Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88 Sosialurin Sosialurin teir sera takksamir fyri. Vit hava sæð, at teir hava brúkt júst hesa upptøku til onkra av teirra konsertum, har trummuleikarin vanliga hevði sína trummusolo, sigur Erik Biskupstø. Men tað er ikki einans til eftirtíðina, at tað verð­ur dokumenterað. Upptøkurnar verða eisini nýttar til at varpa upp á tjaldið, har blandipulturin stendur. Hetta verður gjørt, tí fyriskip­ar­ar­ nir halda, at eftirsum festi­ valurin er fyri alla familjuna, so er tað gott, at eisini tey, ið standa nakað aftarliga á tónleikaøkinum, eisini kenna nærveruna frá teimum, sum upptraðka á pallinum. Á henda hátt verður trýstið frammanfyri stóra pallin minni til tær stóru kon­ sertirnar, eftirsum fólk býta seg meira út á alt økið. Blandi­pulturin var eisini ein blindvinkul á økinum, og tí eru teir glaðir fyri, at hetta kann lata seg gera. – Vit hava fingið góðar afturmeldingar frá okkara áhoyrarum, at tey hava dámt væl, at tað verður varpað upp á ein stórskíggja. Á henda hátt hava øll sæð konsertirnar væl, og tað er viðvirkandi til, at øll fáa eina sterka uppliving, heldur Steintór Rasmussen. Nýtt øki til húsvognar skal finnast Fyrr í summar tók ivi seg upp um, hvussu stórt kam­ pingarøkið á Summar Festi­ valinum fór at blíva í ár, nú Klaksvíkar kommuna hevur sett arbeiði ígongd við útfyllingini á Sandinum, har húsvognarnir vanliga hava staðið. Men nú er staðfest, at økið verður nærum eins stórt sum undanfarin ár. Tað merkir, at áleið 200 húsvognar aftur koma at standa á Sandinum í ár. Men tað verður nú skjótt søga, Byggingin av nýggjum miðbýi er sett ígongd, og tí skal nýtt øki finnast til teir mongu húsvognarnar, ið plaga av vitja í Klaksvík á Summar Festivalinum. Hetta síggja fyriskipararnir tó ikki sum eina forðing. ­– Ein festivalur skal altíð duga at endurnýggja seg, og tað gera vit eisini. Og hóast tað, at kampingøkið kanska verður deilt øðrvísi í framtíðini, so síggja vit ljóst uppá tað. Tað kann vera, at vit gera tað soleiðis, at tað verður møguligt hjá familjum at búgva á einum øki, meðan tey ungu, ið kanska larma meira, búgva á einum øki osfr., sigur Stein­ tór hugsunarsamur. Eisini halda teir, at tað gott kundi blivið sera áhuga­ vert fyri festivalin, hvussu nýggi miðbýurin tekur seg út og verður ein partur av festi­ valinum. Sera nøgdir við skránna í ár Tær drúgvu fyrireikingarnar til ársins Summar Festival eru nú mestsum komnir undir land, og sjálvir halda teir, at hetta er besta skrá nakrantíð. – Ja, vit hava kanska sagt tað fyrr, men vit meina tað. Hetta er besta skráin nakrantíð, vissar Steintór fyri. Høvuðsnavnið hesuferð er svenski bólkurin, Roxette, ið er sera kendur í Føroyum. Leingi hevur verið dyrgt eftir teimum, og nú bar so loksins til at fáa svenska bólkin hendavegin. Konsertin hjá Roxette í Føroyum er partur av teirra 30-árs hátíðar konsertferð. – Ja, nú bar endiliga til at fáa tey til Føroya. Tað er serliga okkara kvinnuligu áhoyrarar, ið hava spurt eftir Roxette, so tað verður spennandi at uppliva ta konsertina, sigur Erik. Afturat Roxette, spælir eisini ein røð av føroyskum og útlendskum bólkum. Lukas Graham, ið veruliga hevur fingið vind í seglini í seinastuni, vendir sær kans­ ka meira til tey ungu, meðan írsku Dublin Legends koma við sínum kenda spæli­mans­ tónleiki. Av teimum kendu føroysku bólkunum kunnu m.a. nevnast: Frændur, Týr, Byrta, Marius, Swangah og Enekk. Tá eg spyrji, hvørjum kendum navnið tey flestu mannfólkini spyrja eftir, svarar Erik Biskupstø smíl­ andi aftur. – John Fogerty! Men honum royna vit eisini at dyrgja eftir. Vit liva enn í vónini, at tað fer at eydnast einaferð! Steintór Rasmussen og Erik Biskupstø hava verið við til at fyriskipa Summar Festivalin síðani festivalurin byrjaði í 2004. Mynd: Álvur Haraldsen