týsdagur 4. august 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tveir hava avgjørt ikki
at stilla upp aftur
Politikkur
Seinastu uppstillingarfundirnir eru í hesi vikuni, men fyribils eru bert tveir
tingmenn, sum hava boðað frá, at teir ikki stilla uppaftur
Árni Gregersen
Fólkaflokstingmaðurin
Bjarni Djurholm boðar í dag
frá, at hann ikki stillar upp,
nú val verður 1.september.
– Eg havi í veruleikanum
tikið lut í politikki seinastu
40 árini, men nú havi eg av
gjørt ikki at stillla uppaftur,
sigur hann.
Umframt Bjarna Djur
holm, so hevur Johan Dahl,
Sambandsflokkurin,
eisini
boðað frá, at hann ikki
verður at finna á listanum
til komandi løgtingsval.
– Eg havi verið avkláraður
við hesum leingi, so nú gleði
eg meg til ikki longur at vera
ein almennur persónur, sigur
Johan Dahl.
Ivi hevur verið um nøkur
onnur tingfólk, men onki
bendir á, at nakar av teimum
ikki verður at síggja á listun
um til komandi løgtingsval.
Karsten
Hansen,
Mið
flokkurin, er farin um tey 70
árini, men hann fer at stilla
uppaftur.
Spurdur, so svarar hann
at endaliga avgerðin verður
tikin í vikuni, men óvæntað
verður tað, um hann ikki
verður at finna á listanum
hjá Miðflokkinum, tá ið list
arnir eru klárir.
Tveir limir í tingbólkinum
hjá Fólkaflokkinum hava í
eina tíð ivast um teir fóru at
stilla uppaftur.
Jákup Mikkelsen var ann
ar, men hann avgjørdi her
fyri, at hann kortini tekur
eitt tørn afturat.
Hin er Rodmundur Niel
sen, sum sjálvur hevur ivast
nógv, men hann sigur nú, at
hann helst tekur eitt tørn
afturat.
Eisini Kristin Michelsen
úr Javnaðarflokkinum hevur
ivast. Hann er samstundis
borgarstjóri á Tvøroyri, men
hann sigur nú, at endaliga
avgerðin verður tikin í hesi
vikuni.
Alt bendir kortini á, at
hann heldur fram á Javnað
arlistanum.
Broyttar tíðir
Bjarni
Djurholom,
Fólka
flokkurin, hevur verið leingi
í politikki. Longu í 1975
umboðaði hann Føroyar í
Norðurlandaráðnum – tá
sum ungdómspolitikari.
Síðani tá hevur hann ver
ið virkin í politikki og kom í
1987 inn sum varamaður. Í
1991 var hann fyrstu ferð
valdur á ting.
Í átta ár hevur hann eisini
verið landsstýrismaður.
– Eg má siga, at viðurskift
ini eru ómetaliga nógv broytt
hesi árini, eg havi verið í poli
tikki, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir serliga á, at
ágangurin á tey, sum virka í
politikki, er vaksin munandi.
Bæði frá fjølmiðlunum, men
so sanniliga eisini eftir at vit
hava fingið sosialu miðlar
nar, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tingfólk
ofta arbeiða í dagar og vikur
við onkrum, sum so verður
lagt fram.
Í staðin fyri, at tað fær
virðiliga viðgerð, so verður
tað mangan niðurgjørt við
nøkrum fáum grovum orð
um.
– Tað ger tað eitt sindur
minni hugaligt at vera ein
partur av politisku skipanini,
sigur hann.
Hann sigur eisini, at tá ið
ein hevur tikið lut í politikki
í so mong ár, so verður ein
partur av tí ein ger rutina.
Tað heldur hann ikki er
selriga stuttligt.
– Eg má viðganga, at eg
ikki brúki so langa tíð at seta
meg inn í mál longur. Hetta
kemst fyrst og fremst av, at
eg kenni mannagongdirnar
og sum oftast veit hvat
liggur aftanfyri orðini, sum
standa á pappírinum, sigur
Bjarni Djurholm.
Onnur halda tað sama
At tað er vorðið harðari at
vera politikkari í dag enn fyri
nøkrum árum síðani, vátta
onnur tingfólk eisini.
Tey vísa á, at sosialu miðl
arnir eru rættuliga ógvu
sligir.
Ákoyringarnar
eru
harðar og nógvar á teimum
miðlunum.
Hetta ávirkar eisini fjøl
miðlarnar, sum á ein ella
annan hátt kenna seg noydd
ar at fara eitt sindur tættari
uppá persónarnar nú, enn
teir fóru fyrr.
– Eg má bara taka undir
við, at bert tey fáu árini eg
havi fingist við politikk, so er
tónin vorðin munandi harð
ari, sigur Bárður Nielsen,
Sambandsflokkurin.
Fleiri onnur tingfólk siga
tað sama. Tey halda eisini, at
í tinginum sjálvum er orða
skifti eisini eitt sindur hvass
ari enn tað var.
Í gjár vóru seinstu ting
fundirnir í hesi tingsetuni og
flokkarnir verða lidnir at
stilla upp í hesi vikuni.
Val verður 1. september.
– Eg má siga, at viður
skiftini eru ómetaliga
nógv broytt hesi árini,
eg havi verið í politikki
Bjarni Djurholm
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, boðaði í gjár frá, at hann gevst í politikki
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
– Eg má bara taka undir
við, at bert tey fáu
árini eg havi fingist við
politikk, so er tónin
vorðin munandi harðari
Bárður Nielsen