Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88 Sosialurin Manningin á Avalon úr Skotlandi til Føroya Livar Nysted Niclas Olsen Ove Heinesen Petur Kári Funding Fróði Magnussen Bergleif Brimvík Jógvan Clementsen Jákup Jacobsen Ingi á Tórgarði Sjúrður Gullbein. Sum at vera á yvirlivilsistúri Bergleif Brimvík: - Tað harðasta er at rógva og rógva og rógva og bert hvíla í tveir tímar ímillum, sigur Bergleif Brimvík, fyrrverandi politikommiserur, sum var partur av manningini á Avalon. Kortini hevði hann fegin farið ein nýggjan túr, um tað stóð í boði Rógvi Nybo Tað hevur upp á nógvar mátar verið ein harður túrur at rógva úr Skotlandi til Føroya. Men tað hevur eisini verið eitt stórt upplivilsi hjá manningini á Avalon. Ein teirra var Bergleif Brimvík, fyrrverandi politi­kommi­ser­ ur, og hann letur væl at. – Tað hevur verið eitt stórt upplivilsi. Tað hevur tað. Eg kann ímynda mær, at tað hevur verið sum at vera á einum yvirlivilsistúri, greiðir Bergleif Brimvík frá. Sjálvur var Bergleif Brim­ vík ein av teimum seinastu at melda til túrin. Í vetur, tá byrjað varð at tosa um at gera hesar túrarnar, vakti tað hansara áhuga, men hann skúgvaði skjótt tankarnar um at fara við til viks. Kortini hevur hetta ligið í bak­høvdi­ num, og tað var ikki fyrr enn um mánaðarskiftið maj-juni at hann gjørdi álvara av tankanum. - Vit vóru á túri í Hesti og í Nólsoy. Tá nevni eg tað fyri einum vinmanni, at um tað bar til at fáa sponsorerað túrin – tí tað kostar eini 30.000 krónur – so hevði eg einki havt ímóti at gjørt nakað við tað. Og so gjørdist tankin brádliga til veruleika, greiðir Bergleif Brimvík frá. Sjálvur hevur hann ikki vant miðvíst í fleiri ár, men tá møguleikin nú var til staðar, fór hann at venja á rógvimaskinunum í Havnar Róðrarfelag. Og við miðvísari venjing bleiv tann fyrsti hálvi tímin á rógvimaskinu skjótt til meira og meira, soleiðis at hann var kropps­ liga klárur til túrin nú. Ger tað fegin aftur Hóast komfortin umborð einki er at reypa av – fyri ikki at siga ikki eksisterandi – og føðin er lítið leskilig, umframt at tú mást tola bæði sjaskveður og nógvar vátar, kaldar tímar og konstant fuktig klæði, so hevur hetta ikki tikið mótið frá Bergleifi Brimvík. – Tað harðasta er at rógva, rógva og rógva, og bert hvíla tveir tímar ímillum, greiðir Bergleif Brimvík frá. Hann er kortini ikki av­ vísandi fyri, at skuldi møgu­ leikin uppstaðið aftur eina aðru ferð, tekur hann fegin av. – Men tað skal sjálvandi klárast av við familjuna, umframt at har eru nógvar fyrireikingar, sigur Bergleif Brimvík. rogvi@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen og Hallur av Rana