Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Útsølan í SMS byrjar 30. juli klokkan 13.00 Mán-hós. kl. 10–18 Fríggjad. kl. 10–19 Leygard. kl. 10–18 Politikkur – Kósin í føroyska samfelagnum seinstu árini hevur verið ræðuliga keðlig og órættvís. Hon skal broytast, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin Eirikur Lindenskov – Munurin millum rík og fátæk er vorðin alsamt størri, tey ríku eru vorðin ríkari, og tey fátøku eru vorðin fátækari. Tað er hendan ræðuliga ójavna, sum eg vil verða við til at broyta. Tað sigur Sonja Jógvans­ dóttir, sum hevur gjørt av at stilla upp fyri Javnaðar­ flokkin til løgtingsvalið 1. september. Sonja Jógvansdóttir er samskipari hjá Samtaki, sum er samstarv millum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arb­ eiðsmannafelag, Føroya Fiski­ mannafelag, Klaksvíkar Arb­ eiðsmannafelag og Klaks­víkar Arbeiðskvinnufelag. Í hesum felagsskapi hev­ ur hon arbeitt við politiskum málum, hóast talan ikki er um flokspolitikk. – Mær dámar als ikki kósina, sum hevur verið sein­ astu árini undir landsins borgarligu leiðslu, og tað eru hesi viðurskifti, eg vil vera við til at broyta, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum vísir á, at fólk als ikki brýggja seg um hendan politikkin. – Tað er neyðugt við grundleggjandi broytingum. Eg haldi, at tað tørva visjónir, hugsjónir og dreymar í før­ oysum politikki. Vit eiga at seta okkum hægri mál, tí politikkur er annað enn bók­ hald, sigur hon. Sonja Jógvansdóttir sigur, at eitt tað fyrst hon vil fara í holt við, er at fáa bilbukt við barnafátækadømi. – Hetta kann gerast skjótt, tí vit hava amboðini, sum skulu til. Vit kunnu alt fyri eitt gera tiltøk, sum muna, men upp á longri sikt skulu gerast grundleggjandi broyt­ ingar, sum javnseta ymsu familjurnar, sigur hon. – Samfelagið er margfalt. Men tað er eintáttað inn­ rættað. Tað er hetta, vit skulu gera upp við. Vit skulu eitt nú innrætta okkum øðrvísi á bústaðarmarknaðinum. Tað er munur á at eiga og at leiga, tí eiga vit at skapa bíligar bústaðir, serliga í miðstaðar­ fólkinum, har fólk vilja vera. Sonja Jógvansdóttir sigur, at tað er langt síðani, at hon varð biðin um at stilla upp fyri Javnaðarflokkin. Men tað er ikki so langt síðani, at hon tók av. – Eg trívist sera væl í mínum starvi fyri Samtak, har eg føli, at eg eisini kann gera mun, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum heldur tað vera eitt fornemt arbeiði at arbeiða við fakfeløgum og við viðurskiftum hjá verk­a­ fólki. Hon vísir á, at langtíðar­ arebeiðsloysi er ein tru­pul­ leiki –  ikki minst hjá til­ komnum fólk. Hon vísir á, at tiltøk eiga at verða gjørd soleiðis, at tilkomin fólk, sum av ymsum umstøðum verða noydd at broyta yrkisleið, skulu kunnu útbúgva seg til broytt umstøðurnar. – Tí eiga vit at skipa fyri vaksnamannaundirvísing soleðis, at fólk samstundis kunnu halda fram við teirra familjulívi. Her eru alt ov fáir møguleikar, sigur hon. Umframt starvið fyri fakfeløgini, so er Sonja Jógvansdóttir eisini kend sum ein av stovnarunum av LGBT Føroyum. Og tí vil hon sjálvandi virka fyri at broyta hjúnabandslógina soleðis, at fólk av sama kyni kunnu giftast. Og í hesum sambandi sigur hon, at um hon verður partur av einum parla­ mentariskum grundarlag, so verður tað í øllum førum ikki í eini samgongu við Mið­ flokkin. – Tað sum fekk meg at stilla upp er tó mátin, sum samfelagið er við at útvikla seg. Kósin skal broytast, her eru ov stórar gjáir, hetta kunnu vit snøgt sagt ikki góðtaka, tí tað er óan­ stend­ugt, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Kósin skal broytast Sonja Jógvans­dóttir ætlar sær á ting at broyta samfelagið soleiðis, at munurin millum fátæk og rík minkar