hósdagur 6. august 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. august 2015
sosialurin 89
8
persónssøga
lógu tær í einari tjaldlegu. Tær gingu
úr 2000 metra hædd uppí 3.200 metra
hædd, har tær svóvu fyrstu náttina.
– Nógvastaðni var lendið sera
bratt og grýtut við nógvum leysum
gróti. Summastaðni vóru stórar áir
at fara yvirum. Og úr tí eina dalinum
skuldu vit ganga nakrar tímar niðan
gjøgnum ein gletsjara. Flestu av
hesum túrunum vóru við stórum
ryggsekki – umleið 15 kilo tungur.
– Aftaná tjaldlegurnar fóru vit so
niðan í eina smáttu, Diesel Hut, sum
liggur í 4.000 metra hædd. Har fyri
reikaðu vit okkum til topp-dagin.
Millum annað gjørdu vit venjingar
við ís-øks, soleiðis at vit duga at
steðga, um vit fara á glið á ísinum.
Vit svóvu í Diesel Hut 3 nætur. Eina
nátt longri enn ætlað, tí vit noyddust
at útseta toppdagin ein dag vegna
illveður, sigur Óluva Zachariasen.
Hetta fyri at venja kroppin við
tunnu luftina.
Tá ið so avgjørt var at fara heilt
niðaná, skuldi kroppurin taka ímóti
teimum stóru avbjóðingunum.
– Tá ið vit komu upp til einar 4.800
metrar byrjaði eg at fáa kvalmu og
bleiv rættulgia illa fyri, sigur Óluva
Zachariasen.
– Men ein av teimum, sum var
ferðaleiðari segði við meg, at eg skuldi
royna at ganga heilt spakuliga – fet
fyri fet – so fór tað at hjálpa. Tað
gjørdi tað eisini og eg helt leiðina
fram niðaneftir, sigur hon.
Tá ið einir 800-900 metrar vóru
eftir niðaná stóð nokk so nógv á:
– At vita sær, tá ið kroppurin er
pressaður, at nú skuldi eg ganga tað
sum svaraði til alla leiðina niðaná
Slættaratind afturat. Tá mátti eg
býta tennirnar saman, sigur Óluva
Zachariasen.
Á tindinum
Endiliga komu systrarnar niðan á
hægsta tindin í Evropa, men tær
fingu ikki langa tíð at njóta sigurin.
– Vit steðgaðu bert einar 10
minuttir har uppi, so noyddust vit
omanaftur. Eg hevði eina kenslu
av tá, at vit høvdu kýtt okkum at
koma niðaná, men tíðin at njóta sig
urin var ikki nóg long, sigur Óluva
Zachariasen.
Hon leggur tó afturat, at eftir at
komið var omanaftur so gekk tað
meira upp fyri teimum, hvat tað
var, sum tær hóast alt høvdu gjøg
numført.
– Sjálvandi var tað ein sigur at
koma niðan á. Vit høvdu sett okkum
eitt mál, sum vit náddu. Tað er hóast
alt ein sigur, vit fegnast um, sigur
hon.
At tað tekur nógva orku at fara
so langt upp í hæddirnar, vísir hesin
túrurin. Men tunna luftin kravdi alt.
– Tað var faktisk sera tungt at
ganga nógvastaðni. Ofta gingu vit
sjey-átta tímar við tunga ryggsekki
num beint uppeftir í sera grýt
utum lendi. Hóast vit báðar hava
gingið nógvar og langar túrar her
í Føroyum, so tosaðu vit ofta um á
veg niðan á Elbrus, at hetta var nógv
tað strævnasta vit nakrantíð høvdu
roynt. Og vit hoyrdu fleiri av okkara
ferðafelagum siga tað sama, sigur
Óluva Zachariasen.
Eisini var torført at
ganga summastaðni
– Vit høvdu føroysk fløgg við okkum,
men tá ið vit endaliga komu niðaná
og skuldu taka tey fram, vísti tað seg,
at vit høvdu gloymt tey eftir í leguni,
sigur ein smílandi Óluva Zachariasen.
Onki er at ivast í, at hon er bæði
glað og stolt av ferðini til hægsta
tindin í Evropa við systrini.
– Hetta er klárt vakrasta øki vit
hava gingið. Kavaklødd streyrøtt
fjøll, fagrar blómuklæddar líðir, grøn
fjallavøtn og ikki at gloyma at liggja
í tjaldinum um náttina og hoyra
hugnaliga ljóðið hvussu tað brakar
og brotnar av gletsjarunum, sigur
Óluva Zachariasen.
Men var hetta so spennandi, at
nýggj mál longu eru sett?
– Sjálvandi setir hetta ferð á
hugsanina um nýggj mál. Eg haldi
tað er ómetaliga spennandi, men
hinvegin eri eg eisini soleiðis, at
hóast tað er spennandi, so skal tað
eisini vera kontrollerað. Eg eri ikki
ein av teimum, sum seti lívið uppá
spæl fyri at røkka einum máli, sum
skal náast til stuttleikar, sigur Óluva
Zachariasen.
persónssøga