Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88 10 Sosialurin løgtingsval 2015 Valgreinar Súsanna Olsen námslektari Framsókn Nútímans sam­fe­ lag­ið, ið sambært ser­frøðingar er eitt sein­modernað sam­ felag, er bæði fjøl­ táttað og torgreitt. Tað krevur av borgaranum eitt ávíst stig av vitan og førleikum. Til ber eisini at siga, at kravið um at læra seg nakað og dagføra sína vitan, er mikið átrok­ andi. Tí meti eg, at stundin er komin at sett verður á stovn ein depil fyri vaksnamannaútbúgvingar. Al­neyðugt er at skipa soleiðis fyri, at eitt supplerandi skúlatilboð er til vaksin fólk. Umráðandi er at tey, sum av einari ella aðrari orsøk, ikki fingu gjørt seg lidnan við fólkaskúlan ella eitt vanligt miðnám á ungum árum, hava møgu­leikan at fara í skúla aftur. Konseptið vaksnamannalæring er ment við tí fyri eyga, at ein­stak­ lingurin kann gera tær tillagingar sum er brúk fyri, eitt nú um so er at tey ætla at fáa sær eina útbúgving, har miðnám ella HF-prógv er krav, ella at tey eru komin soleiðis fyri, at tey mugu umskúlast o.s.v. Á einum slíkum depli eru eis­ ini gyltir møguleikar at royna al­ ternativar skúlaformar, eitt nú fjarlestur. Í dag eru flestu fólk væl fyri viðvíkjandi kunningartøkni og tí er einki til hindurs fyri, at tey lesa umvegis neti t.d. einkultfak á HF, sum við tíðini kann blíva til eitt heilt HF-prógv. Á deplinum fyri vaksnamanna­ út­búgvingar kundi eisini verið sett á stovn effektiv og intensiv skeið í føroyskum, so at gestir okkara frá heimsins londum, (ikki so fá eru komin higar, og blíva verandi) fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum og grundarlag er fyri einari jaligari integratiónsgongd, teimum og okk­ um at frama. Tá ið ein er vaksin, kann vera møtu­mikið at seta seg aftur á skúla­bonk saman við nógv yngri næm­ingum og heldur hetta mong­ um aftur at fara undir eitt fyri­ reikingarskeið, sum er lýst oman­ fyri. Sum nú er, er ikki óvanligt at t.d. stakir uppihaldarar fara til Dan­ markar á tað tey har kalla Voksen Undervisnings Center (VUC). Um hesi skulu byrja heilt “frá botni” kann hetta skeið taka eini 3 ár. So er ikki óhugsandi at børn og vaksin fella til í danska lokalsamfelagnum og lukrativu sosialu veitingarnar, gera tað eisini stak liviligt. Tá verð­ ur trupult at flyta seg heim aftur til Føroyar. Vit eiga at gera tað møguligt at fyrireika seg til eina útbúgving her heima, eisini uttan um vanligu skúlaskipana, og um ein er mitt í lív­inum. At hava eina stutta, miðal­ langa ella hægri útbúgving, er ein tíðandi partur í persónliga fræls­ inum hjá mannabarninum, serliga í vesturheiminum, sum vit eru ein partur av. Nútímans samfelagið setir krøv um lívslanga læring Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Grindalógin má broytast. Tað hoyra vit aftur og aft­ur í hesum døg­ um. Hon styggir ferðafólk av landinum, og hon virð­ir ikki tey rættindi, sum grund­lógin tryggjar okkum øllum. Í útvarpstíðindunum sunnu­ dagin varð spurningurin reistur, hvussu tað kann bera til, at løg­ tingið hevur samtykt eitt upp­ skot, sum er beinleiðis brot á bæði grundlógina og heima­ stýris­lógina. Svarið var, at orsøkin kundi vera, at lógin var skundað ígjøg­num. Møguliga er tað ein partur av orsøkini, men tað er ikki øll or­ søkin. Løgtingsfyrisitingin fekk munnkurv Vit hava eina Tingskipan, sum áleggur fyrisitingini í Løg­ting­ inum at siga frá, um uppskot verða løgd fyri tingið, sum ikki sam­svara við tær yvirskipaðu lóg­ irnar. Tingformaðurin skal mæla Løgtinginum til at burturvísa mál, sum ikki lúka hesar treytirnar. Fyrr stóðu grundlógin, heima­ stýrislógin, stýrisskipanarlógin, tingskipanin og millumtjóða sátt­málar á listanum yvir tað, sum øll lógaruppskot skuldu sam­svara við. Men 1. mars 2011 løgdu Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálv­stýrisflokkurin uppskot fyri tingið, um at broyta hesa ásetingina. Nú skuldi fyrisitingin hava munnkurv, tá talan var um ósamsvar við grundlóg, heima­ stýrislóg og millumtjóða sátt­ málar. Løgtingið skuldi hava møgu­leika at viðgera mál, sum „mýktu ríkisrættarligu støðuna”, stóð í viðmerkingunum. Men grundlógin er so ótrú­ liga nógv annað enn ríkis­rættar­ liga støðan. Tað hava upp­skots­ stillararnir helst ikki hugsað um. Uppskotið varð samtykt. Tjóð­ veldi, Miðflokkurin, Sjálv­stýris­ flokkurin, Framsókn og størsti parturin av Fólkaflokkinum at­ kvøddu fyri. Løgtingið samtykti har­við at geva sær sjálvum bind fyri eyguni, hvat hesum yvir­skip­ aðu reglum viðvíkur, og grinda­ lógin er eitt gott dømi um, at sam­ tyktin sær út til at virka. Løgtingið bað um at fáa bind fyri eyguni Stevna fyri ungar strúkarar NYSS (Nordisk Yngre Stryg­ er Stafet) er ein stevna fyri ungar strúkarar í Norður­ londum, sum í hesum døg­ um verður hildin í Føroyum. Hetta er fimta árið á rað, at stevnan verður hildin, og høv­uðsendamálið við stevn­uni er at geva ungum dugnaligum strúkaranæm­ ingum høvi at hittast í eina viku í teim ymisku norður­ londunum. Fríggjadagin 31. juli byrj­ aði stevnan fyri hesar 70 tónleikanæmingarnar í aldr­ inum 8-16 ár. Í hópinum eru 13 føroyskir luttakarar. Lut­ takararnir fáa einatímar frá sera dugnaligum lærarum úr øllum norðurlondum, og har­umframt framføra tey fyri hvørjum øðrum og venja saman í stóra NYSS orkestrinum og framkomna STAR orkestrinum. Stórur partur av stevnuni snýr seg eisini um at hitta tón­ leik­arar úr øðrum norður­ lond­um og fáa innlit í ment­anirnar hjá hvørjum øðrum. Norðurlendsku lut­ tak­ararnir sleppa at royna seg í føroyskum dansi og dansispølum, og hoyra før­ oysk skjaldur, rímur og Kingo­sang, umframt at tey eisini fara eina útferð. Høvi verður hjá almenn­ inginum at uppliva, hvat hes­ ir ungu tónleikararnir hava fingið burturúr seinastu dag­arnar. Fyrra konsertin verður í Christianskirkjuni í Klaksvík mikukvøldið 5. august klokk­ an 19.30, og tá eru tað evna­ ríkir einstaklingar og STAR orkestrið undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, ið fara at framføra á tíma­longu konsertini. Stóra finalu­kon­ sertin verður í Norður­landa­ húsinum hósdagin 6. august kl. 17.00, og tá fara bæði STAR orkestrið og stóra NYSS orkestrið at framføra undir leiðslu av Mette Hanskov og Bernharði Wilkinson. Á skránni er alt frá løttum ABBA tónum til meira krevj­ andi verk eftir Purcell, Mozart, Sibelius v.f. Eisini verður ein frumframførsla av verkinum Føroysk Sonata, sum Agnar Lamhauge hevur skrivað til NYSS stevnuna. Fríggjadagin 7. august er stevnan av á hesum sinni og norðurlendsku gest­ir­ nir fara heim aftur vón­andi við nógvum góð­um tón­ listarligum og ment­anar­ ligum upplivingum úr Før­ oy­um við í skjáttuni. Nú verður høvi hjá almenninginum at uppliva, hvat hesir ungu tónleikararnir hava fingið burturúr seinastu dagarnar