál, hálvfinala
Danmark - Frakland 24-26 (11-14) Jóhan 1 mál, finala
Besta liðið í kappingini:
Málverji: Julien Meyer, Frakland
Vinstri vongur: Jerry Tollbring, Svøríki
Vinstri bakkur: Simon Ernst, Týskland
Spælbýtari: Mohab Hossam, Egyptaland
Høgri bakkur: Florian Delecroix, Frakland
Høgri vongur: Jóhan á Plógv Hansen, Danmark
Strikuspælari: Simon Hald Jensen, Danmark
Úr Kyndli til Skanderborg, Bjerringbro-Silkeborg, danska U21- og
A-landsliðið. Ein bíðar næstan bara eftir hvat næsta hæddarpunktið
hjá Jóhan á Plógv Hansen verður. Leygardagin vann hann HM-
silvur við danska U21-landsliðnum, og sum krúnan á verkinum
varð hann kosin besti høgri vongur í kappingini – lættari umsett til,
at føroyingurin er besti ungi høgri vongur í heiminum í løtuni