týsdagur 4. august 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá
ið okkara kæra mamma, vermamma, omma,
langomma og systur
Frida Hansen
Frida hjá klokkaranum
f. 21.04.1930 – d. 18.07.2015
varð sjúk, andaðist og varð jarðað.
Takk til Sonju Klein prest fyri góð og vøkur
troystarrík orð og virðiliga jarðarferð. Takk til
kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar.
Takk til øll, sum hjálptu til í sambandi við ervið.
Takk til Gravarhjálp. Takk til Landssjúkarahúsið,
Hvíldarheimið, heimatænastuna og Boðanesheimið,
ikki minst tykkum, sum vóru um hana seinastu
tíðina. Ein serstøk tøkk til kirkjuráðið, sum gjørdi
tað møguligt, at jarðarferðin var frá Havnar Kirkju.
Takk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað, og takk fyri tykkum, sum
mintust hana við peningagávu til Havnar Kirkju.
Vegna avvarðandi
Marta, Frígerð og Eyðna
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Herborg Vilhelm
f. 04.07.1927 – d. 06.06.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til starsfólkið á Landssjúkrahúsinum, takk til
Derhard Jógvansson, prest, fyri troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni. Takk til sangarar, berarar
og kirkjutænarar.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Diabetesfelagið.
Ein serlig tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við
jarðarferðini og til tykkum øll, ið fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Thomas Vilhelm við familju
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma
Gurið Hansen
f.08.07.1945 – d. 18.06.2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri kransar og blómur. Takk til tykkum, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Mogens
Hjartaliga vilja vit takka fyri hjálpsemi, sýnda
umsorgan og samkenslu, tá ið maður, pápi, abbi
og langabbi okkara
Eli Frederik Olsen
f. 15.08.28 – 20.04.15
andaðist og varð jarðaður.
Vit vilja takka Derhard Olsen, tá kistan fór frá
kappellinum, og Hjalmar Hansen, tá komið var til
kirkjuna í Rituvík.
Takk til Meinhard Bjartalíð prest, kirkjutænarar,
sangarar og gravarar. Takk til tykkum øll, ið hjálptu
til í sambandi við jarðarferðina, og tykkum, sum
bakaðu til ervið.
Takk fyri kransar og blómur, og takk til tykkum øll,
sum lótu peningagávu til Rituvíkar missiónshús.
Takk til Eysturoyar røktar- og ellisheim, Vesturskin,
Gøtubrá og Korndalsbýlið fyri tíðina, hann búði hjá
tykkum.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Jona Olsen
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá kæra kona, mamma, omma og
vermamma okkara
Inge Margrete Larsen
f. 28.04.1933 – d. 22.01.2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkini á Eldrasambýlinum, sum
vóru so væl um hana, meðan hon var hjá teimum,
starvsfólkini á Landssjúkrahúsinium fyri hjálp
og umsorgan ta seinastu tíðina, prest fyri góð og
troystarrík orð í kirkjuni, kirkjutænarar, sangarar,
gravarar, heilsanir, blómur, kransar og minnisgávur
til Eldrasambýlið, til øll, sum bakaðu og hjálptu til
í sambandi við ervið.
Hjartaliga takka vit øllum, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Gudmund Larsen
Hjartaliga takka øllum vit fyri sýnda samkenslu,
umsorgan og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Judy Grunnveit
f. 02.07.36 – d. 20.01.15
andaðist og varð jarðað.
Takk til Bergtór Bjarkhamar fyri góð og troystarrík
orð heima og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og til
tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina og
ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Haldórsvíkar kirkju, og takk til tykkum øll, ið
fylgdu Judy til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Poul
Jona, Anitt og Sóley við familjum