Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg vil fegin skriva nøkur orð um kæra bróður mín Zacha­ rias Zachariassen, sum 6. august fyllir 80 ár. Tað virkar ótrúligt, at hann skal vera kom­in so høgt upp í árini. Zacharias er sonur Jákup og Annu Malenu, sum van­ liga varð kallað Annilena. Tey livdu ávikavist til 1991 og 1998. Jákup, pápi, gjørdist 81 ár, og mamma 83 ár. Zacharias er elstur av 7 systkjum, sum øll liva enn. Tey eru Hermundur, sum býr á Argjum, Marni, sum býr í Vejle, Hallbjørg, sum býr í Aarhus, Arnbjørg, sum býr í Fredericia, Flóvin Tyril, sum býr í Norðragøtu, og eg, Jan, sum búgvi í Brejning. Tað eru bert Zacharias og Flóvin, sum hoyra, meðan vit onnur vórðu fødd deyv. Zacharias var 16½ ár, tá ið eg varð føddur. Vit hava verið nógv samanbundnir gjøg­num árini. Hann hugs­ aði nógv um, hví hann skuldi hoyra, tá ið 5 systkin vóru deyv. Hetta var við til, at hann seinni valdi at fara í heil­tíðartænastu fyri Harr­ an, tí hann vildi geva Harr­ anum æruna fyri, at hann fekk oyru at hoyra við og munn at tala við. Fyri at kunna samskifta við systkini, noyddist hann at gera sítt egna teknmál, tí eingin deyvaskúli ella und­ir­vísing í teknmáli var í Før­oy­um tá. Hermundur og Marni noyddust at fara niður á deyvaskúla í 1946, síðan tvíburasystrarnar í 1949. Tey komu heim í summar- og jólafrí. Eg varð føddur í 1952 sum eftirnølari, nærum 9 ár eftir Flóvin. Zacharias hevði lært seg væl at samskifta við okkum deyvu systkini, so hann dugdi betur at tosa við okkum enn foreldrini. Zacharias greiddi mær skilliga frá um Harran, og eg vildi sleppa at hoyra umaftur og umaftur. Vit svóvu í sama kamari, og hann kundi í fleiri tímar práta við meg. Onk­ untíð talaðu foreldrini at, tí tað kundi vera blivið í so seint, og vit skuldu jú sova. Hetta var ein spennandi tíð. Zacharias fór í læru sum blikksmiður hjá Mariu Poul­ sen í Havn, so eg kom ikki at síggja hann nógv tá, bert um vikuskiftini. Men eg minnist sera væl, tá ið pápi fór til skips og mamma var sjúk og noyddist á sjúkra­hús, at eg mátti búgva á Barna­ heiminum í Havn eina tíð. Zacharias fylgdi mær hagar, og tá ið vit noyddust at skiljast, græt eg illa og vildi hava hann at vera saman við mær. Hann sat tolin við seingina, inntil eg sovnaði. Síðan fór hann heim, men eg vaknaði upp mitt um náttina og hvakk við, tá ið eg sá, at hann var farin. Eg rann runt á Barnaheiminum og græt illa og fekk klumpar í hálsin. Eg kundi ofta rýma av Barnaheiminum og fara hagar, sum Zacharias búði, men onkuntíð var hann ikki heima, so eg sat har, inntil hann kom. Soleiðis havi eg altíð kent meg serliga bund­ nan at honum. Hann fór á bíbliuskúla í Onglandi í 4 ár, og hann sendi mær fleiri mynda­ bøkur við bíbliusøgum, sum eg var glaður og spentur at hyggja og blaða í. Eg fór á deyva­skúla í Danmark um tað mundið, tá ið eg var 9 ár. Tá var hann var liðugur við skúlan í Onglandi. Vit vóru so saman heima um nýggj­ árið. Beint eftir nýggjár fylti eg 10 ár, men eg vildi ikki aftur til Danmarkar. For­eldr­ini fingu einki gjørt, men so kom Zacharias og segði mær, at hann skuldi nið­ur til Danmarkar, og hann skuldi fylgja mær. Tá bleiv eg glaður og vildi fegin fara við honum. Hann fylgdi mær á deyvaskúlan hvørt vikuskifti. Annars vitjaðu vit fleiri útisetar, t.d. Rodmund í Liða, Jógvan Sundstein og mong onnur, sum vit kendu. Eisini komu vit á før­oysku møtini ymsastaðni í Keyp­ mannahavn. Hetta var ein minnisrík tíð. Men hann noyddist at fara heim aftur eftir hálvan annan mánað. Eg græt illa og segði, at hann skuldi vera saman við mær til summarfrítíðina. Vit vitj­aðu systkinabarnið Pet­ur Leitis­stein, sum lærdi til grann­skoðara saman við konu síni Jytte. Zacharias spurdi tey, um eg kundi vitja tey um vikuskiftini. Tað var alt í lagi, so eg samtykti og gekk so við til, at Zacharias fór heim til Føroya. Eg var glaður, at eg slapp undan at fara aftur til Dan­ markar um summarið, men ístaðin slapp at ganga á ný­ stovnaða Deyvaskúlan á Skansavegnum í Havn. Hetta var um heystið 1962, so eg fekk fleiri møguleikar at hitta Zacharias ymsastaðni í Havn, tá ið hann hevði bíbliuskúla og fleiri ferðir talaði í Ebenezer, men eg fekk einki burtur úr talunum. Eg vitjaði hann ofta og spurdi hann nógv, hvat hann talaði og undirvísti um, tí eg vildi vita tað. Hann fortaldi mær so, hvat hann hevði tosað um, og eg varð leiddur til Harran Jesus Kristus og tók ímóti Honum sum 15 ára gamal. Hann hevur sostatt havt nógva ávirkan á lív mítt, sum eg kann takka honum fyri sum eina dýrabara gávu frá Harranum. Eg kom at vera nógv sam­ an við honum í arbeiðinum á forlagnum Røddini og seinni Leirkerinum. Hann hevur havt serligar gávur at skriva, bæði greinar og bøkur, eisini at yrkja og at umseta sangir. Eg kundi einki gera av tí, sum hann gjørdi, orsakað av breki mínum sum deyvur, tí eg hevði ringt við tala og at greiða frá. Eg vildi, at hann skuldi vera trúboðari fyri deyv, men Harrin læt meg vita, at eg kundi sjálvur fara út í hesa tænastu. Zacharias var fyri meg ein stór fyri­ mynd, at eg kundi tæna Harr­anum á serstakan hátt mill­um deyv. Hetta takki eg honum fyri. Hann skrivar og talar, men eg noyðist at bera boðskapin øðrvísi fram. Eg havi brúkt teknmál, sum er tikið upp á sjónband, og síðan sent við alnetinum, sum deyv so kunnu síggja. Zacharias eigur 5 synir, Dániel, Jákup, Jógvan, Arni og Pætur. So eigur hann eisini 10 abbabørn og 2 lang­abba­børn. Hann býr í Mortans­stovu saman við Lis Ziskasen úr Klaksvík. Eg takki Harranum fyri, hvat hann hevur verið fyri meg og hjálpt mær við, tá ið havi verið í Føroyum. Hann hevur tulkað fyri meg á møt­unum kring landið. Má Harrin signa hann ríkliga saman við familju síni og tí virksemi, sum hann hevur staðið í, og fer at standa í, so leingi, sum hann megnar tað. Stóra tøkk skalt tú eiga! Beiggi tín Jan nøvn Zacharias Zachariassen í Mortansstovu 80 ár Takk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, ið mintust meg á 85 ára degnum tann 1. juli. Takk fyri gávur, blómur, uppringingar og til tykkum mongu, sum hildu dagin saman við mær og mínum og vóru við til at gera dagin so stórbæran fyri meg. Takk til tykkum, ið bóru ymiskt fram frá farnari tíð, takk til Streingjakórið og til tín góða Arnóra fyri sera vakran sang. Takk til øll bæði av bygd og bý. Harrin signi tykkum øll. Kærar heilsanir Torleif Bech, Porkeri Í 1962 Systkini Zachariassen 75 ára føðingardagur Sunnudagin 9. august fyllir Jákup J. Joensen, Sumba, 75 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum v/ familju. 80 ára føðingardagur 21. august fyllur Elisabeth Joensen 80 ár. Dagurin verður hildin í Jónsborg 21. august. Tey, sum ynskja at heilsa upp á Elisabeth, eru vælkomin í Jónsborg frá klokkan 16-21.