Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 9 Festir kongsgarð í heimbygdini Hesti Sjónvarpskvinnan Óluva Zachariasen hevur júst fest kongsgarð í Hesti árni gregersen H on er ættað úr Hesti, 47 ára gamla útvarps- og sjón­varpskvinnan, Óluva Zachariasen. Tí er tað kanska ikki heilt óvænt­ að, at hon nú hevur fest garðin, har mamman seinastu mongu árini hevur verið bóndi. – Eg havi í veruleikanum ar­ beitt rættuliga hart fyri at sleppa at yvirtaka garðin, sigur Óluva Zacha­ riasen. Fyri at sleppa at yvirtaka ein kongsg­arð, so eru ávísar treytir, sum skulu uppfyllast. Millum annað stend­ur, at festarin skal búgva á somu oyggj, sum garðurin er á. Tað ger Óluva Zachariasen ikki. Hon býr og arbeiðir í Havn, men garð­ urin er í Hesti. Nú er ikki talan um nakran stóran garð, har til ber at forvinna til dagsins breyð. Talan er um ein kongsgarð, sum er eina mørk og fýra gyllin. Tí eru krøvini um at búgva á garð­ in­um ikki serliga rímulig í dag. – Eg fekk víst á, at hetta er gjørt fyrr í Føroyum. Ferðasambandið út í Hest er gott, so eg meti, at tað ber væl til at røkja garðin, sjálvt um eg búgvi í Havn, sigur Óluva Zachariasen. Arbeiðir í Kringvarpinum Óluva Zachariasen hevur seinastu mongu árini arbeitt í Kringvarpi Føroya. Nógv av tíðini fer við at arbeiða í útvarpinum, men ofta hevur hon so eisini vaktir sum vertur og kjakleiðari í sjónvarpinum. Sínar fyrstu journalistisku royndir fekk hon á Dimmalætting í farnu øld. – Nú taki eg so annan tátt upp, nú eg havi fest. Hinvegin havi eg verið ein partur av lívinum í Hesti, so hetta er ikki nakað nýtt fyri mær, sigur hon. Kvinnan úr Hesti hevur eisini altíð brúkt náttúruna nógv. Hon hevur síðani á heilt ungum árum runnið nógv, umframt at hon hevur gingið í fjøllunum. Hon hevur runnið trý marathon, tað seinasta í mai, umframt at hon seks-átta ferðir hevur runnið hálv­ marathon. Nú hevur hon so fest lítla garðin í heimbygdini. – At taka ábyrgdina av garðinum í Hesti fer neyvan at broyta so nógv uppá mítt lív, tí eg havi allatíðina verið ein partur av tí, sum er knýtt at garðinum, sigur Óluva Zachariasen.