Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88 16 Sosialurin Danjal av Rana Tað er mánadagur seinna­ part í Klaksvík. Stóra tjaldið til Summar Festivalin er júst sett upp, og tað sleppur at royna seg beinavegin. Hann øtlar vindin til stívt and­ øvsgul upp í hvassan vind. Í hvirlunum heilt upp í storm. Tað stendur nógv á stóra tjaldinum, og menn hava sett bingjur upp fyri, bæði eyst­ anfyri og vestanfyri, so teltið ikki skal fara í luftina! Hetta er ringasta ætt í Klaksvík, men inni í bygninginum hjá Føroya Tele, ið liggur skamt frá konsertøkinum, er heitt og fjálgt. Menn skemta eitt sindur við, at hetta er “stille før stormen”, men skjótt kemur prátið inn á Summar Festivalin í 2007, tá fyri­ reikararnir kendu seg noydd­ ar at avlýsa festivalin tann lagnu leygardagin. Sosi­alurin hevur sett fyriskipararnum av Summar Festivalinum, Erik Biskupstø og Steintóri Rasmussen, stevnu. – Ja, tað var ein løgin dagur. Vit fóru ígjøgnum alt kenslubarometrið tann dag­ in. Frá at vera heilt uppi at flúgva vegna konsertina hjá Scorpions kvøldið fyri, so var alt ein ruðuleiki dag­in eftir, sigur annar av fyriskip­ar­un­ um, Erik Biskupstø. - Ja, tað var hart at avlýsa, men tað eru vit øll glað fyri í dag. Tað er ikki meiningin, at fólk skulu koma til skaða vegna eina konsert. Vit vóru øll tikin av bóli, hvussu veðrið broyttist dagin eftir. Vit royndu at finna alter­ nativar loysnir m.a. við KÍ- høllini, har Kim Wilde kanska hevði kunnað spælt, so var tað snøgt sagt ikki ráðiligt at halda fram, sigur Steintór Rasmussen, ið er hin fyriskiparin hjá Summar Festivalinum. Men júst hesin eyðkendi stormurin var viðvirkandi til, at fyriskipararnir lærdu nógv av, hvussu ein tónleika­ festivalur skal fyriskipast, tá atlit skulu takast til tey broytandi veðurviðurskifti í Føroyum, har m.a. teltini nú eru enn meira tryggjaði móti veður og vindi enn áður, og eitt stórt tjald er keypt, ið tekur atlit til tað broytandi føroyska veðurlagið. Summar Festivalurin sá dagsins ljós í 2004, og ætlanin var allatíðina, at tað skuldi byrja í tí smáa, og síðani byggjast meira spakuliga upp, gjørdist tað veruligt. Og tað halda fyriskipararnir er eydnast við tíðini. Nú er festivalurin komin á eina fasta legu, og hevur funnið sín egna samleika, har dentur verður lagdur á, at tiltakið er fyri alla familjuna, har eitt nú Silvaland er til tey smáu og svimjihøllin hevur eyka opið, meðan festivalurin er. Og við stóra pallinum, fáa áhoyrararnir eina veruliga altjóða uppliving til tær stóru konsertirnar, tá tær stóru stjørnurnar vitja í Føroyum. ­– Við at hava ein so stóran høvuðspall, vilja vit vísa á, at vit vilja geva áhoyrarunum eitt tónleikaupplivilsi útyvir tað vanliga. Vit miða høgt, og tá vit nú eru komin hartil, er ringt at skrúva niður aftur fyri tí málsetninginum, sigur Erik Biskupstø. Hóast útgerðin til stóra pallin er sera dýr, og at tað onkursvegna kanska er eitt sindur óføroyskt at leiga so stóra útgerð til ein stóran pall, so eru fyriskipararnir nøgdir og tilvitaðir um hetta. Fyri teir, er tað mest týdn­ ingarmikið, at tær stóru kon­ sertirnar koma til sín rætt, so áhoyrarin fær tað besta upplivilsi frá konsertunum við stóru nøvnunum. Bæði Steintór og Erik hava báðir upplivað, hvussu tað er at standa á palli á Vágsbøi, og teir eru báðir á einum máli um, at økið egnar seg væl til at hava stórar konsertir á. - Ja, vit hava merkt tað á egnan kropp, hvussu tað er at standa á palli har. Tað er ein fantastisk kensla. Ein verður næstan blástur um koll av orkuni frá áhoyrarafjøldini. Og hetta er eisini nakað, ið tey útlendsku nøvnini hava givið til kennar. Leggja stóran dent á at dokumentera konsertir Fyriskipararnir av Summar Festivalinum hava frá byrjan av lagt doyðin á, at allar konsertirnar verða tiknar upp, bæði tær føroysku og útlendsku, tá loyvi er fingið til tess, og hetta hava før­ oyskir tónleikabólkar havt gleði av, tí teirra framførslur kunnu verða ein sýnisgluggi út í heim. Eisini kann hetta verða ein máti at vísa Før­ oyar fram sum eitt tón­ leikaland, umframt at út­ lendsk nøvn hava havt stóra gleði av, at Summar Festi­ valurin hevur valt at taka allar konsertirnir upp. Tað kann Twisted Sister skriva undir uppá. – Har hendi tað keðiliga, at trummuleikarin hjá teim­ um, A.J. Pero, brádliga doyði, har konsertin á Vágsbøi, er ein hin seinasta doku­men­ terað konsert við honum. Vit valdu at geva teimum upp­ tøkurnar av teirra konsert her í Før­oyum, og tað vórðu Erik Biskupstø og Steintór Rasmussen hava verið við til at fyriskipa Summar Festivalin síðani festivalurin byrjaði í 2004. Hóast ymsar forðingar á vegnum, hava teir megnað at tilført festivalinum nýggj tilboð og endurnýggjað seg ár um ár. Summar Festivalurin hevur funnið sína legu Fyriskipararnir av Summar Festivalinum hava frá byrjan av lagt doyðin á, at allar konsertirnar verða tiknar upp, bæði tær føroysku og útlendsku, tá loyvi er fingið til tess Erik Biskupstø og Steintór Rasmussen