Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. august 2015 sosialurin 89 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 Samgongan í f Borgarliga samgongan er stóri taparin. Framsókn og Javnaðarflokkurin vinna mest. Anstøðan fær sambært kanningini 19 tingsessir – samgongan fær 14 Eirikur Lindenskov Samgongan stendur fyri stórari afturgongd sambært nýggjastu veljarakanningini – sum er fyrsta kanning, sum er gjørd eftir at løgmaður skrivaði út val og eftir at løgtingið feldi uppskotið um misálit á løgmann týsdagin. Sambandsflokkurin stendur fyri størsta skrædlinum. Flokkurin missir 5,7 prosentstig og tveir tingsessir í mun til seinasta val. Síðani tá hevur flokkurin fingið ein tingmann afturat – so í mun til í dag, so missir flokkurin tríggjar tingsessir. Sambært veljarakanningini, so fær Sambandsflokkurin 19 prosent. Fólkaflokkurin fær eisini stóra afturgongd í kanningini, hóast hon er heldur minni enn hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin missir 3,9 prosentstig og missir tveir tingsessir. Eins og Sambandsflokkurin, so hevur Fólkaflokkurin eisini fingið ein tingsess afturat síðani valið, so í mun til støðuna í dag, so missir Fólkaflokkurin eisini tríggjar tingsessir. Triði flokkurin í samgonguni, Miðflokkurin, hevur eisini afturgongd. Hann missir 1,6 prosentstig, men varðveit sínar tveir tingsessir. Sjálvstýri uttanfyri Sjálvstýrisflokkurin, sum var partur av samgonguni tvey tey fyrstu árini, hevur eisini afturgongd í kanningini í mun til løgtingsvalið. Aftugongd er 1,4 prosentstig, og tað ger, at flokkurin við 2,9 prosentum fer niður um tinggáttina, sum er 3,03 prosent. Skarvslop hjá Framsókn Tí hevði parlamentariska støðan verið broytt munandi, um valúrslitið varð sum kanningin. Størstu framgongdina í kanningini hevur Framsókn. Framgongdin er 5,4 prosentsig, og tað gevur flokkinum eina munandi framgongd, sum tvífaldar tingmannatalið í mun til seinasta val. Flokkurin stendur sambært kanningini at fáa fýra tingsessir. Á valinum fekk seinast fekk flokkurin tvey umboð, men Janus Rein fór seinni úr Framsókn og upp í Fólkaflokkinum, so í mun til støðuna í dag, so ferfaldar Framsókn sína tingumboðan. Javnaðarflokkurin størstur Næststørstu framgongdina hevur Javnaðarflokkurin, sum gongur 5,3 prosentstig fram. Flokkurin fær átta tingsessir, sum er tveir fleiri enn á valnum seinast, og tríggjar fleiri enn flokkurin hevur nú – síðani Gerhard Lognberg varð koyrdur úr flokknum í 2013. Tjóðveldi gongur eisini fram, tó at framgongdin er nakað minni enn hjá Framsókn og Javnaðarflokkinum. Tjóðveldi fær 20,2 prosent, ein framgongd upp á 1,9 prosentstig, sum gevur flokkinum ein tingess afturat, so flokkurin fær sjey tingsessir. Í kanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, eru 1116 fólk spurd týskøvldið 4. august og mikukvøldið 5. august. Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu 0,9 porsent, at tey ætlaðu sær at atkvøða blankt. 2,2 prosent søgdur, at tey ætðau sær ikki at velja og 12,9 porsent søgdu, at tey høvdu ikki tikið støðu til hetta. Tinggáttin er 1/33. Tað merkir, at fyri at vinna sæti á tingi, skal ein flokkur hava í minsta lagi 1/33 av samlaða atkvøðutalinum. Í prosentum er tað 3,03. Óvissan í kanningini er millum 2 og 3 prosent. Upptalt eftir háttinum við størsta brøki. 1/33 tinggátt. 1116 veljarar svaraðu í kanning, gjørd týskvøld 4. og mikukvøld 5. august 2015. Fólkaflokkurin 22,5 18,6 -3,9 8 6 -2 Sambandsflokkurin 24,7 19,0 -5,7 8 6 -2 Javnaðarflokkurin 17,8 23,0 5,3 6 8 2 Sjálvstýrisflokkurin 4,2 2,9 -1,4 1 0 -1 Tjóðveldisflokkurin 18,3 20,2 1,9 6 7 1 Miðflokkurin 6,2 4,7 -1,6 2 2 0 Framsókn 6,3 11,6 5,4 2 4 2 Tilsamans 100,0 100,0 33 33 Løgtingsval Kanning Í mun til seinasta val Tingmannabýti við seinasta val Tingmannatal í kanning Broyting í tingmannatali Veljarakanning august 2015 Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu 0,9% at tey ætlaðu at svara blankt 2,2% at tey ikki ætlaðu at velja 12,9% at tey høvdu ikki tikið støðu til hetta veljarakanning