Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. august 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. august 2015 · Nr. 87 ítróttur Verjan hjá KÍ fór ikki í Flindt´ur (Um Víking-KÍ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: Føroyskur svimjari setti persónligt met Í hesum døgum verður HM í svimjing hildið í russiska býnum Kazan. Fýra føroyskir svimjarar luttaka í kappingini. Teir eru Pál Joensen, Alvi Hjelm, Astrið Foldarskarð og Lena Rannváardóttir Fyrsti føroyski svimjarin, ið fór í hylin, var Lena Rannváardóttir. Í morgun luttók hon í 1500 metrar frí hjá kvinnum. Tað gekk sera væl hjá Lenu, ið setti nýtt persónligt met við tíðini 18:21.09. Hennara fyrrverandi met var 18:32.85, og tískil hevur Lena bøtt meira enn 11 sekund um sítt egna met. Næsti føroyski svimjarin, ið skal royna seg í hylinum, er sterkasti svimjari okkara, Pál Joensen, sum svimur 800 metrar frí í morgin. Føroysku svimjararnir svimja hesa dagarnar: Mánadag 3. august Lena Rannváardóttir 1500 frí Týsdag 4. august Pál Joensen 800 frí Mikudag 5. august Alvi Hjelm 200 blandað Pál Joensen møguliga finalu í 800 frí Fríggjadag 7. august Astrið Foldarskarð 50 firvald Lena Rannváardóttir 800 frí Leygardag 8. august Astrið Foldarskarð 50 frí Pál Joensen 1500 frí Sunnudag 9. august Alvi Hjelm 400 blandað Pál Joensen møguliga finalu í 1500 frí www.hb.fo: At kalla støðuna tá Adu fær tiltuskað sær bóltin frá Santos, bara tríggjar minuttir eftir okkara útjavnandi málið, fyri verjuvillu, er at fara ov lætt við sannleikanum. Heilabløðing er helst rættara hugtakið. www.b36.fo: Spælið var ikki tað besta, sum vit hava sæð frá okkara liði. Men stigini fullu í okkara lut, og tað var tað, sum hevði størstan týdning www.vikingur.fo: Seks gul kort í dag eiga heldur ikki at forstýra okkum. Dómarin dømdi ikki sum dómarar flest – heldur ikki tá ið okkara menn beinleiðis vóru slignir í andlitið, men tað lata vit fara. www.nordlysid.fo: Víkingar vildu hava bæði Kenan Hajdarevic og Henry Heinesen av vøllinum við reyðum korti, meðan heimaliðið spæli so mikið hart, at 7 leikarar fingu gult kort. www.nordlysid.fo: KÍ kvinnurnar vunnu toppdystin í dag 1-0. Nú skal ganga heilt galið, um KÍ kvinnurnar ikki skulu vinna FM. heimasíðurnar skriva... Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Um vikuskiftið bleiv ítróttarheimurin aftur skakaður av eini doping gølu. Týska sjónvarpið, ARD/WDR, hevur í samstarvi við journalistar á The Sunday Times, almannakunngjørt tøl frá dopingroynd frá 2001 til 2012. Tølini vísa, at triði hvør heiðursmerkjavinnari í OL ella heimsmeistarakapping í langteina fræslum ítrótti, hevur havt illgrunasamar dopingroyndir. IAAF, altjóða ítróttarsambandið fyri frælsan ítrótt, hevur boðað frá, at avdúkingarnar verða tiknar í ramasta álvara. Tað søgdu teir eisini í desember í fjør, tá sama týska sjónvarpsstøðin avdúka umfatandi doping brúk millum russisk ítróttarfólk. Til samans eru tólv túsund blóðroyndir frá fimm túsund ítróttarfólkum avdúkaðir í dokumentarinum. Serfrøðingar inna økið, Robin Parisotto and Michael Ashenden, siga at 800 av ítróttarfólkunum hava blóðroyndir, ið vísa sera óvanlig tøl. Tøl, sum benda á, at viðkomandi helst er dopaður. Millum hesi eru tíggju heiðursmerkja vinnara frá OL í London í 2012. Serliga eru tað ítróttarfólk úr Kenja og Russlandi, sum eru undir stórum illgruna. Eitt annað land, sum hevur havt trupult við at halda seg til “Fair Play” í ítrótti er Kina. Pál ongan kjans Alt hetta førir okkum heimsins besta svimjara á 1.500 metra teinum. Nevniliga dopingdømda Sun Yang, sum ferð aftaná ferð setir Pál Joensen og allar hinar upp á pláss í longsta teininum í svimjing. Hann bleiv fyri kortum tikin fyri doping, men bleiv bara útihýstur í nakrar fáar mánaðir og uttan tað bleiv boðað frá alment. Avdúkingarnar leygardagin vísa bara aftur, at tað er ein dopingmentan í altjóða ítrótti, sum má sláast hart niður á. Tað eru fólk, sum brúka alt sítt lív uppá at venja fyri at hava ein fair møguleika fyri at vinna. Tað er undir ongum umstøðum í ordan, at brúka doping í stríðnum at vinna gull og fáa viðurkenning kring heimin. Í dag vann Sun Yang 400 metrar frí í HM kappingini í Kazan í Russlandi. Komandi vikuskiftið skal Pál Joensen kappast móti Sun Yang í 1.500 metra frí. Eg stúri fyri, at tað ikki er ein fair kapping. Annar er tikin doping – og sami maður hevur løgið nokk heimsmetið í 1.500 metrum. Tíðin er komin til at reinsa allan ítrótt fyri doping! Doping gøla skakar frælsan ítrótt Ítróttar klumman Tróndur Arge