týsdagur 4. august 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 5. august 2015 · Nr. 88
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tekniskur leiðari til
P/F Varðan Pelagic
P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri søkir eftir tekniskum
leiðara at standa á odda fyri nýggju teknisku
deildini hjá felagnum.
TEKNISKA DEILDIN
Tekniska deildin hevur ábyrgdina av rakstri og viðlíka -
haldi av bygningum og framleiðsluútbúnaði samsvarandi
Opus viðlíkahaldsskipanini, herundir m.a. Baader flaka -
maskinum, øðrum maskinum, el-skipanum, frysti-/køli -
útbúnaði, reinsiskipanum, ventilatións- og hitaskipanum,
trukkum og eykalutagoymslu.
Starvsfólkini á deildini eru maskinmenn, maskinsmiðir og
elektrikarar.
Hugsast kann, at arbeiðsuppgávurnar hjá deildini við
tíðini verða víðkaðar til eisini at fevna um aðrar uppgávur
og ábyrgdarøki innan virksemið hjá felagnum.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
Tekniski leiðarin fær fakligu, umsitingarligu og fíggjarligu
ábyrgdina av teknisku deildini.
Fyrsta uppgávan hjá tekniska leiðaranum verður at skipa
deildina og starvsfólkið og síðani at leiða arbeiðið á deildini,
herundir tryggja starvsfólkunum fakliga menning og
persónligan trivnað.
Tekniski leiðarin skal eisini, í tøttum samstarvi við serliga
framleiðslu- og góðskuleiðaran, luttaka í m.ø. optimering
av framleiðsluni og tryggja, at Varðin Pelagic støðugt livir
upp til innan- og uttanhýsis góðsku- og framleiðslukrøv,
herundir skjalprógvan.
Tekniski leiðarin myndar leiðslubólkin í P/F Varðanum
Pelagic saman við stjóranum og hinum leiðarunum í
felagnum.
FØRLEIKAKRØV
Til starvið krevst viðkomandi hægri faklig útbúgving sum
t.d. verkfrøðingur, maskinmeistari ella samsvarandi,
hollar royndir frá líknandi avbjóðingum umframt
útbúgving og/ella royndir innan starvsfólkaleiðslu.
Tekniski leiðarin skal harumframt vera málsliga stinnur
í føroyskum, donskum/skandinaviskum og enskum,
hava hollan telduførleika, vera røkin og málsøkin og
kunna arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi
við onnur.
Væntað verður, at tekniski leiðarin vísir fakligt dugnasemi
og ein mennandi persónligan leiðslustíl.
ARBEIÐSSTAÐUR
Arbeiðsstaðurin er virkið hjá P/F Varðanum Pelagic á
Tvøroyri.
STARVSBYRJAN
Miðað verður eftir, at tekniski leiðarin kann byrja í
starvinum skjótast gjørligt, men P/F Varðin Pelagic er
eisini sinnað at bíða nakað longur eftir rætta umsøkjar -
anum.
LØN OG SETANARVIÐURSKIFTI
Løn og setanarviðurskifti annars verða ásett eftir nærri
avtalu við leiðsluna.
UMSÓKNARFREIST
Umsókn við útbúgvingar- og førleikaprógvum,
umframt møguligum viðmælum, skal sendast sum
teldupostur til info@vardinpelagic.fo ella sum
vanligt bræv til: P/F Varðin Pelagic, Havnarlagið 11,
FO-800 Tvøroyri.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 14. august 2015
kl. 16.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Ólav Bjarkhamar, framleiðsluleiðara, á tlf. +298
291683 ella olavur@vardinpelagic.fo
Varðin Pelagic, Havnarlagið 11, FO 800 Tvøroyri, www.vardinpelagic.com
sansir.fo
Starvið sum varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er leyst
at søkja til setan 1. oktobur 2015 ella eftir nærri av-
talu.
Sum varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu
leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Næst fyrisetti er
sjúkrahússtjórin.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur umleið 120 fólk í starvi í
fleiri yrkisbólkum.
Ábyrgd og heimildir hjá sjúkrahúsleiðsluni
• Sjúkrahúsleiðslan hevur í felag yvirskipaðu leiðsl-
una av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í hesum liggur: visjón-
ir, mál og menning, sjúklingaviðgerð, diagnostikk-
ur og røkt, gransking, langtíðar fysisk og fíggjarlig
planlegging, stovnsmenning og leiðslumenning.
• Sjúkrahúsleiðslan skal virka og uppfatast sum ein
heild við sjúkrahússtjóranum sum tann, ið hevur
endaligu ábyrgdina yvirfyri Heilsumálaráðnum.
Serligt ábyrgdarøki hjá varastjóranum
• Ábyrgd av yvirskipaðu samskipanini á røktarfakliga
økinum.
Varastjóri til Klaksvíkar Sjúkrahús
Ábyrgdarøkið og arbeiðsuppgávur eru neyvari grein-
aðar í starvslýsing, sum er til taks.
Førleikakrøv
• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
(autorisatión)
• Útbúgving innan sjúkrarøkt frá hægri lærustovni
• Leiðsluroyndir, bæði innan røktarøkið og við
fíggjarætlanarábyrgd
• Kunnleiki og innlit í fíggjarstýring
• Holla vitan um sjúkrarøktina á fleiri økjum
• Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini
• Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni
• Skapandi evni og óbundin av vanahugsan, duga
og tora at raðfesta uppgávur
• Góð samstarvsevni
• Góð samskiftisevni
• Góð leiðsluevni
Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar
undir tí. Arbeiðsstaður verður Klaksvíkar Sjúkrahús.
Setanarmyndugleiki er Heilsumálaráðið. Talan er um
fulltíðarstarv.
Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í
starvinum.
Nærri fæst at vita um starvið, starvslýsing v.m. við at
venda sær til Hera Ellingsgaard, sjúkrahússtjóra, tlf.
454545 ella heri@ks.fo.
Umsókn við avrit av prógvum v.m. skal sendast til:
Klaksvíkar Sjúkrahús
Starvsfólkadeildin
Sniðgøta 1
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreistin er 20. august 2015.
Sniðgøta 1 • FO 700 Klaksvík • Tel 45 45 45 • Fax 45 73 63 • ks@ks.fo • www.ks.fo