týsdagur 4. august 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88
20
Sosialurin
Tú skal ikki vænta
undanvind allan vegin
Hóast teir noyddust at venda við í fyrstu atløgu og túrurin fekk ein baldrutan enda, letur Livar Nysted heilt
væl at túrinum við Avalon. – Tað hevur gingið ordiliga væl. At onkuntíð noyðast at venda við er ein partur av
havrógving. Væntar tú at fáa undanvind allan vegin, skal tú ikki fara, sigur Livar Nysted eftir heimkomuna
Rógvi Nybo
Eftir góð trý samdøgur á
opnum havi í lítlum báti
saman við 9 øðrum monnum,
letur Livar Nysted, fyriskip
ari av havrógvingini millum
Skotland og Føroyar, væl at
túrinum. Teir hava lagt áleið
420 kilometrar afturum seg
henda túrin. Í fyrstu atløgu
løgdu teir frá landi úr Thurso
í Skotlandi við kós móti
Føroyum, men noyddust at
venda við aftur til Orkn
oyggjar, tá mótvindurin og
veðurvánirnar gingu teim
um móti, tá teir vóru komnir
áleið hálvvegis. Men hóast
okkurt lítið afturstig, er
fyriskiparin væl nøgdur.
– Tað hevur sum heild
gingið ordiliga væl. At noyð
ast at venda við aftur er ein
partur av tí at rógva á havi.
Væntar tú tær undanvind
allan vegin, tá tú leggur út á
hav, skal tú ikki fara avstað
yvirhøvur. So hatta er bert
ein partur av tí, sigur Livar
Nysted
nú
dagin
eftir
heimkomuna.
Kandidatar til meira
Fyri Livar Nysted sjálvan
mann túrurin millum Skot
land og Føroya liggja í
lættara enda í mun til tað,
hann áður hevur avrikað í
havrógving. Men fleiri av
hinum
monnunum
vóru
púra óroyndir við havrógv
ing, um enn fleiri hava róð
kapp á føroyskum firðum.
Fyri teir hevur avbjóðingin
verið av heilt øðrum kaliburi.
Men Livar Nysted heldur, at
teir hava verið fyrimynd
arligir umborð.
– Tað er sjálvandi ymiskt
frá manni til mann, og
summir egna seg kanska
betri enn aðrir til havrógving.
Men teir hava allir klárað seg
væl. Eingin hevur ligið við
sjóverki ella ikki gjørt sínar
skyldur. Eingin hevur svikið,
og eingin hevur mist nakra
vakt á dekkinum. So teir
hava klárað seg væl, og
fysiskt hevur eingin trupul
leiki verið, staðfestir Livar
Nysted og leggur afturat, at
onkur teirra er góður kan
didatur til at royna meira av
hesum.
Ikki fyri sartar menn
Umstøðurnar
umborð
á
Avalon eru ikki beinleiðis
marglætisligar, tá 10 mans
skulu húsast umborð í fleiri
dagar. Fýra mans sita við
árarnar í senn, og hinir seks
hvíla seg og gera seg klárar
til teir aftur eiga tørn. Tað er
trongligt umborð, umframt
at tú á opnum havi eisini má
fyrihalda teg til aldurnar.
Og serliga tann psykiski
parturin
hevur
stóran
týdning á einum slíkum túri.
– Tann psykiski parturin
av
havrógving
er
meira
krevjandi enn tann fysiski.
Tú skal ikki vera sartur, tí tú
liggur næstan omaná hvørj
um øðrum umborð, og tað er
trongligt. Og tað eru nógv
ting, sum kunnu stressa.
Bara tað at fara á vesið og tú
situr millum fýra-fimm aðrar
mans tá tú ger tað, kann
stressa. Eisini at kóka heitan
døgurða, tað kann taka upp
til ein hálvan tíma, tí tað er
trongligt og ringt at arbeiða,
og tað tekur sjálvandi av
tínari frítíð, og tað kann
eisini virka stressandi. So
har eru nógvir faktorar, sum
kunnu stressa, og hvíldini
hevur tú nógv brúk fyri,
greiðir Livar Nysted frá.
Kortini heldur Livar Ny
sted, at tað hevur gingið
fyrimyndarliga fyri seg.
– Tað hevur gingið til UG,
staðfestir hann.
Ovfarnir av móttøkuni
Tá Avalon nærkaðist Føroy
um seinnapartin mánadagin
versnaði veðrið munandi, og
sjógvurin gjørdist rættiliga
ófantaligur. Tí gjørdi mann
ingin av at biðja um eitt sleip
tann seinasta kilometurin
inn á Gomlurætt. Men at
verða sleipaðir seinasta lítla
strekkið,
tekur
einki
av
bragdinum av at hava róð úr
Skotlandi til Føroya.
– Vit kundu valt at róð inn
á Sandoynna, men veðrið var
ófantaligt og eg eri ikki so
staðkendur í Hestfirði, so
trygdin mátti koma í fremstu
røð, og tí valdu vit at biðja
um eitt sleip. Men tað ger tað
ikki minni stórt, at hava
gjøgnumført túrin, staðfestir
Livar Nysted.
Endamálið við túrinum,
sum Livar Nysted, saman við
skotanum
Leven
Brown,
hevur staðið fyri, var at
varpa ljós á havrógving í
Føroyum. Og eftir móttøkuni
og áhuganum at døma, hevur
hetta eydnast til fulnar. Tá
Avalon legði at á Gomlurætt
stóð hópurin av fólki fyri
teimum, hóast veðrið var
sera vánaligt, og hetta tók
teir allar á bóli.
- Nú hava vit róð tvørtur
um hav og verið rættir menn,
men tað er ikki sørt at man
bleiv eitt sindur rørdur av
einari slíkari móttøku, sum
vit fingu í gjár. At so nógv
fólk tók móti okkum á
Gomlurætt og seinni at út
við 100 fólk vóru til mót
tøkuna í Miðlahúsinum, tað
var ótrúliga stórt, sigur Livar
Nysted, og sendir eina stóra
tøkk til konur og familjurnar
hjá øllum monnunum, ið
hava staðið fyri at skipa fyri
móttøkuni.
rogvi@sosialurin.fo
Livar Nysted: